vóru latnar herfyri, varð nógv tosað um, hvussu verturin Whoopi Goldberg fór at megna at lata vera við at tosa um svarta týsdagin. Opna sárið í amerikanska fólkinum er um at lekjast, men minnið verður ikki [...] Trade Center fór at falla. Undirgangur heimsins er nær. Ein lítil detalja, um at gamli Nostradamus ikki hevur skrivað nakað um tornini, gleppur ímillum. Men skaðin er hendur og heimurin er ótryggur. Fáar [...] kuffertini vóru kannað og uttan at onkur maður kom undan einum glasveggi og bað um at tosa við meg undir fýra eygum. Tað er eingin ivi um, at yvirgangsálopið hevur sett síni djúpu spor í amerikanska fólkið. Tað
Einahandlinum vórðu goymdar og avskipaðar. Nú verður so søgan endurnýggjað við innrætningini av einum av teimum risastóru pakkhúsunum. Húsini verða karmur um tey trý londini í Norðuratlantshavi, Føroyar, Ísland [...] sum so smátt er við at fáa skap innan. Martin var millum 120 onnur innboðin at síggju húsini og hoyra um brúkið av teimum. Ein annar føroyingur, sum var við til kunnandi tiltakið leygardagin var føroyski [...] millum føroyingar. Nú er flutningur aftur og fram hvønn dag. Tey flestu hava ráð til at hava samband um telefonina, og tey ungu hava internetið og kunnu fáa tíðindi og bløðini á netinum hvønn dag. So alt
Cross er umrøddur í øllum bókum um Jack the Ripper, tí tað var hann, sum í síni tíð segði seg hava funnið tað fyrsta offurið, Polly Nichols, tá hann var á veg til arbeiðis um morgunin tann 31. august [...] Latchmere doyði í 1920. Í Metropolitan Police vóru teir sannførdir um, at drápsmaðurin mátti vera ein serlingur av einum ella øðrum slagi, og tí leitaðu teir eisini eftir einum, sum ikki var sum hini [...] finnast óteljandi bøkur og blaðgreinar um tann gátufulla drápsmannin í London, og søgan hevur fleiri ferðir verið á leikpalli, og fleiri filmar eru eisini gjørdir um hana. Ja, hon hevur enntá lagt lunnar
árum, og nú verður talan um rullandi loyvi, t.v.s. tú fær eitt loyvi og síðan kanst tú eftir 7-8 árum søkja um at fáa loyvi longt - og tað verður mest sum ein avgreiðsluspurningur um at halda fram rullandi [...] sera ógreið í einari komandi fiskivinnulóggávu. Tað vísir seg eisini, at søgan endurtekur seg við at skunda hetta lógarverkið um sjófeingi í gjøgnum, eins og gjørt varð við forskattingini av pensjónum - [...] fólk hvørki vistu, hvat hetta handlaði um í veruleikanum ella skuldu kunna seta spurningarteknin við, hvat hendi. Tikin verða her nøkur týðandi dømi úr rúgvuni um fyriliggjandi politisku ætlanir á fisk
merkir eisini heitini á sangum og útgávum. Tá talan kemur inn á, at bólkurin skrivar um heimsins eydnusamasta mann og um at vera næstan eydnusamur, samstundis sum bólkurin hevur útnevnt seg sum keðiligasti [...] Brandt. Kærleiki á mánanum Um sangin De første Kærester på Månen sigur Steffen Brandt, at hetta er óhugsandi støðan, men at dentur má leggjast á, at kærleikin bert eydnast, um ein trýr uppá kærleikan. -Vónin [...] verið burtur, sigur Steffen Brandt við eyðkenda skemtiliga tónanum. Spurdur um, hvat føroyingar kunnu vænta sær at hoyra í Klaksvík um vikuskiftið sigur Steffen Brandt, at TV-2 í summar ferðast á teir donsku
lýsir daprasta kapitulin í søguni hjá mannaættini. Talan er um eina ógvuliga sterka uppliving fyri ferðamannin, men eina neyðuga uppliving, um ein skal verða førur fyri at skilja støðuna hjá tí jødiska [...] ”Hetjunarsúlan” er til minnis um teir jødarnar, sum bardust ímóti nasistunum undir seinna heimskríggið. Tað mest rørandi og skakandi er barnaminnishøllin, sum er til minnis um hálvaaðru miljónir jødisk børn [...] eitt træ í minnislundini. Eitt træ er eisini plantað til minnis um Oskar og Emilie Schindler, sum bjargaðu 1.200 jødiskum lívum. Vreiði um nútíðar lygnarnar Tað er skakandi hjá einum ferðamanni at ganga
eins ónevndur og Dustin Hoffmann í filminum. - Nei, eg havi ikki hugsað so nógv um tað sum hendi. Bara tá onkur tosar við meg um tað, sigur Rógvi Joensen, sum í dag helst vildi hildið seg í bakgrundini, tá [...] varandi spor eftir seg í flokkinum, sjálvt um floksfelagarnir kortini hildu at tað var cool, sum Rógvi hevur gjørt. Og einum øðrum vóru hini í flokkinum eisini samd um: Tey høvdu ikki havt klárað at gjørt tað [...] áraka har, sum ovari endi á fótbóltsvøllinum er. Teir byrjaðu oman fyri brúnna um ánna á niðara vegi, men fluttu seg so oman um, har áarbakkin er stoyptur í einum keiskapilsi. Meðan teir so standa har varnast
hugsast um lønarkorini hjá verkafólki. Men umborð fyri vinnulívið tvíhalda um, at vinnan er so illa fyri, at tað eru ikki ráð til at hækka lønirnar? ? Hatta er beinleiðis tvætl. Hetta er sama søgan hvørja [...] ymsu lokalfeløgini, sum hava atgongd til aðalfundin. Og hon fegnast stórliga um, at so nógv fólk koma á fundin, tí tað ber boð um ein veksandi áhuga fyri felagsarbeiðnum. Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag [...] koma til viðgerðar. Hetta eru mál, sum lokalfeløgini hava send inn og tey snúgva seg um øll møgulig viðurskifti, bæði um verkfalsgrunn, verkamannagrunn, eftirløn, lívstryggingin, fundarvirksemi o.s.fr. Ikki
ið Óli Samró reisti spurningin, um tað ger nakað, um skip liggja eina tíð, um raksturin ikki hongur saman, fekst í lag kjak um hesi viðurskifti. - Er tað nakað problem, um skipið verður lagt eina tíð? spurdi [...] tað nyttar lítið at tosa um eina krónu upp á fiskaprísin, tá ið hon ikki er har og prísirnir í staðin eru lækkaðir munandi. - Tað veldst eisini um, hvønn veiðibólk vit tosa um. Fingu partrolararnir, sum [...] verður tikið fatt um viðurskifti, sum vit einki kunnu gera við, meðan tað, vit kunnu gera nakað við, ikki verður nortið. Hann reisti eisini spurningin, hvat tað merkir fyri fiskiflotan, um oljuprísurin fer
viku ringdi ein tíðindamaður og spurdi, um tað var nakað nýtt um framtíðar fótbóltsstøðuna hjá mær. Eg svaraði honum, at tað var einki nýtt. So spurdi hann meg, um eg fór beinleiðis til Føroya. Eg svaraði [...] ynskir ikki at siga nakað um nakran møguleika. Tað einasta, sum vit fáa at vita frá honum, er, at tað er rættuliga sannlíkt, at av gerðin um fótbóltsframtíðina fer at fella um ikki so langa tíð, og tað [...] sjálvandi leingi vitað, at tú skalt ansa tær, tá tú tosar við tíðindamenn, og tað var henda søgan ein áminning um. Samrøðan okkara millum var mest sum liðug, tá hetta soleiðis hissini kom fram. Skjót gongd