Ferðafólkini útblakað

Fólk, sum ætlaðu sær til Havnar við Leið 400 norðoyastevnuaftan, bíðaðu til fánýtis eftir bussinum

Edvard Joensen


Eru ferðafólkini ov fá at fara til Havnar við, verða tey bara útblakað.

Tað ljóðar sum tann svarta lygn. Men tað hendi, samb. frágreiðing frá fimm monnum, í Leirvík norðoyastevnuaftan.

Hóast tað hevði staðið í ferðaætlanini hjá Strandferðsluni í eitt ár, at eykabussur koyrdi úr Leirvík norðoyastevnuaftan klokkan 20.45, kom hann als ikki.

Og fyri tey, sum høvdu ætlað sær við hesum bussi, merkti tað sjálvandi, at tey ongan veg sluppu.

Men tað var ikki nokk við tí. Fólk, sum komu til bussin, vórðu koyrd út aftur við teirri grundgeving, at førarin hevði ikki hug at fara heilt til Havnar við bara fimm ferðafólkum.


Tómligt á Oyrarbakka

Klokkan er beint farin av níggju leygarkvøld. Shellstøðin á Oyrarbakka er stongd, so har slepst ikki inn at bíða eftir bussinum, sum skal koma framvið umleið eitt korter til tíggju.

Men veðrið er gott, so ikki bilar at bíða. Og førarin, sum koyrt hevur ferðamannin til steðgiplássið, heldur, at best er at bíða í bilinum kortini. Tað verður ikki so einsamalt.

Tíðin nærkast, og bilarnir, sum komnir eru við ferjuni úr Klaksvík, nú Norðoyastevnuaftan er við at halla, fara strúkandi framvið. Ája, bussurin koyrir kanska ikki so skjótt, sum teir, og eisini skal hann steðga á ymsum støðum á vegnum, so hann man fara at koma.

Men tíðin gongur. Bilrøðin tynnist og heldur uppat. Men bussur kemur eingin. Tá klokkan er farin nakað av hálvgum tíggju, kemur ein bussur. Men á honum stendur, at hann koyrir leigutúr. So inn aftur í bilin at bíða.


Við privatbili

Meðan bíða verður - tolið gongur undan og sinnið tekur til - kemur ein persónbilur inn á økið. Út koma fimm mans, umframt føraran. Teir skulu strekkja beinini, tí tað er trongt hjá so nógvum vaksnum monnum í einum Ford Escorti.

Ferðamenninir siga frá, at teir vóru komnir úr Klaksvík og ætlaðu sær til Havnar við Bygdaleiðum. Men komnir niðan til bensinstøðina í Leirvík, verða teir bidnir um at fara úr bussinum við teirri grundgeving, at tað er ov lítið at fara til Havnar við so fáum ferðafólkum.

Sjálvandi eru teir ikki nøgdir við tað, men soleiðis verður tað.

So teir leiga sær ein privatbil úr Leirvík til Havnar.

Og slík søga ger ikki tey, sum bíða á Oyrarbakka, í betri hýri. Har verður hótt bæði við Fúta og Fana, tá orð fæst aftur á hatta ólukkudýrið, sum er stjóri fyri hesi fyritøkuni.

Klokkan hálvgum ellivu kom so seinasti bussurin, sum koyrdi eftir ferðaætlanini. Har var einki at viðmerkja. Hann koyrdi til Havnar, hóast fá fólk vóru við.


Onnur frágreiðing

Ætlan okkara var at fáa orð á bussføraran, sum var í Leirvík hetta ólukku leygarkvøld. Men av farstøðini í Havn, har leiðirnar verða samskipaðar, fingu vit at vita, at teir ikki upplýsa, hvør koyrir hvar og nær. Hetta er fyri at verja førararnar, verður sagt.

Men samskiparin hjá Bygdaleiðum kannaði tó málið, og ringdi aftur til blaðið, við søguni hjá bussføraranum.

Bussførarin, sum skuldi koyra Leið 400 til Havnar norðoyastevnuaftan klokkan 20.45, sigur, at tað komu tríggir, og ikki fimm, mans í bussin í Leirvík. Umframt var ein kona, sum skuldi av í Gøtu.

Førarin spurdi menninar, um tað gjørdi nakað, um teir fóru av við bensinstøðina í Leirvík og bíðaðu har eftir næsta bussinum.

Hvat teir svaraðu, sigur søgan tó einki um. Men hon samsvarar ikki heilt við tað, sagt varð á Oyrarbakka tað ólukku leygarkvøldið, tá eingin bussur kom.

Eftir stendur so - og tað er próvfast - at bussurin, sum skuldi koyra túrin kl. 20.45 til Havnar, ongan túr gjørdi. Hóast túrurin hevði verið lýstur í ferðaætlanini í eitt heilt ár.

Og eingin avlýsing var.