Fiskimálaráðið sparkar liggjandi mann

Tann støðuga skerjingin av fiskidøgum hevur nú fingið okkum smáu at vakna við kaldan dreym. Tað er nú komið har til, at alsamt fleiri av teimum smáu hava valt at geva skarvin yvir, og velja ta løttu loysnina burtur úr hesari nærum vónleysu støðu.

Eyðstein Poulsen

Serfrøðingar og valds-barónar, sum nærum hava heilavaskað hvønn annan við powerpoint, mergleysum hagtølum og útlendskt fokusseraðum teorium, mugu nú steðgast.
Lat meg leggja út við at siga, at eg havi eisini tann møguleika at stinga í sekkin og sleppa væl burtur úr fiskivinnuni, sum støðan er. Eg fari ikki at leggja fingrarnar ímillum. Vit vita, at vit hava ikki lív lagað, sum gongdin er í fiskivinnuni í dag. Grundað á stóra vandan fyri bæði lokalsamfelagnum her í Klaksvík og framtíðini hjá Føroyum sum heild, føli eg tað sum mína skyldu at seta spurnartekin við grundarlagið undir stýringini av fiskivinnuni í dag.
Mín vón er, at eg kann vekja ein tanka í fólki, sum starvast innan fyrisiting og sita við valdinum her í Føroyum. Soleiðis at tað verður sjónligari fyri hesum fólkum, at vit í stóran mun mangla tað praktiska íkastið í okkara nútíðarsamfelag.
Áðrenn fiskimálastýrið við uppbrotnum ørmum fór at útrudda okkum smáu, høvdu vit stórt álit á vinnuni og bjartar vónir. Lat meg bara siga tað beinanvegin, áðrenn fiskimálaráðharrin misskilir meg, eg skrivi fyri okkum smáu.
Tað, sum hendir við einum, sum velur at fara á skúlabonk, er, at viðkomandi fer burtur frá øllum veruleika og kemur at liva í einari teoretiskari verð, við nógvum teorium um, hvussu alt skal gerast ella ikki gerast. Tá henda skúlagongdin er lokin, kemur ein út í veruleikan aftur, hetta krevur eina serstaka umstilling. Tað er hetta síðsta, sum eg vil pástanda, gevur okkum øllum, sum hava valt at liva í veruleikanum stórar trupulleikar. Eg fari ikki at leggja øll lærd fólk undir at liva í einari teoretiskari pappírverð, men tað vísir seg, at vit hava fingið ein meiriluta í fiskivinnuumsitingini, sum letur seg lokkað av hesi pappírsverð.
Vit hava so mangan sitið og trekt upp á smílibandið eftir útsøgnum frá sokallaðum serfrøðingum innan fiski- og búskaparfrøði. Hesir hava nú fingið fatur á okkara veiku politikarum, og tí eru vit nú noyddir at taka dystin upp, um vit skulu hava lív laga.
Tað fyrsta, sum eg vil vísa mína ónøgd við er yvirlitstrolingarnar í 2006, sum serfrøðin byggir sítt tilmælið á. Fyrst í mars mánaði í fjør, lógu vit norðanfyri við línu. Vit høvdu fiskað í umleið fimm dagar; veðrið var av tí ringasta og hartil var streymurin harður. Magnus Heinason hevði eisini fiskað har í uml. sama dagatal. Tað nýtist ikki nøkur serfrøði at rokna fiskaríið út hesa tíðina: tað var vánaligt  tað var faktiskt kolasvart. Tá veðrið og streymurin byrja at batna, tosi eg við Magnus Heinason, og hava teir tá lagt leiðina móti landi. Teir skuldu skifta fólk, og vóru teir eisini útlúgvaðir av ringa veðrinum. Skiparin sigur, at tað hevði ongantíð sæð so ljótt út við yvirlitstrolingunum áður. Eg segði síðan við skiparan, at eg helt tað vera langt úti, at teir fóru heim nú, tá streymurin og veðrið fór at batna. Tað veit ein og hvør, at tá batnar fiskaríið eisini.
Men tað vísti seg, at tað hevði størri áhuga hjá teimum at halda klokkutíðina enn at fáa rættari hagtøl til vega. Tað syrgiliga við hesum er, at tá ið manningin á Magnusi var farin heim, fleirfaldaðist fiskaríið, og lat meg leggja afturat, at ein bátur kom og legði seg har, sum Magnus Heinason hevði togað, og fekk hann heldur meir av fiski, enn vit aðrir, sum vóru á leiðini.
Henda sama søgan hevur endurtikið seg ár um ár. Vit, sum hava hildið skil á útsøgnum hjá fiskifrøðingum og síðan givið hesum eftirmæli ár um ár, duga at síggja, at hesin vísindastovnur hevur langt eftir á mál. Tí vilja vit ikki verða offur fyri eini trend, sum løgmaður hevur slept sum eitt virus yvir tað arbeiðandi fjøldina, júst tað, at jarðarleysir og klokkustýrdir serfrøðingar skulu ráða okkum øllum.
Tað er kanska hørð orð, ið eg brúki, men vit kunnu bara staðfesta, at vit hava nógv at innheinta hesum viðvíkjandi. Vit fara ikki at kubba á stokkinum.