- Hetta var óluksáliga klossut atborið. Men vit hava sjálvi alla skyldina.
Zakarias Bech er formaður í sambandsfelagnum í Suðuroy og hann er alt annað enn nøgdur við tað, sum farið fram í flokkinum í kjalarvørrinum á, at Bárður Nielsen óvæntað legði frá sær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum fyrr í vikuni.
Hann heldur, at hendan fløkjan, sum Sambandsflokkurin nú er komin í, var tað síðsta, flokkurin hevði brúk fyri so tætt upp undir løgtingsval.
- Vit hava havt stórar trupulleikar í Sambandsflokkinum í hesum valskeiðnum. Fyrst varð Johan Dahl koyrdur frá sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, síðani fór Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum, upp í Javnaðarflokkin og nýliga fór Alfred Olsen eisini úr flokkinum.
- Tí var eitt nýtt stríð afturat ikki akkurát tað, vit høvdu brúk fyri.
Sjálvskaptur trupulleikar
Men samstundis staðfestir hann, at tað er eina og aleina Sambandsflokkurin sjálvur, sum hevur skapt allan trupulleikan og hevur alla skyldina.
Hann harmast eisini um, at alt gekk so skjótt fyri seg, at ongin fekk stundir at umráða seg.
Hóast hann er formaður í einum valfelagi hjá Sambandsflokkinum, visti hann ikki av nøkrum, fyrrenn hann frætti í fjølmiðlunum, at flokkurin hevði fingið nýggjan landsstýrismann.
Tað heldur hann ikki er ílagi.
- Bárður Nielsen hevur allan rætt til at siga seg frá, so tað kunnu vit ikki finnast at. Men eg haldi, at øll floksleiðslan átti at verðið kallað saman at viðgjørt málið.
- Var tað gjørt, hevði valfelagið í Suðuroy roynt at fingið flokkin at valt Johan Dahl til nýggjan landsstýrismann, sigur Zakarias Bech.
Skundaðu sær ov nógv
Zakarias Bech heldir, at tað var eitt stórt mistak at hevði slíkan skund at velja nýggjan landsstýrismann, at ongin eftir øllum at døma hevur givið sær stundir at hugsa um avleiðingarnar.
- Flokkurin gjørdi skjótt av og valdi Kaj Leo Johannesen til nýggjan landsstýrismann. Men tey áttu at dugað at sæð, at hetta fór at elva til trupulleikar við Heðin Mortensen.
- Heðin Mortensen er næsti maðurin á sambandslistanum, men trupulleikin er, at hann síðani er farin upp í Javnaðarflokkin og tí er flokkurin ikki sinnaður at lata hann koma inn á ting fyri Kaj Leo Johannesen.
- Vil Heðin Mortensen ikki siga tingsessin frá sær, sigi eg hann ikki ringan fyri tað, tí hann er jú fólkavaldur. Men hetta er ein trupulleiki, sum Sambandsflokkurin átti at dugað á sæð.
Tí heldur formaðurin í valfelagnum í Suðuroy, at tað var skeivt av flokkinum at vera so bráður at velja nýggjan landsstýrismann.
- Flokkurin skuldi havt givið sær neyðugu tíðina til at fingið greiði á øllum viðurskiftum, áðrenn eftirmaðurin hjá Bárði varð valdur, so at vit sluppu undan hesi fløkjuni.
- Tá ið flokkurin skal velja nýggjan landsstýrismann, áttu vit at farið meiri nágreiniliga til verka.
- Men vit høvdu ongan sum helst møguleika at viðgera støðuna, tí vit vistu ikki av nøkrum, fyrrenn alt varð yvirstaðið. Og tað var tað als ongin orsøk til.
Halt løgmann uttanfyri
Tí er hetta ein trupulleiki, sum er sjálvskaptur, heldur Zakarias Bech.
Sostatt heldur hann eisini, at tað er burturvið at kasta ábyrgdina yvir á Løgmann.
- Hetta er ein trupulleiki, sum Sambandsflokkurin sjálvur hevur skapt og eigur einsamallur og tí er tað skeivt at kasta alt yvir á løgmann.
Tí er hetta eisini ein trupulleiki, sum Sambandsflokkurin eigur at loysa einsamallur. Løgmaður hevur bara eina uppgávu í hesum sambandi og tað er at tilnevna tann landsstýrismannin, sum Sambandsflokkurin vísur á. At skjóta ábyrgdina yvir á løgmann og sostatt yvir at alla samgonguna, er púra skeivt, heldur Zakarias Bech.
Hinvegin heldur hann, at skal ein løgtingsmaður verða landsstýrismaður, skal tað vera ein sambandsmaður, sum aftur tekur sæti á Løgtingi.
- Vit hava øll okkara hugsan um ymisk viðurskifti. Men í Sambandsflokkinum hava vit havt ov nógvar trupulleikar.
Men hann vil ikki siga um hann heldur, at flokkurin kundi havt gott av fingið eina nýggja leiðslu.
- Leiðslan er vald av einum meiriluta og longri er tann søgan ikki, sigur formaðurin í valfelagnum í Suðuroy.










