men tað, sum sæst á myndini, hevur altíð itið Inni í Firði (í Kollafirði), og hongur saman við tí, at fyrr var bygdin í tveimum: Úti og Inni í Firði. Øll Líðin og meira til lá tá óbygd. Áðrenn meira [...] gjørd, má rættleikin í navnatilfarinum setast í hásætið. Privat áhugamál og óheimilaðar snaringar eiga á ongan hátt at sleppa framat har. Áskriftin átti at verið: Inni í Firði í Kollafirði. Uttast [...] (vindeyga í galvinum). Tað var skúlastovan Inni í Firði. Her eru nakrar heimildir, sum styðja tað, eg royni at siga: Jørgen Jørgensen Landt (1752-1804) var prestur í Norðurstreymoy1791-98, og í 1800 kom
tað einfalt vælljómandi og ofta byggir á fólkatónleik. Á stóru Brahms-konsertini í Norðurlandahúsinum í kvøld kl. 19.30 og í morgin kl. 16.00 verða trý verk eftir Johs. Brahms at hoyra. Akademische Festouverture [...] til oriatoriimeistaran G. Fr. Händel. Messan er í sjey pørtum, og hon víkur soleiðis longu í sínum formi frá traditionellu 5-parta katólsku messunum. Eisini í innihaldinum gongur Brahms egnar leiðir. Teksturin [...] tónleikur eftir Brahms. Johannes Brahms (1833?97) varð føddur og barnvaksin í Hamborg, men livdi og virkaði mesta av ævi sínari í Wien. Brahms fekk sín fyrsta týðandi íblástur frá tí um 20 ár eldra samtí
friður av landskappingini í fótbólti síðani síðsta vikuskiftið í juni, verður í hesum vikuskiftinum lagt til brots aftur, og so verður ikki helmað í fyrrenn fyrsta leygardagin í oktober, tá átjanda og síðsta [...] Hansen, verður ikki við í morgin. Hann skal giftast Birgith Ryan, sum hevur spælt nógv við KÍ, í dag, og allir 1. liðshópurin hjá KÍ fer til Viðareiðis í brúdleyp í kvøld, áðrenn teir í morgin skulu út á grasið [...] og hann fer at spæla í morgin ? um spæliloyvið verður fingið uppá pláss. Í Vági skulu teir royna at venda óhepnu gongdini. Magni Mohr er heima í summarfrí, og hann fer at spæla í august mánað. Tórður Holm
rann upp sum runnur úr turrari jørð í Søldarfirði, táið ein drongur, sum hevði hildið til í fjareystri í eina tíð, setti sær fyri at fáa lív í eina gamla fimleikahøll í bygdini. At ung og gomul fóru at valfarta [...] síðan, tá heimurin allur stóð í einari orrustu. Tað er partur av lívinum hjá øllum livandi verum, at tær flyta seg – eru í rørslu. Meiri og minni. Í arbeiði, á veiðiferð og í leiki. Sum samfelagsmynstrið [...] kommunur/býir í landinum, eiga vit eitt serstakliga virkið ítróttarlív. Í 17 virknum feløgunum við omanfyri 22 hundrað felagslimum er ítróttur ein veruleiki sólarringin á tamb í økinum, hóast menningin í fólkatali
Føðingardagin heldur hann í dag, tá ið tað fyrst verður opið hús heima í Lambagerði 1 frá klokkan 10 til 14 og síðani, tá ið hann letur framsýning upp í Gallerí Focus í Gríms Kambansgøtu. Har verður opið [...] steinprent. Í 1984 var hann á grafiskum skeiði í Finnlandi. Tíðin í Keypmannahavn og útbúgvingin á kongaliga akademinum og mongu ferðirnar, sum Amariel hevur gjørt eitt nú longri suðuri í Europa, har hann [...] tók fyrstu fetini inn í listarheimin. Pápin átti deksbátin Norðan, sum hoyrdi til myndina á vánni í Klaksvík. Amariel vaks upp í útróðrarumhvørvinum á Stongunum, og Norðan, Vágin í Klaksvík og serliga
leggja til síðis í góðum tíðum, fyri at hava at standa í móti við í ringum tíðum. Tað kunnu flest øll eisini nikka jaliga við til. Men, enn einaferð má bara staðfestast, at politiska skipanin í Føroyum, ikki [...] ikki í nóg góðan mun hevur megnað hetta. Hesum vilja vit í Framsókn nú tryggja við lóg. Eini lóg, vit rópa fyri konjunkturjavningarlógina. Endamálið við lógini er í stuttum, at politiska skipanin í góðum [...] føroyskt samfelag vil í longdini verða eitt nógv betri samfelag fyri allar borgarar í Føroyum. Politiska skipanin skal trýstast til at leggja til síðis í góðum tíðum, fyri síðan at brúka í ringum tíðum. Hetta
sær, og tað hevur Janus Kjærbo eisini. Jugoslavarnir stríðast báðir við skaða. Tá VB spældi í landskappingini í Gundadali fyrr í summar, vann B36 4-0. Í fjør vann B36 3-1 í Vági, og í fyrraárið vunnu teir [...] meistaraliðnum í Gundadali, tí í síðsta umfarinum skal B36 spæla á Sandi. Og um B36 vinnur FM í morgin, so kunnu eisini øll tey koma niðan, tá vit skulu spæla ímóti HB, sum vit hoyra um ikki hava torað í Gundadal [...] teir 2-1 á Sumba/VB. Í 1993 vann B36 1-0 á VB í Vági. Síðsta ferðin VB fekk stig á heimavølli ímóti B36 var í 1992, tá úrslitið var 0-0, og síðsta VB sigurin finna vit í 1990, tá vágbingar vunnu 3-1.
stóru menn fara í so harðliga í hann í luftduellunum. Var fluttur longur aftur á vøllin í seinna hálvleiki og megnaði at fylla onkur av tómu økjunum, sum skotar høvdu gjørt sær dælt av í fyrra hálvleiki [...] bjargingar í seinna hálvleiki, sum forðaðu fyri einum enn størri skrædli. Jákup á Borg Skotar royndu ofta at bróta ígjøgnum í síðuni hjá Jákupi, og serliga í fyrra hálvleiki var tað strævið hjá honum. Í seinna [...] hevði kós í málhornið, men málmaðurin sló bóltin til horna. Janus Joensen Hevur ikki sannført um sín leiklut á liðnum, hóast hann hesaferð spældi nakað fríari í seinna hálvleiki, enn hann gjørdi í fyrra hesaferð
stórt lop rætta vegin í rating. Í seinasta talvinum í gjár vann Janus Skaale við svørtum á Andriasi Danielsen. Rógvi enn á odda Í almenna bólkinum er Rógvi Mørkøre enn fremstur, men í gjár megnaði hann ikki [...] Talvsambandið: Høgni Egilstoft Nielsen er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi, sum í hesum døgum verður telvað á Eiði. Undan talvunum í gjár hevði Høgni fult stigatal, men tað sama hevði sera evnaríki [...] inni á f2. Í staðin fyri at taka rókin við konginum valdi Hans Kristian tó at flyta kongin undan í staðin, og tað var ein stórur feilur. Fáar leikir seinni hevði hann lagt kongin, og Høgni er í stórum stíli
traðarbrúkinum og var formaður í Traðarmannafelagnum í Havn í fleiri ár. Fyri Traðarmannafelagið sat hann í Jarðaráðnum. Hann legði sær stóra trøð inn úti í Vikanum í Havnardali. Í 1963 varð Ólastova seld til [...] tvær kýr í Ólastovu. Skrínið av burturgingna bátinum bjargaði tjørnuvíkingum Í mun til faðirin hevði Dia ringa sjóeydnu. Tað komst av eini ferð, tá ið hann hevði verið í grind. Stór grind var deyð í Miðvági [...] giftust inn í Ólastovu, har teir elstu synirnir Johan Frits (1918-?) og Hans Andreas (1920-?) vóru føddir. Kristian í Ólastova flutti til Suðuroyar í 1920, tá ið hann gjørdist sýslumaður har. Kristian í Ólastovu