Okkum tørvar ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk

Janus Rein, Løgtingsmaður, Framsókn
-----------



Sjáldan hevur føroyska samfelagið skríggjað so hart eftir einum ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki sum í hesum døgum. Búskaparliga støðan í dag er úrslit av áralongum fíggjarligum hugsjónarloysi og fíggjarpolitisku svarini hjá samgonguni til átrokandi trupulleikarnar í føroyska samfelagnum raka meint.
Til tess at tryggja okkum, at føroyska samfelagið ikki endar í tílíkari støðu aftur, eigur politiski myndugleikin at venda eyguni ímóti løgtingsuppskotinum hjá Framsókn um konjunkturjavningarlóg. Konjunkturjavningarlógin er rætti lútur í fíggjarligum rembingartíðum.
Hetta lógaruppskot snýr seg í stuttum um konjunktur mótgangandi fíggjarpolitik, ella eitt sindur annarleiðis sagt, ein lóg um ábyrgdarfullan fíggjarpolitik.

Tørvurin á einari konjunkturjavningarlóg er ikki nýggjur. Føroyska samfelagið hevur eftir hondini sera ofta skift at vera millum búskaparligum hæddum og dølum. Vit minnast øll aftur á góðu og glaðu 80 árini, og avleiðingar av búskaparliga ørskapinum, sum vit sóu fyrst í nítiárunum. Aftur í nullunum, frá 2004-2008, var aftur ferð á búskapinum. Politiska skipanin helt at trøini fóru at vaksa upp í himmalin, og heldur enn at halda aftur, grýtti politiska skipanin olju á bálið við at brúka allan peningin, ið kom inn. Úrslitið kenna vit øll: Ein longu upphitaður búskapur bleiv enn heitari við at økja um landsins útreiðslur við nærum eini milliard. Landsins útreiðslur vuksu úr 3,6 mia upp í 4,5 mia. Hetta er tað, sum á fakmáli rópast konjunktur viðgangandi fíggjarpolitikkur.
Politiska skipanin slikkar sárini.
Nú slikkar skipanin sárini eftir skeiva fíggjarpolitikkin í nullunum. Úrslitið av politikkinum er, at vit í dag hava eitt øgiligt prístrýst. Alt gjørdist dýrari; nógv dýrari. Høga prísstøðið, sum er ein beinleiðis avleiðing av ábyrgdarleysa politikkinum. Tølini tala sítt sanna mál. Í 2012 kostar tað meira enn 5 mia at reka almennu Føroyar. Inntøkurnar vuksu ikki upp í himmalin; tær steðgaðu upp, og byrjaðu eisini beinleiðis at minka. Realiteturin í dag er tískil, at almennu Føroyar mugu læna pening til forbrúk. Ein vanlig føroysk familja hevði helst fingið fótin í reyvina og út, um hon fór í sín banka við tílíkari umbøn. Ikki tí, almennu Føroyar eru nú noyddar at gera hetta, tí alternativið í verandi løtu er nógv verri. Men, vit skulu altso minnast til, at hetta forbrúkið einaferð skal gjaldast aftur, við rentum! Tað fer at lama føroyska samfelagið í mong ár fram yvir.

Mugu leggja til síðis
Øll kenna vit vísdómsorðini úr fyrstu Mósebók um, at eftir sjey góð ár koma sjey ring ár, t.v.s. at vit eftirhondini hava kent til hetta fyribrigdið í fleiri túsund ár. Men, føroyska politiska skipanin hevur anno 2012 enn ikki rættuliga megnað at praktisera henda kendsgerning. Okkum tørvar stutt sagt at leggja til síðis í góðum tíðum, fyri at hava at standa í móti við í ringum tíðum. Tað kunnu flest øll eisini nikka jaliga við til. Men, enn einaferð má bara staðfestast, at politiska skipanin í Føroyum, ikki bara seinastu 6-8 árini, men gjøgnum mong harrans ár, als ikki í nóg góðan mun hevur megnað hetta.
Hesum vilja vit í Framsókn nú tryggja við lóg. Eini lóg, vit rópa fyri konjunkturjavningarlógina. Endamálið við lógini er í stuttum, at politiska skipanin í góðum tíðum fær avmarkingar á, hvussu nógv hon kann hækkað um almennu nýtsluna. Síðan skulu inntøkurnar setast til síðis til at brúka í verri tíðum. Tú kanst siga, at tú tekur broddin av yvirupphitingini í góðum tíðum, og setir gongd á hjólini í verri tíðum. Hetta verður á fakmáli rópt konjunkturmótgangandi fíggjarpolitikkur. Eg kallið tað ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur.
Okkara modell snýr seg stutt um, at útreiðslurnar í einum fíggjarári ikki kunnu vera hægri enn meðalinntøkurnar seinastu trý árini (vekta mest á farna árið). Hevði hesin fíggjarpolitikkur verið rikin í árunum 2004-2008, hevði upphitingin og prístrýstið ongantíð verið tað, vit síggja í dag. Samstundis høvdu almennu Føroyar havt hundratals milliónir tøkar á bók at brúka nú í hesum búskaparligu sváru tíðum. Ein slík konjunkturjavningarlóg hevði verið kærkomin í dag.
Nú er støðan tann, at samstundis, sum búskapurin minkar, gera almennu Føroyar eina ringa støðu enn verri við at minka nógv um sín karm, tí tað ikki hevur lagt pening til síðis at standa ímóti við. Hetta sendir panikk og ótta út í samfelagið. Høvdu almennu Føroyar í staðin, sum vit skjóta upp, arbeitt við konjunkturmótgangandi fíggjarpolitikki, høvdu almennu Føroyar havt pening til at minka um negativa búskaparsveiggið, og harvið eisini minka um óttan í samfelagnum. Vit høvdu í dag havt eitt nógv betri, sterkari og fíggjarligt stabilt samfelag.
Tað er eitt hjartamál hjá Framsókn at hava ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk í Føroyum. Eitt fíggjarligt stabilt føroyskt samfelag vil í longdini verða eitt nógv betri samfelag fyri allar borgarar í Føroyum. Politiska skipanin skal trýstast til at leggja til síðis í góðum tíðum, fyri síðan at brúka í ringum tíðum. Hetta hevur politiska skipanin í Føroyum síðan tíðarinnar morgun ikki megnað. Tí skulu vit hava konjunkturjavningarlógina. Vit skulu hava lógina um ábyrgdarfullan fíggjarpolitik.