Skrínið av buturgingna bátinum bjargaði tjørnuvíkskingum til lands

Seinast greiddu vit frá Christian í Ólastovu. Hesa ferð er frásøgnin um son hansara Hans Andreas Djurhuus, sum var pápi Christian Djurhuus, løgmann

Fyrst eitt sindur um Ólastovu

Ólastova er eitt av teimum gomlu húsunum í Havnini, sum bera mannsnavn við stovuheitinum afturat. Hon stóð fyrr eitt sindur burturgoymd aftanfyri húsunum hjá Heimavirkinum, men tá tær seinastu havnabyggingarnar vóru framdar, og neyst, pakkhús og aðrir bygningar vóru tiknir niður, kom hon at standa í fremsta rað á Kongabrúnni. Hóast hon sýnist lítil og eitt sindur kroyst svarttjørað ímillum teir stóru hvítu byggningarnar, miðfyrisitingin hjá Tryggingarsamandinum og Stefansons hús, so munnu tó tey flestu, sum hava gingið eftir Kongabrúnni, hava sæð hana.

 

Men tað var kaldbaksmaðurin og timburmaðurin Daniel Pedersen, føddur í 1789 slektaður av Sólgørðum, sum í 1825 keypti eina gróthúsgrund og bygdi sær hús á hesa.

 

Hann flutti eini hús, sum kallaðist Ólastova og settu hana á hesa grund. 25. november 1830 giftust Daniel Pedersen og Johanna Johannesdatter í Kaldbaks kirkju, og tey fluttu inn í Ólastovu. Johanna, doypt 19. september 1802, var slektað úr Vestmanna. Sambart dópsbræv hennara datt faðir hennara oman í bjørgunum, meðan mamman gekk við henni, hon var sostatt fødd faðirleys. Eini barnleys hjún, Óli Hansen úr Sandavági og Anne Marie Joensdatter úr Vestmanna, tóku hana til fosturs. Tey vóru eina tíð uppisitarar á amtmannsgarðinum í Álakeri; men á gamalsárum flyta tey inn til fosturdóttrina í Ólastovu. Tað kann eisini vera hesin Óli Hansen, sum hevur givið húsinum navnið.

 

Dánial umvældi bátar inni í tí rúmliga kjallaranum, eisini arbeiddi hann við annað vanligt timburarbeiði. Harumframt var hann eisini kallsmaður og sýnismaður hjá Kongaliga handlinum. Ein dóttir teirra var Anne Marie Christine, sun giftist við Christiani í Áarstovu.

 

Fingu bert ein son

Anna Maria og Kristian fingu bert ein son, sum var Hans Andrias Djurhuus,

Dia í Ólastovu (1869-1949). Hann var giftist við Ellen Cathrine Larsen, (1869-1937), úr Gjørðum í Porkeri. Hans Andreas var avlærdur timburmaður og var ímillum teir, sum smíðaðu bakarahandilin hjá Frants Restorff og Sanatoriið í Hoydølum. Í fleiri ár var hann vitapassari á Skansanum og løgtingsmaður eina setu. Eisini legði hann eins og faðirin traðir inn. Hann hevði so mikið av jørð, at tey høvdu tvær kýr í Ólastovu.

 

Skrínið av burturgingna bátinum bjargaði tjørnuvíkingum

Í mun til faðirin hevði Dia ringa sjóeydnu. Tað komst av eini ferð, tá ið hann hevði verið í grind. Stór grind var deyð í Miðvági (540 hvalir) Ólavsøkudag 1895. Teir høvdu verið sjey mans har vesturi við einum áttamannafari og róðu nú aftur til Havnar við nítjan skinnum av grind umborð. Komnir út fyri Sveipini millum Kirkjubønes og Glyvurnes tók báturin sjógv inn og fór síðani runt. Tað eydnaðist teimum at koma upp á kjøl, og róku teir nú út við eystfallinum. Tað róðu fleiri bátar framm við uttan at bera eyga við teir, inntil ein hoyvíksbátur sá teir og tók teir upp. Tá vóru teir bert tveir eftir, Dia og Niels á Bakka (Niels Debes). Teir, sum sjólótust, vóru Ludvig Thomsen, C. P. Ziska, Jacob Jacobsen (Jáku á Mýrini), Poul Johannes Poulsen (á Kletti) og Janus Hansen (á Bakka). Hendan hendingin tók Dia so fast, at hann ongantíð fór á bát aftur.

 

Báturin og alt, sum var umborð á bátinum, bleiv burtur. Seks vikur seinri vóru tjørnuvíkingar á útróðri á Norðhavinum. Knappliga kom mjørki á teir. Stilli var, so teir høvdu einki at miða seg eftir, og teir gjørdu av at bíða, til tað lætti aftur. Meðan teir bíða kemur okkurt rekandi fram við, og tað vísir seg at vera útróðrarskrínið hjá Dia við kumpassini í. Við henni kundu teir so rógva inn aftur. Kistan kom so aftur í Ólastovu og er til enn.

 

Sonurin gjørdist løgmaður

Synir Hans Andreas vóru Christian (Kristian í Ólastovu) føddur 1895 giftur við Onnu Margrethe Nielsen fødd 1893 í Heiðunum, Johan føddur 1897, sum doyði ógiftur 21 ára gamal og Johannes Martin (Martin í Ólastovu) føddur 1900, giftur við Edel Kristine Mortensen, fødd 1907 á Tvøroyri.

 

Kristian og Margretha giftust inn í Ólastovu, har teir elstu synirnir Johan Frits (1918-?) og Hans Andreas (1920-?) vóru føddir. Kristian í Ólastova flutti til Suðuroyar í 1920, tá ið hann gjørdist sýslumaður har. Kristian í Ólastovu man vera meira kendur sum løgtings- og løgmaður í nógv ár. Hugin til at dyrka úr nýggjum tók hann við til Suðuroyar, har hann legði stórar traðir inn.

 

Martin í Ólastovu, postmeistarin, hevði eisini stóran áhuga fyri traðarbrúkinum og var formaður í Traðarmannafelagnum í Havn í fleiri ár. Fyri Traðarmannafelagið sat hann í Jarðaráðnum. Hann legði sær stóra trøð inn úti í Vikanum í Havnardali.

 

 

Í 1963 varð Ólastova seld til Tryggingarsambandið Føroyar. Tryggingarsambandið lat Ólastovu til Føroya Fornminnisfelag, sum hevur umvælt bæði uttan og innan til prýðis fyri havnarlagið.

 

 

 

Keldur:

Høgni Djurhuus

FF-blaðið

 

Komandi frásøgn:

Komandi hósdag verður frásøgn um Daniel J. Danielsen, trúboðara. Hansara søga er so áhugaverd, at tríggjar tær fylgjandi Miðvikurnar verða um hann. Her er ein sera spennandi frásøgn um hansara virki sum trúboðari í Congo 1901-1903, har hann mestsum gjørdist ein partur av heimssøguni.