Jákup Mikkelsen
Hevði hondina á fimm av seks bóltunum, sum fóru í málið. Var um reppið at bjarga báðum brotsspørkunum, men báðir bóltarnir sníktu seg inn undir hann. Hevði hann havt ein av sínum bestu døgum, so høvdu skotar ikki skorað seks ferðir. Hevði tvær sera góðar bjargingar í seinna hálvleiki, sum forðaðu fyri einum enn størri skrædli.
Jákup á Borg
Skotar royndu ofta at bróta ígjøgnum í síðuni hjá Jákupi, og serliga í fyrra hálvleiki var tað strævið hjá honum. Í seinna hálvleiki fall ferðin nakað, men James McFadden var ringur at halda. Sparkaði tvey tey fyrstu hornaspørkini hjá Føroyum, men tey komu ikki innfyri. Hevði eitt gott innlegg frá hornasparki í seinna hálvleiki.
Óli Johannesen
Royndi at halda saman upp á føroysku verjuna, men tað gekk ikki so væl í fyrra hálvleiki. Gjørdi brotsspark, sum kanska ikki skuldi verið dømt. Kláraði ikki at halda Boyd, tá ið hann rann frá verjuni og skoraði til 4-0. Tað gekk betur at verja í seinna hálvleiki, tá ið føroyska liðið lá longur afturi á vøllinum.
Atli Danielsen
Gjørdi brotsspark annan dystin á rað, men støðan var sera óheppin, tá ið Fletcher sparkaði bóltin á hondina á honum. Hevði trupulleikar í fyrra hálvleiki, men spældi heldur frægari í seinna, tá ið hann fleiri ferðir vardi fyri innleggum. Var tann føroyski spælarin, sum slapp nógv frægast frá at taka sær av deyðbóltum. Eina frísparksroyndin hevði kós í málhornið, men málmaðurin sló bóltin til horna.
Janus Joensen
Hevur ikki sannført um sín leiklut á liðnum, hóast hann hesaferð spældi nakað fríari í seinna hálvleiki, enn hann gjørdi í fyrra hesaferð. Skuldi í 18. minutti taka fríspark á egnari hálvu, men tað var eitt sindur pínligt, at hann ikki rakti bóltin serliga væl, og skotar fóru í kontra.
Pauli G. Hansen
Helst frægasti føroyski spælarin í hesum dystinum. Var tann, sum fekk glið á føroyska samanspælið í seinna hálvleiki. Byrjaði dystin illa við eini vandamiklari feilavlevering við egnan brotsteig eftir seks minuttir. Tykist ikki fara í so nógvar nærdystir, men liggur heldur og lúrir eftir at leggja ímillum avleveringar.
Fróði Benjaminsen
Enn einaferð kundi staðfestast, at Fróði spælir ikki á tí støðinum, sum hann áður hevur gjørt. Møguliga er hann ikki komin heilt á toppin eftir skaða fyrr í summar, og í fyrra hálvleiki fekk hann lítið gjørt fyri at verja fyri spælinum hjá besta skotska spælaanum, Fletcher, sum fekk góðan frið at bjóða seg til og renna í dýbdina. Fróði fór fleiri ferðir í nærdystir og niður í taklingar, men tað gekk ikki bara væl við tí.
Rógvi Jacobsen
Var fluttur úr álopinum og aftur á miðvøllin, og tað var ivaleyst eitt gott trekk. Rógvi søkti allar luftbóltarnar, og hann vann nógvar av teimum. Fekk eisini onkur fríspark, tá ið skotar lótu sínar stóru menn fara í so harðliga í hann í luftduellunum. Var fluttur longur aftur á vøllin í seinna hálvleiki og megnaði at fylla onkur av tómu økjunum, sum skotar høvdu gjørt sær dælt av í fyrra hálvleiki.
Julian Johnsson
Var tikin við á landsliðið aftur, tí liðið hevði brúk fyri einum stríðsmanni. Julian varð settur at spæla í høgru síðu, og tað gekk ikki serliga væl. Julian var rundaður, tá ið skotar skoraðu fyrsta málið, og hann vann ikki nærdystir í sama mun, sum hann plagdi at gera í gomlum døgum. Gekk heldur frægari hjá honum eftir steðgin, men hann er ikki enn komin í toppform eftir drúgvan knæskaða.
Jónhard Fredriksberg
Varð settur at spæla í vinstru síðu, har hann ikki hevur spælt serliga nógv áður. Eisini her var ein spælari valdur, sum kundi arbeiða hart, og tað gjørdi Jónhard. Hann var ikki serliga heppin við atsóknunum fram eftir vøllinum, og tað gekk ikki allatíðina væl í verjupartinum. Men hann gav ongantíð upp og stríddist fyri seg, líka til hann varð skiftur út eftir ein tíma.
Christian Høgni Jacobsen
Hevði tað trupult í álopinum, har hann skuldi royna at renna bóltarnar upp, sum Rógvi ella Julian snittaðu víðari. Hevði bestu føroysku royndina í fyrra hálvleiki, men skotið fór sendandi fram við málinum. Misti eitt sindur mótið sum dysturin leið, og um hann hevði verið vaks allatíðina, kundi tað umsíðir havt eydnast at fingið onkran møguleika.
Hanus Thorleifsson
Spældi sín fyrsta dyst á føroyska a-landsliðnum og var líka við at skora í seinna hálvleiki, tá ið drønskotið hjá honum streyk fram við málinum. Var arbeiðssamur og tordi eisini at reika eitt sindur á miðvøllinum.
Símun Samuelsen
Var settur av liðnum eftir dystin ímóti Georgia, men fekk eitt korter á vøllinum hesaferð. Gav dømi um sín skjótleika og bóltførleika seint í dystinum, tá ið hann varð sendur avstað í høgru og legði upp til Hanus, sum hevði góða skotroynd.
Kári Nielsen
Var eisini settur av eftir dystin ímóti Georgia, og hesaferð fekk hann bert góðar seks minuttir á vøllinum.