til fund fyri foreldrum at giktsjúkum børnum. Fundurin var í MBF húsunum, har umboð fyri Giktafelagið, foreldur og onnur áhugaði tosaðu saman um trupulleikar hjá børnum, ið hava liðagikt. Fyri fólk flest [...] samband við aldurdóm. Men so er ikki fyri øll. Í Føroyum, eins í londunum uttan um okkum, eru børn, ið á ungum árum fáa liðagikt. Ójavnt er hvussu sjúkan artar seg. Hjá summum ger hon so stóran skaða,
yvirhøvur gekk alt friðarliga fyri seg allastaðni - uttan á Tvøroyri. Har endaði dansurin í roki. Politiið mátti leggja upp í, og ein maður er tikin. Hann er nú skuldsettur fyri harðskap. Tað vóru fleiri mans [...] gjørdi um seg Ein annar breyt eina tonn. Maðurin, sum beit, varð tikin heima eitt sindur aftaná og settur ú varðhald um náttina. Hann slapp útaftur á miðdegi í gjár, men er skuldsettur fyri harðskap. Annars [...] harðskapur hevur havt lyndi til at vinda uppá seg í Suðuroynni, uttan at hann dugir at siga, hví hetta er so. Men tíbetur hevur tað oftast lítið uppá seg. Aloftast er brennivín uppi í. Tað var tað eisini
ungum fólki úr Svøríki, sum nevna seg Fältbiologerna, koma at vitja í Føroyum í døgunum 15. til 29. juni. Fältbiologerna er ein landsumfatandi felagsskapur í Svøríki fyri ungfólk, sum hava áhuga í náttúru [...] Vágum, í Norðoyggjum, í Eysturoy og í Streymoynni. Á ferðini í Føroyum ætla tey at skipa fyri tveimum fundum fyri øllum, sum hava áhuga. Leiðarin á ferðini er Jenny Åbrg, sum ein vetur gekk á Føroya Fó [...] samband við ung í Føroyum, sum hava áhuga í náttúru og umhvørvinum. Í døgunum 21.-26. juni verður skipað fyri eini legu á Skótadeplinum á Selatrað, har tey búgva í tjaldi og annars at hava eina áhugaverda skrá
ungur maður fyri borð í myrkrinum úti á Ytra banka, men hann varð bjargaður. Fram og Pelagos, sum partrola, vóru hetta kvøldið lidnir at toga, og tveir mans vóru farnir í gummibátin, fyri at lossa yvir [...] og flutti hann inn á Havnina. Maðurin var skelkaður av hendingini, hevði ilt fyri bringuni og hevði fingið nógvan skelk í seg. Hann vareð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men er útskrivaður aftur [...] yvir í Pelagos. Tá annar skuldi kasta endan yvir í Pelagos, fór hann fyri borð. Tað var myrkt, og ljóskastarin virkaði ikki, tá teir skuldu kasta eina línu til hansara. Til endans fingu teir fast á mannin
Bókin ?Ættarsambandið við Nólsoyar Páll er nú komin, og hon verður løgd fram fyri áhugaðum í Norðurlandahúsinum mikukvøldið kl. 19.30. Nógir føroyingar eru í ætt við Nólsoyar Páll, men ikki øll vita at [...] at siga nágreiniliga, vussu sambandið er. Tað fáa tey at vita í hesi bókini, og tað vísir seg, at yvir 4000 fólk um allar Føroyar og úti um lond kunnu rokna Nólsoyar Páll sum ættarfaðir sín. Á samkomuni [...] bókini og frá arbeiðinum at savna tilfarið saman, eitt arbeiði, sum Anna Sofíaa í Vági hevur staðið fyri. Steinbjørn B. Jacobsen hevur hugleiðingar um Nólsoyar Páll, og Havnarkórið syngur.
vísa uppskotinum aftur. Feløgini siga seg ikki ivast í, at fær landsstýrismaðurin fyrst meiraluta fyri uppskotinum um at skerja fólkapensiónirnar, so er vandi fyri, at hesin ódámligi politikkur heldur fram [...] teimum ófaklærdu í nøkur ár hevur havt ein eftirlønargrunn, og nú standa flestu av hinum feløgunum fyri at seta á stovn líknandi grunnar. Ætlanin við hesum eftirlønargrunnum hjá teimum ófaklærdu er, at
Eg havi fyribils kallað teir stuttu tíðindastubbarnir fyri "smátíðindi". Kom við einum uppskotið, um tú hevur eitt betri orð. Send uppskot til poul@faroenet.fo
úttalilsi, tí føroyingar skulu nú klára seg sjálvar. Hann vísti á, at vit mugu nú vísa, at vit duga at seta pengar av til ring ár og metti sjálvur, at vit verða førir fyri at fyrireika okkum til at uppliva fleiri [...] kredittvirðið í tí landinum, sum hann stýrir, er so gott sum møguligt, og at tú hevur so nógvar møguleikar fyri kredittum sum tilber. -Eg kann ikki góðtaka slíkt. Tað er ein primitiv tjóðveldisuppfatan at siga [...] Og entá við rokfiskiskapi. Jóannes Eidesgaard heldur tað vera beinleiðis ábyrgdarleyst at úttala seg so, tí øll vita, at tað skal so ómetaliga lítið til í okkara samfelag, at landshúsarhaldið aftur gevur
hesum ? á helluni beint uttan fyri Varmakeldu, so fært tú kenslu av, at staðið andar av søgu. Tað finnast fleiri frásagnir um, hvussu fólk í gomlum døgum komu saman her, summi fyri at fáa sær vatn úr kelduni [...] hoyrt hiðani. Fyri stuttum var ein málningur av Jógvani Waagstein at síggja í Dimmalætting í sambandi við skriving um Varmakeldu. Hesin sýnir dansiring á helluni, árabátar, ið liggja úti fyri, meðan tú fremst [...] heilsubót, ella tóku vatn heim við sær til onkran, ið lá sjúkur heima. Eisini komu fólk saman her fyri at hitta vinir og kenningar Gomlu Jóansøkunátt, sum er náttin til 4. juli. Tey hildu sær at gaman
Helsinki, eitt tivoli, og ein djóragarð. Minni fyri lívið Fleiri føroyingar hava tikið lut á hesi stevnuni fyrr og sum skilst er tað eitt upplivilsi fyri lívið. Sigmundur var sum vera man ógvuliga spentur [...] donsku børnini og Sigmund gista øll saman og tveir leiðarar úr Danmark eru við. Hvønn dag verður skipað fyri workshops, har 20 børn úr 10 ymiskum londum taka lut. Seinnapartar er Skills workshop, har børnini [...] kundu fara inn í ein buss at bíða. Um Sigmundur ætlar at gera meiri við sjónleikin og kanska útbúgva seg sum sjónleikara, tá ið hann verður vaksin, sigur hann. Eg rokni ikki við, at man kann liva av tí