Tað eru ikki bara fakfeløgini, sum mótmæla ætlanini hjá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum, um at mótrokna pening, sum fólk fáa úr eftirlønargrunnunum hjá fakfeløgunum, skal mótroknast í fólkapensiónini.
Løgtingið hevur eisini fingið eitt mótmælisskriv, sum umframt sjey fakfeløg bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag hava undirskrivað.
Í mótmælinum verður sagt, at tey hava havt fund og hava avgjørt hartðliga at mótmæla at frammanfyri nevndu ætlanir verða framdar.
Nevnt verður, at eitt av feløgunum hjá teimum ófaklærdu í nøkur ár hevur havt ein eftirlønargrunn, og nú standa flestu av hinum feløgunum fyri at seta á stovn líknandi grunnar.
Ætlanin við hesum eftirlønargrunnum hjá teimum ófaklærdu er, at peningurin sum verður goldin limunum úr grunnunum skal verða eitt ískoyti til fólkapensiónina, hetta sum ein tiltrongdur bati av umstøðunum hjá hesum borgarum í aldurdómi teirra.
- Grundin til mótmæli okkara er, at umframt, at talan her er um brot á grundlógarleggjandi rættindi hjá tí einstaka borgaranum, sum í eitt heilt lív, við skatti sínum hevur stuðlað samfelagnum, so er her eisini talan um beinleiðis ágang móti teimum, sum hava roynt at tryggja sær sømilig kor í aldurdóminum.
- Serliga ódámlig er ætlanin um at broyta fólkapensiónina, tá vit hava í huga, at hesar broytingar ikki eru ætlaðar at bøta um fólkapensiónirnar hjá teimum, sum onga eftirløn fáa, men hinvegin er ætlað til at fíggja uml. 12 mill. krónur, sum landsstýrismaðurin sigur íresta á øðrum pørtum av málsøki hansara. Møguleiki eigur at vera, at finna hesa upphædd aðrastaðni, uttan at hetta skal raka fólkapensionistar okkara, siga feløgini, sum heita á flokkarnar á tingi um at vísa uppskotinum aftur. Feløgini siga seg ikki ivast í, at fær landsstýrismaðurin fyrst meiraluta fyri uppskotinum um at skerja fólkapensiónirnar, so er vandi fyri, at hesin ódámligi politikkur heldur fram, og endin verður so helst, at eldru aldursbólkar okkara missa alla fólkapensión sína.
- Tað er sera umráðandi, at vit standa saman um at verja hendan veika samfelagsbólk, og vit vóna tí, at tinglimir síggja álvarsligu hóttanina, sum liggur í uppskotinum hjá landsstýrismanninum.
Mótmælið er undirskrivað av Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Arbeiðskvinnufelagnum Fjallbrúður, Føroya Handverkarafelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag.