Fór fyri borð

.

Randi Jacobsen


Hóskvøldið fór ein ungur maður fyri borð í myrkrinum úti á Ytra banka, men hann varð bjargaður.

Fram og Pelagos, sum partrola, vóru hetta kvøldið lidnir at toga, og tveir mans vóru farnir í gummibátin, fyri at lossa yvir í Pelagos.

Tá annar skuldi kasta endan yvir í Pelagos, fór hann fyri borð. Tað var myrkt, og ljóskastarin virkaði ikki, tá teir skuldu kasta eina línu til hansara. Til endans fingu teir fast á mannin, sum hevði ligið í meira enn eitt korter í sjónum - tíbetur í flótidrakt, og fingu hann umborð aftur á skipið.

Tjaldrið kom eftir manninum og flutti hann inn á Havnina.

Maðurin var skelkaður av hendingini, hevði ilt fyri bringuni og hevði fingið nógvan skelk í seg.

Hann vareð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men er útskrivaður aftur.