Bókin ?Ættarsambandið við Nólsoyar Páll er nú komin, og hon verður løgd fram fyri áhugaðum í Norðurlandahúsinum mikukvøldið kl. 19.30.
Nógir føroyingar eru í ætt við Nólsoyar Páll, men ikki øll vita at siga nágreiniliga, vussu sambandið er. Tað fáa tey at vita í hesi bókini, og tað vísir seg, at yvir 4000 fólk um allar Føroyar og úti um lond kunnu rokna Nólsoyar Páll sum ættarfaðir sín.
Á samkomuni mikukøldið sigur Zakarias Wang frá bókini og frá arbeiðinum at savna tilfarið saman, eitt arbeiði, sum Anna Sofíaa í Vági hevur staðið fyri. Steinbjørn B. Jacobsen hevur hugleiðingar um Nólsoyar Páll, og Havnarkórið syngur.