Politiið í Suðuroynni hevði úr at gera sunnunáttina.
Nógvur dansur var í oynni leygarkvøldið, men yvirhøvur gekk alt friðarliga fyri seg allastaðni - uttan á Tvøroyri.
Har endaði dansurin í roki.
Politiið mátti leggja upp í, og ein maður er tikin.
Hann er nú skuldsettur fyri harðskap.
Tað vóru fleiri mans uppi í slagsmáli,men tað var serliga tann eini, sum gjørdi um seg.
Í besta Mike Tyson-stíli beit hann ein mann í oyrað so at blóðið fleyt.
Hildið verður tó ikki, at petti fór úr oyranum. Hann læsti eisini tenninar um nasarnar á honum. Men hin slapp tó við einum skurðsli á nøsini.
Hesin,sum varð bitin, báðir var annars ikki ein av teimum, sum gjørdi um seg
Ein annar breyt eina tonn.
Maðurin, sum beit, varð tikin heima eitt sindur aftaná og settur ú varðhald um náttina. Hann slapp útaftur á miðdegi í gjár, men er skuldsettur fyri harðskap.
Annars sigur sýslumaðurin í Suðuroynni, at tað tíverri tykist sum um harðskapur hevur havt lyndi til at vinda uppá seg í Suðuroynni, uttan at hann dugir at siga, hví hetta er so. Men tíbetur hevur tað oftast lítið uppá seg.
Aloftast er brennivín uppi í. Tað var tað eisini hesuferð.