støðan er so hættislig, at Løgtingið skal kallast saman at gera enda á verkfallinum við lóg. Men Sirið Stenberg leggur afturat, at tað er eitt so víðgongt inntriv, at tað eigur bara at verða gjørt í heilt [...] í eini seinastu roynd at fáa enda á verkfallinum, áðrenn tað varð hert, men tað er nú greitt, at tann royndin er nú miseydnað. Ljósmøðurnar høvdu annars boðað frá, at tær fóru at herða verkfallið nú klokkan [...] klokkan 15 í dag og tá fóru tær at taka øll undantøk aftur. Og semingsroyndin í morgun var sostatt ein seinasti møguleiki at sleppa undan at verkfallið varð hert. Jóanis Erik Køtlum, stjóri fyri sjúkrahúsverkið
tað. Tosað hevur verið um, at starvsfólk hjá kommununi skulu hava súkklu til taks, fyri at sleppa undan at noyðast at fara í bili á fundir, og so víðari. Og tað er greitt, at tað eru nógvir bilar, talan [...] so at tað er skjótt at sleppa inn í býin. Annars hildu fólk, at yvirhøvur er ov langt ímillum túrarnar hjá bussunum, tí koyrdu teir tvær ferðir so títt, hevði tað verið munandi lættari hjá fólki at latið [...] enntá onkur sum helt, at í summum familjum hava tey tveir bilar, meststum av neyð, tí at busssambandið ikki er nóg gott. Ein annar møguleiki er eisini at hava súkklur til taks, so at fólk kunnu brúka tann
illgruna um, at hann hevði kenning. Løgreglan fór at leita, men tey funnu ikki bilføraran, so hann slapp. Hjá Løgregluni siga tey, at tað kemur meiri enn so fyri, at fólk ringja og boða frá, at bilførarar [...] bilførarar koyra við kenning - ella at tey hava illgruna um tað. Tað eru vit fegin um, tí vit halda ikki, at rúsdrekkakoyring eigur at verða góðtikin, sigur løgreglan. Tey siga, at tá ið tey fáa slíkar fráboðanir [...] var ringt at stýra beint, og tí koyrdi hann óstøðugt. So ístaðin fyrin fyri at vera tikin fyri rúsdrekkakoyring, fekk bilførarin bót fyri at koyra óforsvarliga, tí bilurin var ikki skikkaður at vera á vegnum
Eg havi fyrr víst á, at hetta fer at skeikla javnvágina ímillum miðstaðarøkið og útjaðaran, tí at pengar bert verða tiknir úr útjaðaranum, ímeðan miðstaðarøkið sleppur undan at lata eina krónu. Jógvan [...] Seinasti í røðini at finnast at uppskotinum er Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og formaður í Nýtt Sjálvstýri. Í lesarabrævið í morgun skrivar borgarstjórin, at broytingarnar í fíggjarl [...] fíggjarlógaruppskotinum er ein ábending um, at landsstýrið ynskir at taka frá útjaðaranum og geva til miðstaðarøkið. - Tað kann ikki passa, at ein samgonga, sum sigur seg leita eftir rættvísi og javnvág ímillum
lagt síðan, at eisini nátin byrjaði at minka, men eg haldi, at minkingin hevur verið sjónligari og hevur gingið skjótari tey seinnu árini. Harry Jensen sigur, at vanliga er nógvur náti at síggja í berginum [...] Harry Jensen vísir á, at skúvoyingar heldur ikki fara at fleyga lunda í ár. - Á grannastevnu í oynni er samtykt, at lundi í fyrsta lagi kann fleygast aftur næsta summar, eftir tá at hava verið friðaður í [...] tað heldur ikki serliga hugaligt at ræna longur. Hann vísir á, at í fjør fingu teir umleið 200 nátaegg, men fara vit eini 15-20 ár aftur í tíðina, plagdu skúvoyingar at fáa stívliga 1000 egg á somu sigum
ikki, at útbyggingarætlanin niðan fyri Skansan fekk serliga nógvar ákoyringar. Anna sigur, at fleiri, sum vóru við á fundinum, hildu, at verkætlanin er vøkur at síggja til og saktans kann koma at seta meira [...] vísir á, at talan er um eitt skitsuprojekt, ið ikki er endaligt, og hon heldur, at tað var tað vert at kalla saman til fundar fyri at fáa eina neyvari og greiðari mynd av tí, ið ætlanin er at gera. - Øll [...] limum felagsins. - Eg haldi, at vit høvdu ein góðan, siðiligan og upplýsandi fund, har høvi eisini var at seta spurningar og skifta orð um ætlaðu útbyggingina. Eingin sigur, at vit øll skulu vera samd í øllum
heldur, at Fólkaheilsuráðið eigur at taka sær av hesum arbeiðnum. Tí hevur hann ný heitt á Fólkaheilsuráðið um at fara undir eitt upplýsandi arbeiði við tí endamáli at fáa handlarnar sjálvodnar at broyta [...] ð hevur mælt honum til at taka stig fyri at minka um nýtsluna av orkudrykkum, serliga hjá børnum og teimum ungu. Fólkaheilsuráðið sigur, at børn og ung undir 18 ár, eiga ikki at drekka orkudrykkir yvirhøvur [...] áðið mælir ikki til at banna orkudrykkjum, men ráðið heldur ikki at tað er rætt, at orkudrykkir og sodavatn standa hvørt um annað á handilshillunum. Ti heldur Fólkaheilsuráðið, at orkudrykkir skulu standa
Forkvinnan vísir á, at bæði løgmaður og landsstýrisfólk eru á einum máli um, at ST sáttmálin eigur at vera vegvísarin til eitt betri samfelag fyri fólk við breki. Á fólkafundinum fer MBF eitt nú at skipa fyri [...] samfelagnum. Forkvinnan í MBF sigur, at tað er eitt ynski hjá felagnum, at eitt aðalráð fær ábyrgdina av ST-sáttmálanum. Hon vísir á, at felagið leggur nógva orku í, at fólk, sum bera brek, fáa arbeiðsmøguleikar [...] almenna og privata soleiðis, at hesi fíggjarliga gerast sjálvbjargin. - Vit ynskja øll at gerast sjálvbjargin, og tað er eisini eitt av okkara hjartamálum, at fólk við breki fáa høvi at gerast sjálvbjargin, leggur
- Vit duga væl at síggja, at tað er neyðugt, at lærarar samstarva við aðrar fakbólkar í skúlanum fyri at tryggja børnum og ungum eitt gott skúlatilboð. Tað staðfestir Maria V. Hansen, nevndarlimur í L [...] mótmæltu vit, at lærugreinir og linjugreinir, sum okkara fakbólkur ikki megnar at undirvísa í, vóru gjørdar til 10. floks næmingar.
- Men tað gera vit ikki, tí vit duga at síggja, at tíðirnar broytast [...] samstundis, at tey eru ikki bláoygd í Lærarafelagnum. - Tað skal eingin annar fakbólkur inn at gera okkara arbeiði, sum fyrst og fremst er at undirvísa í lógarkravdum lærugreinum, og at menna næmingarnar
Johannesen staðfestur, at tað er torført hjá fólki við lágari løn at fáa endarnar at røkka saman. - Tær inntøkurnar fingu ikki lut í flatskattinum og tí eiga vit at leggja skattin um, so at tær lægru inntøkurnar [...] gerast, uttan at marginalskatturin verður hækkaður. Hon sigur, at tað verður eisini neyðugt at broyta penssjónsskattin aftur, so at farið verður aftur til tað gamla, har pensjónistar rinda skatt, tá ið teir [...] er talsfólk fyri Javnaðarflokkin, siga í morgun, at tað verður neyðugt at broyta ógvuliga umstrídda flatskattin skipanina aftur. Sostatt bendir alt á, at verða Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin í eini samgongu