MBF, Meginfelag teirra Brekaðu, verður eisini millum feløgini, sum í ár luttekur á fólkafundinum í Runavík.
Á básinum fer at liggja nýtt MBF-blað við tilfari, sum er merkt av ST-sáttmálanum og ferðini, sum MBF gjørdi til Geneve við skuggafrágreiðingini.
Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, sigur, at tað hevur verið spennandi at fylgt við gongdini og eisini tí, sum seinastu mánaðirnar er sett á skinnarar.
- Víst er áhugin til staðar at betra um korini hjá teimum, sum bera brek, men enn er nakað eftir at vísa viljan í verki.
Forkvinnan vísir á, at bæði løgmaður og landsstýrisfólk eru á einum máli um, at ST sáttmálin eigur at vera vegvísarin til eitt betri samfelag fyri fólk við breki.
Á fólkafundinum fer MBF eitt nú at skipa fyri serstakari løtu fríggjadagin klokkan 16. Heitið á løtuni er “Eitt virðiligt lív".
Tóra við Keldu sigur, at leygardagin klokkan 17 verður spurningurin “ST-sáttmálin og hvat so?” reistur.
- Okkara hjartamál eru, at orðaður verður ein greiður brekpolitikkur, og at ein ítøkilig ætlan verður løgd fyri, hvussu ST-sáttmálin skal setast í verk í føroyska samfelagnum.
Forkvinnan í MBF sigur, at tað er eitt ynski hjá felagnum, at eitt aðalráð fær ábyrgdina av ST-sáttmálanum.
Hon vísir á, at felagið leggur nógva orku í, at fólk, sum bera brek, fáa arbeiðsmøguleikar innan tað almenna og privata soleiðis, at hesi fíggjarliga gerast sjálvbjargin.
- Vit ynskja øll at gerast sjálvbjargin, og tað er eisini eitt av okkara hjartamálum, at fólk við breki fáa høvi at gerast sjálvbjargin, leggur Tóra við Keldu aftrat,