- Vit duga væl at síggja, at tað er neyðugt, at lærarar samstarva við aðrar fakbólkar í skúlanum fyri at tryggja børnum og ungum eitt gott skúlatilboð. Tað staðfestir Maria V. Hansen, nevndarlimur í Lærarafelagnum í Skúlablaðnum.
- Bæði tá talan er um tilboð um forskúla, og 10. flokk, duga vit sum fakfelag at síggja tað góða og neyðuga í einum samstarvi við aðrar fakbólkar. Hon vísir á, at í summum skúlum eru onnur enn lærarar, sum undirvísa 10. flokki í øðrvísi og listarligum ella skapandi lærugreinunum, tí har krevst ofta serkunnleiki.
Var Føroya Lærarafelag var eitt betong fakfelag, mótmæltu vit, at lærugreinir og linjugreinir, sum okkara fakbólkur ikki megnar at undirvísa í, vóru gjørdar til 10. floks næmingar.
- Men tað gera vit ikki, tí vit duga at síggja, at tíðirnar broytast, og fólkaskúlin við.
Men hon staðfestir samstundis, at tey eru ikki bláoygd í Lærarafelagnum.
- Tað skal eingin annar fakbólkur inn at gera okkara arbeiði, sum fyrst og fremst er at undirvísa í lógarkravdum lærugreinum, og at menna næmingarnar til at gerast góðar borgarar í einum demokratiskum samfelagi, ger nevndarlimurin í Lærarafelagnum púra greitt. - Har eru vit fakfólk og duga best at loysa uppgávurnar, leggur hon afturat.
Hon vísir á, at í fólkaskúlalógini stendur greitt, at rættin at starvast í fólkaskúlanum hava tey, sum hava tikið prógv sum lærari.
- Mentamálaráðið og Føroya Lærarafelag hava gjørt avtalu við hini Norðurlondini, at vit góðtaka læraraprógv hjá teirra lærarum, tí hava tey eisini rætt til starv í okkara fólkaskúlum, eins og føroyskir lærarar kunnu fáa størv í teirra.
|