Vil avmarka nýtsluna hjá ungum av orkudrykkum

Orkudrykkir kunnu ávirka svøvnin og vera beinleiðis skaðiligir fyri hjartað

Nýtslan av orkudrykkjum skal avmarkast.

Tað heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Fólkaheilsuráðið hevur mælt honum til at taka stig fyri at minka um nýtsluna av orkudrykkum, serliga hjá børnum og teimum ungu.

 

Fólkaheilsuráðið sigur, at børn og ung undir 18 ár, eiga ikki at drekka orkudrykkir yvirhøvur, tí tað er so nógv koffein, og onnur stimbrandi evni í teimum, at verður nóg nógv drukkið, kann tað ikki bara ávirka svøvnin. Tað kann eisini verða beinleiðis skaðiligt fyri æðrlagið í hjartanum.

Yvirhøvur er stórar nøgdir av orkudrykkjum skaðilig, eisini fyri vaksin, serliga saman við rúsdrekka, sigur Fólkaheilsuráðið.

 

Fólkaheilsuráðið mælir ikki til at banna orkudrykkjum, men ráðið heldur ikki at tað er rætt, at orkudrykkir og sodavatn standa hvørt um annað á handilshillunum.

Ti heldur Fólkaheilsuráðið, at orkudrykkir skulu standa fyri seg í handlunum og samstundis skulu týðilig skelti ávara um vandan við at drekka teir.

 

Les eisini: Ávara ímóti nýggjum ráki ímillum børn og ung

 

Karsten Hansen, landsstýrismaður, sigur, at hann hevur viðgjørt tilmælini frá Fólkaheilsuráðnum og at hann tekur undir við teimum.

Men hann er samdur við Fólkaheilsuráðið í, at orkudrykkir skulu ikki bannast við lóg.  

Landsstýrismaðurin vil heldur fáa handlarnar, sum selja slíkar drykkir, at ganga tilmælinum á møti sjálvboðið og tað skal gerast við upplýsing.

 

Og hann heldur, at Fólkaheilsuráðið eigur at taka sær av hesum arbeiðnum.

Tí hevur hann ný heitt á Fólkaheilsuráðið um at fara undir eitt upplýsandi arbeiði við tí endamáli at fáa handlarnar sjálvodnar at broyta søluhátt so at tilmælini verða framd í verki.