Upplýsandi fundur um havnaútbygging í Havn

- Eg haldi, at fólk sum heild vóru glað fyri framløguna um havnaútbygging, sigur Anna Rubeksen í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.

Klokkan 17 í dag var limafundur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Fundurin varð hildin í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu, og tað var borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, sum fekk høvi at leggja fram ætlanina, sum kommunan hevur við útbygging av Tórshavnar havn.

 

Anna Rubeksen, tiltakslimur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, tók sær av at fáa fundin í lag eftir áheitan frá onkrum av limum felagsins.

 

- Eg haldi, at vit høvdu ein góðan, siðiligan og upplýsandi fund, har høvi eisini var at seta spurningar og skifta orð um ætlaðu útbyggingina. Eingin sigur, at vit øll skulu vera samd í øllum, men eg haldi ikki, at útbyggingarætlanin niðan fyri Skansan fekk serliga nógvar ákoyringar.

 

Anna sigur, at fleiri, sum vóru við á fundinum, hildu, at verkætlanin er vøkur at síggja til og saktans kann koma at seta meira lív í kring Skansan, tó at sjálvur Skansin ikki verður nortin.

 

- Øll skiltu, at tørvur er á havnalagi og bátaplássum í høvuðsstaðum, og eg haldi, at fleiri, sum ikki kendu ætlanina so neyvt frammanundan, vóru hugtikin av tí, tey sóu í framløguni.

 

Anna Rubeksen vísir á, at talan er um eitt skitsuprojekt, ið ikki er endaligt, og hon heldur, at tað var tað vert at kalla saman til fundar fyri at fáa eina neyvari og greiðari mynd av tí, ið ætlanin er at gera.

 

- Øll vóru samd um, at Skansin, sum annars liggur undir mentamálaráðnum, krevur at verða betri umsitin, enn hann verður í dag, har hann meira ella minni er fallin í órøkt, sigur tiltakslimurin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.