fyri eyga. Einki er hent síðani tá, og eg havi onga sum helst trygd fyri, at nakað fer at henda. Landsstýrið hevur sagt klárt og týðiliga seinastu fýra árini, at eingin skúli skal byggjast í Havn fyribils [...] gjørdi tá av at taka tríggjar 1. flokkar inn, og Venjingarskúlin fekk tá eina skúlastovu í Heimara skúla. Í tí sambandi boðaði býráðsformaðurin í Havn frá, at tað beinanvegin mátti farast undir at skipa fyri [...] skal verða av teirra børnum, sum fingu eina stovu í Heimaraskúla, tí tað er ikki rímiligt, at tey halda fram at vera har. Lærararnir á skúlanum vístu á henda trupulleikan fyri tveimum árum síðani, at henda
undirvíst í í 14 ár. Hon vísti á, at tað er neyðugt at hava eftirlit við skrásetingunum, sum verða lagdar úr á internetið og harvið til almenningin. Poul Jákup Thomsen og Torkil Zachariasen greiddu frá nøkrum [...] hava, og drúgt tos varð um teir nýggju møguleikarnar innan EDV og internet, og hvussu eitt felag kann samskipa hesi viðurskifti. Fleiri luttakarar vóru ivasamir um, hvørjir upplýsingar eiga at verða lagdir [...] áhugaðir í familju og ætt, og skjótt fáa tey, ið vilja vita nærri um ætt longur aftur í tíðina, høvi at melda seg inn í eitt felag. Um vikuskiftið var stevna í Nesvík fyri ættargranskarar og telduáhugað, sum
væl áleiðis, og tað ber til at síggja, hvørji lið fara at gera seg galdandi í oddastríðnum, og hvørji lið hinvegin fara at berjast fyri lívinum í 1. deild. Sjey lið eru í deildini í ár, og av teimum hevði [...] bendir á, at sama felag, sum vann føroyameistaraheitið hjá kvinnunum í 1990 og aftur í 1992, fer at kunna lívbjarga sær í 1. deild. So leingi NSÍ heldur einki stig hevur, er vónin kortini til staðar, og tá NSÍ [...] stýrdi spælinum. EB og LÍF fingu eitt stig í part, og sostatt helt EB fast um bronsuplássið. Tað er eitt sindur óvæntað, at eiðiskvinnur hava klárað seg so væl, ikki minst eftir at tær hava mist Eyðfríð
TV3 og BBC fara øll at senda fótbólt, og tað fer SvF eisini. Tilsamans skulu 64 dystir spælast, og Sjónvarp Føroya fer at senda 34 av teimum. Tað er í samsending við Danmarks Radio, at SvF fer at senda [...] vent upp og niður upp á alt, meðan HM-endaspælið í fótbólti stendur á. Eisini sjónvarpshyggjarar fara at merkja til HM, og tað fer neyvan at sleppast undan at síggja fótbólt henda mánaðin og nakað inn [...] dystunum verða spældir klokkan 20.00 føroyska tíð, og tað er jú um somu tíð sum Dagur og Vika. Og tað verður tíðindasendingin, sum í flestu førum má víkja fyri fótbóltinum. Onkur kvøld verður Dagur og Vika
nógv sum fyrr. Og tað var eisini Gunnar Dahl-Olsen, sum var drúgvastur í kappingini á norðoyastevnu. Tað regnaði illa í Klaksvík leygardagin, og av tí sama bleiv tað rættiliga hált at súkkla. Hetta gjørdi [...] var so óheppin at punktera og endaði á sjeynda plássi. Næsta Grand Prix-kappingin verður longu leygardagin á Eystanstevnu í Runavík. Tað verður eins og í Klaksvík býarkoyring í 50 minuttir og so eitt umfar [...] avgreiðast í ár, og verða tær á stevnunum, har FM-róður er, tann seinasta á ólavsøku. Eitt sindur av útskiftingum hava verið á føroyska súkklupallinum í mun til í fjør. Bogi Kristiansen og Rógvi Johansen
krossmerkið. Tað savnar og myndar okkum sum fólk og sum friðsæl, frílynt og kristin tjóð. Merkið ímyndar tað, ið orð valla megna at lýsa, alt tað sum kortini býr í hjørtum okkara, og sum vit virða og verja, [...] stríddust fyri at vinna merkinum sømdir á landi og á sjógvi, og sum eftir 20 ára stríði rukku hesum máli í 1940. Tey ætlaðu ikki, at stríðið skuldi enda tá, tað at vinna føroyingum rætt at umsita og ráða sær [...] nuhýri staðfesta, at fólkið her norðuri hevur prógvað, at tað í føroyinginum býr lívsneisti, sum eingin ódn er før fyri at sløkkja. Í dag er aftur lív og menning her norðuri. Og tað gagnar sum kunnugt
hvussu man tað kennast at vera so nýggjur í starvinum og at vera einsamallur í Tinganesi! -Tað kennist væl. Eg havi so nógv ótrúliga góð fólk rundan um meg, at henda ábyrgd verður ikki so tung at bera kortini [...] Sjálvur vónar hann, at tað fer at koma gongd á marknamálið, hóast tað er partur av málsøki løgmans. Hinvegin er hetta málið tætt tengt at málsøkinum hjá Eyðuni Elttør, nú tað m.a. verður hann, sum endaliga [...] úteftir, og hetta haldi eg man fara at ganga okkara søk í síðsta enda sigur Eyðun Elttør, sum leggur dent á, at tað er umráðandi, at tað eru vit føroyingar sjálvir, sum bæði stinga út í kortið og stýra
moralskur sigur er ikki at kimsa at. Fólk flest kvaklaðust rættuliga við og ernaðust upp. »Gott er, tað behøvist ikki«, »Tað er ikki so farligt«, »Tað fer nokk at laga seg«. Sera vakurt at kunna siga so, kanska [...] ar. Nú er tað so, at løgtingið velur eitt landsstýri og tað eru teir, sum skulu samráðast, men tað liggur eins stór ábyrgd á løgtingsmonnunum, sum ikki eru við. Ofta hevur verið sagt, at tað er ein oy [...] stór og gleðilig hending, sum tolir at verða nevnd aftur, og at rósa teimum tingmonnum, sum stóðu saman sum ein maður at biðja um eina dómarakanning í bankamálinum, teir skrivaðu søgu, at teir ikki fingu
møguleikan at ávirka. Ber andstøðan seg skilagott at, so hevur hon møguleika at fáa mál samtykt. Tað er kortini stórur munur á fólkatingsarbeiðnum og tingarbeiðnum heima, og eg haldi avgjørt, at uppgávan [...] umráðandi at verja stýrisligu viðurskiftini í Føroyum, og at her kemur fólkatingsumboðanin at hava virði frameftir. Verður tað sum landsstýrið sigur, at øll ábyrgd skal liggja í løgtinginum, so fer leikluturin [...] løgtinginum. Tað er eisini at ganga fólki til handa, sum eru komin í klemmu millum tvær politiskar skipanir, og sum hava brúk fyri vegleiðing og hjálp, sigur Óli Breckmann. Tað hevur verið nógv tosað um at Óli
ómak at finna orðatøk. Sera skemtiligt og ikki eru tey illa vald. Tá hugsað verður um, at tað unga ættarliðið er málbólkurin, so er orðatak sum »Tá ið ølið fer inn fer vitið út« ikki illa valt. At tað so [...] bókini er eitt gott adressukartotek, sum eins og í innganginum bæði hevur rúmd fyri teldupostadressu, telefonnummari og faksnummari. Tað er forlagið Minn meg á, sum gevur kalendaran út og eins og í »gomlum« [...] við bókini. Tí ístaðin fyri at hon er ein »spiralbók«, sum vit kenna tær aðrastaðni frá, so er hon líma í rygginum. Hetta kann møguliga gera, at bókin fer at detta sundur og tað er sera keðiligt, tí bókin