Hann hevði bert sitið í Tinganesi í góðar tríggjar viku, til hann skuldi taka við álitisstarvinum sum virkandi løgmaður. Talan er um nýggja landsstýrismannin í oljumálum, Eyðun Elttør, sum í vikuni fekk ein ?uriaspost? at røkja, nú nærum alt landsstýrið fór til Danmarkar at samráðast.
-Anfinn Kallsberg, løgmaður bað meg hava ábyrgdina í Tinganesi, meðan hann og hinir landsstýrismenninir eru í Danmark. Ta áheitanina vil eg sjálvandi royna at liva upp til eftir førimuni sigur ein vælnøgdur og fryntligur Eyðun Elttør, sum - hóast hann er nýggjur í Tinganesi - kortini kennir seg væl saman við øllum teimum góðu fólkunum har arbeiða.
Men hvussu man tað kennast at vera so nýggjur í starvinum og at vera einsamallur í Tinganesi!
-Tað kennist væl. Eg havi so nógv ótrúliga góð fólk rundan um meg, at henda ábyrgd verður ikki so tung at bera kortini sigur Eyðun Elttør, sum hevur havt úr at gera at taka ímóti umboðum fyri útlendsk oljufeløg, ið hava vitjað.
Finnbogi Arge skuldi eftir ætlanini av landinum mánadagin men útsetti ferðina til í dag. So í dag er Eyðun Elttør einasti landsstýrismaðurin í Tinganesi í heila tikið.
Hann er sera fegin um nýggja starvið sum landsstýrismaður. -Eg havi glett meg hvønn dag at fara til arbeiðis. Umhvørvið her er so ótrúliga gott.
Eyðun Elttør hevur fyribils fingið sæti í hølunum, sum fíggjarmálaráðharrin hevði, áðrenn hann flutti út í Albert Hall. Óvist er, um hann verður sitandi har.
Nýggi oljumálaráðharrin kennir seg annars væl í nýggja sessinum, tí hóast oljumál er eitt stórt og nýtt øki, so fær hann sera góða hjá frá Oljufyrisitingini, sum hann heldur arbeiða sera professionelt.
Hitti umboð fyri oljufeløg
Mánadagin hitti oljumálaráðharrin umboð fyri fleiri útlendsk oljufeløg. -Hetta er spildurnýtt øki fyri meg, so tað er sjálvandi áhugavert at hitta umboð fyri útlendska oljuídnaðin sigur Eyðun Elttør, sum vónar at fáa eitt gott samskifti við tey feløg, sum ætla at vera við í oljuleitingini við Føroyar.
Eru stundir til at hitta onnur umboð, so skulu tey ikki koma á stongdar dyr í Tinganesi sigur hann og leggur aftrat, at hann kortini ikki fær lovað feløgunum nakað, nú tey uttan iva eru altráð eftir at vita, nær ein fyrsta útbjóðing fer í gongd.
-Feløgini eru væl vitandi um tær sera truplu samráðingar, sum vit við Anfinni Kallsberg, løgmanni á odda hava við bretar um undirgrundarmarkið, og tí er greitt, at tey mugu gera seg út við tolni eins og vit.
Men arbeitt verður miðvíst á øllum økjum, soleiðis at vit fáa eina útbjóðingarundu so skjótt hetta er gjørligt og tá tað er rímuligt og rætt sigur landsstýrismaðurin.
Sjálvur vónar hann, at tað fer at koma gongd á marknamálið, hóast tað er partur av málsøki løgmans. Hinvegin er hetta málið tætt tengt at málsøkinum hjá Eyðuni Elttør, nú tað m.a. verður hann, sum endaliga skal stinga út í kortið eina komandi útbjóðing.
Annars heldur hann, at útlendsku oljufeløgini tykjast væl nøgd við, at Føroyar hava prioriterað oljumálið so høgt, at ein landsstýrismaður er settur at taka sær av tí burturav.
-Við hesum vísa vit rættiliga andlit úteftir, og hetta haldi eg man fara at ganga okkara søk í síðsta enda sigur Eyðun Elttør, sum leggur dent á, at tað er umráðandi, at tað eru vit føroyingar sjálvir, sum bæði stinga út í kortið og stýra menningini á hesum fyri okkum so nýggja økinum - men sjálvandi í tøttum samstarvi við vinnuna bæði her heima og uttan fyri landoddarnar.