tinginum, hava undanførslurnar vunnið á valvældini. Í uppskotinum verður mælt til at seta eina nevnd av serkønum at gera uppskot til grundlóg fyri Føroyar. Tá løgtingið hevur samtykt eina nýggja grundlóg, verður [...] nú skotbrái gjørdist so stutt til valstríðið. Bankamálið verður eitt tað fyrsta, sum ein nýggj samgonga fer undir at loysa, og tá ræður um at hava tey røttu fólkini til hesa truplu uppgávu ? og tey hevur [...] mál upp í eina slíka fløkju, at her verður neyðugt at vera á varðhaldi, so vit ikki missa endan. Tjóðveldisflokkurin er til reiðar at taka um endan! Jógvan Durhuus, løgtingsmaður, Vestmanna
rættvísan part av samfelagsliga ágóðanum. Men til tess krevst at bróta upp úr nýggjum. Til tess krevst broyttur hugburður. Til tess krevjast vilji, evni og áræði. Til tess krevjast eitt virkið fólk og virknir [...] flokspolitiska leikinum í Føroyum ? longur er ikki neyðugt at fara. Hvat hevur flokkur sum Verkamannafylkingin at gera í glantrileiki stóru flokkanna? ? Hevði tað ikki verið nógv betur at latið tey fýra klombrini [...] at kalla størru flokkarnar her á landi, sloppið at tíggjað sær, sum tey vildu? Vit halda ikki! ? Vit halda ikki, at stórvegis munur hevur verið á hesum flokkum seinastu nógvu árini. Allir tøva teir og
Skipast skuldi verðið so fyri, at stórur partur av hesum 200 milliónum varð latin til vinnur, sum ikki hava beinleiðis tilknýti til fiskivinnuna. Eg kundi nevnt dømi sum Twin Light, sildapumpuna og teir nýggj [...] á okkara leiðum. Hetta kundi verið við til at minkað um skuldarspurningin, fyri ikki at siga loyst hann. Væl av toski er á landgrunninum sum er, men okur eiga ikki at vænta, at henda nøgd fer at standa [...] best við at vit geva vinnuni, teirri verandi og komandi, karmar til tess. Fiskurin skal ikki fara óvirkaður av landinum. Okur kunnu ikki vera rávøruútflytarar. Hvør er tann, sum er so bláoygdur at meina
nøkur av orðunum í valskrá Javnaðarfloksins; men teir steðgaðu ikki her, tí í sama faldara stóðu eisini tey nógv umrøddu 10 boðini, sum eg ikki tími at endurtaka her. Fyri fýra árum síðani segði Sambandsflokkurin [...] arbeiðsloysinum ikki loystir eftir nøkrum fáum døgum; men vit fara at krevja, at skjøtul verður settur á hetta arbeiðið beinan vegin, so fólkið í hesum landi kann hava nakað at síggja fram til. Síðan Verk [...] nakrir av teimum gomlu flokkunum nú siga seg ganga við til at arbeiðsleys skulu fáa 90% av eini arbeiðaraløn. Men eg sigi bara: Trúgvi teimum ikki! ? Hetta siga teir bert fyri at lumpa tey arbeiðsleysu
mamma sum ynskir at vera heima ella ikki hevur møguleikan at fara út at arbeiða, kann fáa somu hjálp, sum hon ið arbeiðir úti. Skúlin Blindur er bókleysur maður. Vit eru ikki eftirbátar, tá tað snyr seg um [...] handaliga og andaliga -ikki verða eftirbátar. Tey eldru og gomlu Vit eiga at virka fyri, at tey, sum hava lagt árarnar inn í VINNULÍVINUM, fáa betri sømdir. Og tey gomlu, ið ikki kunnu klára seg sjálv, [...] vit verja og lívga familjuna, vil samfelagið mennast og trívast. Familjan spennir vítt, frá barninum til ellisár, ímillum hetta spennið av tíð eru tú og eg ? VIT BYGGJA HETTA LAND. Børnini Framtíð barnanna
undirhaldi um alt landið. Fyri skattaborgarans pening bjóða vit okkum fram til at umsita virði borgaranna næsta valskeiðið. Hetta er ikki smávegis avbjóðing, men kortini eru tilboðini viðhvørt bæði stór og dýr [...] vit broytast við. Annað og meira veruleikafjart tykjast vera polit-isku avbjóðingarnar. Hetta minnir ikki sørt um grindaherferðina móti føroyingum fyri nøkrum árum síðan. Tað var skipað soleiðis, at fyrst [...] førdur eftir somu uppskrift: Fyrst varð leitað eftir einum fígginda ella mótstøðumanni. Fanst hann ikki, varð hann skaptur. Úrslitið er, at vit í dag hava fingið fleiri politiskar mótsetningar: Vit hava
undirhaldi um alt landið. Fyri skattaborgarans pening bjóða vit okkum fram til at umsita virði borgaranna næsta valskeiðið. Hetta er ikki smávegis avbjóðing, men kortini eru tilboðini viðhvørt bæði stór og dýr [...] vit broytast við. Annað og meira veruleikafjart tykjast vera polit-isku avbjóðingarnar. Hetta minnir ikki sørt um grindaherferðina móti føroyingum fyri nøkrum árum síðan. Tað var skipað soleiðis, at fyrst [...] førdur eftir somu uppskrift: Fyrst varð leitað eftir einum fígginda ella mótstøðumanni. Fanst hann ikki, varð hann skaptur. Úrslitið er, at vit í dag hava fingið fleiri politiskar mótsetningar: Vit hava
eydnast at fáa samstarv við Amerada Hess, Dong, Norsk Hydro og Lasmo, sum nú hava sent ikki færri enn 12 fólk til Føroya at standa fyri skeiðinum. Haraftrat er eitt umboð fyri stóra boripallfelagið Transocean [...] rætt longu nú at kunna føroyskar fyritøkum oo. um, hvat krevst til eina slíka ætlan av bæði vørum og tænastum. Mett verður at tað kostar ikki minni enn 150 mill. kr. bara at gera eina boring við Føroyar [...] bert at hava 30 luttakarar men hevur tað eydnast at taka 40 við. Kortini eru tað fleiri, sum pláss ikki var fyri. Talan er um at lýsa eina oljuboring við Føroyar. Hvussu hon verður fyrireikað og fullførd
part av blaðnum av til valstríðið - til tað almenna orðaskiftið - um hvussu land okkara skal stýrast og skipast langt inn í framtíðina. Tíanverri eru vit á blaðnum í løtuni skerdir til bert at kunna prenta [...] blaðnum í gjár, og í dag verða vanligu skrásíðurnar fyri loftmiðlarnar ikki við. Vit vera kanska noydd til at leggja okkurt annað til viks eisini komandi dagarnar. Men talan er bert um sera avmarkaða tíð [...] avmarkaðir við bæði fólki og peningaorku annars, hava ikki heilt megnað at fótað sær í tilrættaleggingini av øll tí nógva valtilfarinum. Vit hava ikki havt umstøður at leggja upp fyri eins og var talan um
vil eg ikki úttala meg um. Eg var við til at biða formannin hjá mær halda seg burtur frá fundinum, so kann eg ikki sjálvur fara á fundin. Tað sigur seg sjálvt. Sæð í bakspeglinum, hevði tað so ikki verið [...] Vit kundu ikki semjast um talið og tí var tað meirilutin sum ráddi. ? Tá so Javnaðarflokkurin lýsti henda fundin hóast meirilutasamtyktina, so bóðu vit formenninnar um ikki at koma. Hevði tað ikki verið ein [...] verið rættari hjá tær at møtt? ? Nei, tað haldi eg ikki. Eg brúki ikki bakspeglið til hatta. Eg tók eina støðu og hana helt eg fast við - og soleiðis eri eg, sigur Suni Jacobsen.