Vit líta fram eftir

Verkamannafylkingin stillar upp fyri at veljarin kann hava ein flokk, sum vil verja tann vanliga borgaran. Verja teir borgarar, sum liva frá hondini í munnin.

Framtíðin, okur ungu, skulu hava umstøður at mennast til at kunna taka ímóti teimum avbjóðingum, sum samfelagið setir. Umstøðurnar hjá ungum í útbúgving mugu og skulu bøtast munandi, skulu okur í hesum samfelagnum fáa ágóðan av tí, sum í ungdóminum bylgist, og sum má fáa gróðrarlíkindi.

Arbeiðsloysið millum ung er sera niðurbrótandi fyri ta búning, sum skal til, fyri at okur ungu kunnu mennast. Fyri at bøta um henda vandan, mugu ung hava valmøguleikar, sum eru við til at forða hesi niðurbrótan.

Tey eldru, sum eftir 40 ára stríð og strev skuldu havt rætt at tikið seg úr arbeiðsmarknaðinum á 60 ára aldri, mugu hava eina sømiliga tilveru eftir henda dag. Sum er, hava tey torført við at fáa endarnar at røkka saman. Við at hækka inngjaldið til samhaldsfasta høvdu okur bøtt munandi um teirra tilverugrundarlag.

Pensjónin, sum í størri mun verðurløgd út á arbeiðsmarknaðin, má ikki gerast endin á tilveruni hjá teimum gomlu. Skipast má fyri, at hesi ikki verða slept upp á fjall ? og haðani líða pínsludeyðan.

Okur føroyingar mugu miða ímóti at kunna húsast í egnum landi. Og má hetta gerast við at virka tað, okur eiga, og ikki við at lata 2.000 ársverk gleppa okkum av hondum. Framtaksgrunnurin, sum við sínum 200 milliónum skuldi verða við til at menna vinnuna, hevur nýtt meginpartin av sínum peningi at reka fiskavirki og fiskasølu, meðan okur enn einans hava eitt bein at standa á.

Skipast skuldi verðið so fyri, at stórur partur av hesum 200 milliónum varð latin til vinnur, sum ikki hava beinleiðis tilknýti til fiskivinnuna. Eg kundi nevnt dømi sum Twin Light, sildapumpuna og teir nýggj trollemmarnar.

Hevði verið borið so í bandi, at tílíkar framleiðslur høvdu fingið virkismøguleikar í Føroyum, hevði hetta bæði økt um útflutningsvirðið og givið nýggj arbeiðspláss. Somuleiðis hevði hetta givið øðrum áræði til at skapa nýggjar vinnur, sum høvdu verið við til at gjørt búskaparliga grundarlagið meira fjøltáttað.

Og júst hetta metir Fylkingin vera størstu avbjóðing føroyinga, nú farið verður inn í nýggju øldina.

Havast má í huga, at tøknifrøðin er ikki gagnnýtt. Okur hava ein læraraskúla, sum ikki hevur havt frálæru innan teld. Hetta ber boð um, at okur eru afturútsigldir á hesum øki.

Fyri tveimum árum síðani bleiv eitt tilmæli latið landsstýrismanninum í skúlamálum, sum hevði við sær, at øllum skúlum skuldi útvegast eitt ávíst tal av teldum í mun til næmingatalið. Landsstýrismaðurin helt hetta tilmælið vera óveruligt og vísti tað á tann hátt frá sær.

Hetta vísir, hvussu aftur-haldni og líkasæla hava havt við sær, at okur ikki hava gagnnýtt tað tilfeingi, sum í fólkinum býr, fyri at leggja lunnar undir eitt gott samfelag í Føroyum.

Sum flestum kunnugt, er Verkamannafylkingin ein nýggjur flokkur. Fylkingin bleiv stovnað sum eitt mótmæli ímóti førda politikkinum hjá hinum flokkunum. Og hevur hesin flokkur havt teir trupulleikar, ið hetta altíð hevur við sær. Sjálvt um okur nú eru komin væl undir land at loysa hesar trupulleikar. Og okur líta frameftir.

Á valinum 1994 fór Verkamannafylkingin til val fyri at loysa nøkur mál. Lagnan vildi tað so, at fyri ein stóran part eru hesi mál framvegis óloyst. Hesi mál eru tó av stórum týdningi.

Her kunnu nevnast: Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur staðið á fíggjarlógini síðan tá, uttan at hava sæð dagsins ljós.

Eisini kann nevnast rættartrygdin.

Hvat við undirgrundini? Hava okur ræðið á henni, har teir flestu serfrøðingar vilja vera við, at olja er hóast ikki er borað enn Hetta skuldi givið okkum góð kort á hondina, hugsa vit um framtíðarstøðu Føroya.

Eg eri av teirri sannføring, at verður vissa fingin fyri, at olja er í undirgrundini, kundu okur latið tey stóru oljufeløgini kappbjóða um rættindini at vinna olju á okkara leiðum. Hetta kundi verið við til at minkað um skuldarspurningin, fyri ikki at siga loyst hann.

Væl av toski er á landgrunninum sum er, men okur eiga ikki at vænta, at henda nøgd fer at standa við. Toskastovnurin hevur verið troyttur í størri mun, enn hvat gott er.

Á Norðhavinum, har stórur partur av toskinum gítir, verða øki stongd fyri veiðu. Við tí politiska óskili, sum er, verður so givið loyvi at lata trolbátar fara inn í hesi øki, og týna tann stóra toskin, sum er týðandi partur fyri at varðveita henda stovnin.

Havast má í huga, at tað eru ikki smábátar, sum týna stovnin. Latið okkum tí virka fyri, at júst henda vinnan kann rekast á frælsum grundarlag.

Fyri at vit kunnu búleikast her á okkara vøkru klettum, mugu vit arbeiða okkum burtur úr kreppuni. Og hetta gerst best við at vit geva vinnuni, teirri verandi og komandi, karmar til tess.

Fiskurin skal ikki fara óvirkaður av landinum. Okur kunnu ikki vera rávøruútflytarar. Hvør er tann, sum er so bláoygdur at meina, at eitt land einans við sparingum kann loysa skuldarspurningin? ? Tað er eitt sjúkueyðkenni.

Vit arbeiða okkum úr kreppuni, sleppa vit undan sjúkueyðkennunum. Har afturímóti, um vit einans skulu spara okkum úr hesum trupulleikum, fara vit at fáa fleiri sjúkutekin. Arbeiðsloysi, størri trýst á ALS, inntøkumiss hjá landskassanum og mistrivnað hjá landsins borgarum. Hetta fyri at nevna nøkur dømi.

Verkamannafylkingin vil arbeiða fyri hesum málum og trýsta aðrar flokkar til at virka eftir sama leisti.

Okkum tørvar nýggjar boðskapir og nýggjar tónar frá hinum flokkunum. Helst er júst hetta eitt hitt torførasta at fáa eyga á, sum nú er.

Við hesum vil eg takka fyri meg, og lati tykkum hesi álvarsmál til støðutak-an, við vón um eitt gott verkamannaval.


Arnbjørn í Smiðjuni,

valevni í Suðurstreymoy

Verkamannafylkingin