Hendan ónøgd millum fólk í arbeiðandi stættini og tey, sum annars eru niðast á stiganum í hesum samfelagnum ? tey arbeiðsleysu, veiku, sjúku og gomlu, vendir sær serliga til teir flokkar, sum í sínum skyldri siga seg umboða tey minni mentu í landinum.
Ongantíð áður hevur gingið so skjótt og eirindarleyst niður á bakka í hesum samfelagnum, sum nú seinastu árini, meðan Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava stýrt, ella kanska rættari sagt vanstýrt føroysku samfelagsskútuni út av eggini.
Vit í Verkamannafylkingini rokna ikki við, at syndarliga støðan í landinum hevði verið nakað sum helst frægari, um eitt nú hinir stóru flokkarnir høvdu sitið í Tinganesi. Aðrir smáir flokkar eru stórt sæð leivdir av teimum gomlu flokkunum, so hevur Føroya fólk heldur einki í vænti.
Teir gomlu flokkarnir hava einki sum helst gjørt til tess at skapa lív aftur í hetta niðurundirkomna samfelag, hóast teir allir hava skiftst um at sitið í Tinganesi síðan eftir løgtingsvalið í 94.
Undan valinum í 94 kundu vit lesa í valskrá Javnaðarfloksins hesi orð, og eg endurgevi orðarætt:
Javnaðarflokkurin er sannførdur um, at samfelagið kann setast í gongd aftur, um rætt verður atborið.
Tað ræður tí um at skapa ein haldgóðan politikk, sum kann tryggja okkum eitt sterkt liviligt og menniskjavinarligt samfelag øldina út og framyvir.
Hesi vóru so nøkur av orðunum í valskrá Javnaðarfloksins; men teir steðgaðu ikki her, tí í sama faldara stóðu eisini tey nógv umrøddu 10 boðini, sum eg ikki tími at endurtaka her.
Fyri fýra árum síðani segði Sambandsflokkurin seg hava allar loysnirnar. Men úrslitini síggja vit sanniliga nú.
Tey, sum eru komin her at lýða á, kunnu spyrja seg sjálvi, ella síni nærmastu, ið eru rýmd undan neyðini, um vit hava eitt menniskjaligt samfelag í Føroyum í dag.
Stutt er at siga um hesi orð Sambandsfloksins og meginpartin av tí valskrá, teir egndu við seinast, at hetta var alt ein stór lygn.
Høvuðsendamálið hjá Verkamannafylkingini er at útvega fólki arbeiði og annars at verja áhugamálini hjá verkafólki, fiskimonnum og øllum teimum mongu, sum líða neyð í Føroyum, tí tey ongan hava í føroyskum politikki, sum verjir teirra áhugamál og skilir teirra trupulleikar.
Fakfeløgini runt landið hava prógvað, at tey vilja leggja rygg til at útvega arbeiðspláss, og í samstarvi millum arbeiðsmarknaðin og vinnulívið eru eisini ítøkiligar ætlanir festar á blað.
Men hóast Verkamannafylkingin fær dygga undirtøku á valinum 30. apríl, so verða trupulleikarnir við arbeiðsloysinum ikki loystir eftir nøkrum fáum døgum; men vit fara at krevja, at skjøtul verður settur á hetta arbeiðið beinan vegin, so fólkið í hesum landi kann hava nakað at síggja fram til.
Síðan Verkamannafylkingin kunngjørdi síni stevnumið, hevur veljarin ivaleyst hoyrt, at eisini nakrir av teimum gomlu flokkunum nú siga seg ganga við til at arbeiðsleys skulu fáa 90% av eini arbeiðaraløn. Men eg sigi bara: Trúgvi teimum ikki! ? Hetta siga teir bert fyri at lumpa tey arbeiðsleysu og Føroya fólk enn eina ferð. Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava havt møguleikan at bøta um støðuna hjá teimum arbeiðsleysu; men teir hava í staðin seigpínt og gera tað framvegis.
Velja vit teir gomlu flokkarnar aftur, so verður lítil bata.
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin eru eingi alternativ; teir hava so sanniliga eisini roynt seg hesi árini og eiga sín lut í sorgarsøguni. Og tað eiga so sanniliga eisini Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin.
Velja vit somu flokkarnar aftur, so fáa vit sama politikk, sum hevur koyrt samfelagið á húsagang; men velja vit Verkamannafylkingina, er vón fyri framman.
Veljið lista I!
Petur Skeel Jacobsen
Verkamannafylkingin










