Nýggj Fylking ? nýggjur politikkur

Ein høvundur tók nakað soleiðis til: ?Hvat skal en spurv i tranedans?? ? Hetta til at vísa á, at eisini tað, sum lítið ella smátt er, hevur sín tilverurætt og sín týdning fyri heildina.

Hetta kann nýtast um til dømis norðurlond í Europa, um Europa í altjóðahøpi ? ella um Føroyar í danska ríkinum.

Ja, hvat skal ein smáfuglur í stórfuglameingi? ? Hvønn leiklut hava Føroyar í hinum áður so stóra danska ríkinum?

Svarið kenna øll: Lítið og einki. ? Tí eiga vit sum skjótast at sleppa okkum burtur úr sokallaða ríkisfelagsskapinum.


Smáflokkar

Men myndin um títtlingin í tranadansi kann eisini nýtast í flokspolitiska leikinum í Føroyum ? longur er ikki neyðugt at fara.

Hvat hevur flokkur sum Verkamannafylkingin at gera í glantrileiki stóru flokkanna? ? Hevði tað ikki verið nógv betur at latið tey fýra klombrini, sum onkur í markleysum frekleika loyvir sær at kalla størru flokkarnar her á landi, sloppið at tíggjað sær, sum tey vildu?

Vit halda ikki! ? Vit halda ikki, at stórvegis munur hevur verið á hesum flokkum seinastu nógvu árini.

Allir tøva teir og standa í stað. ? Allir eru teir læstir í eini ónýtiliga vónleysari politiskari skipan. Eini skipan, sum teir annaðhvørt hava verið við til at leggja til rættis ella seinni hava givið seg undir. ? Allir virka og trívast frálíka væl í tí ólagi, sum valdar á øllum økjum í føroyska samfelagnum. ? Og allir hava teir samstarva frálíka væl, letur tað til. ? Men ússalig eru úrslitini. Tað gongur sjón fyri søgn!

At teir so fjórða hvørt ár gera eitt hirs og manna seg upp, munnu tey fægstu taka fyri fult.



Broyting

Tað eru ikki smáflokkar sum Fylkingin, ið skulu lastast fyri fløkjaliga politikkin í Føroyum. Tað er tvørtur ímóti dugna-, evna- og máttloysi stóru flokkanna, sum hava elvt til, at fólk taka saman lógvatøk uttan fyri hesar stirðnaðu flokkar.

Nýggja Fylkingin snýr sær til teirra, sum eru troytt, vónbrotin og misnøgd við gomlu vinstriflokkarnar. ? Nýggja Fylkingin snýr sær til teirra, sum annars høvdu aftrað seg við at farið á val, tí einki er í at velja ? bara fýra vánaligar uppskriftir uppá somu súpan. ? Og nýggja Fylkingin snýr sær til teirra, sum vilja leggja lunnar undir ein nýggjan, bæriligan politikk, ið lítir frameftir.

Jú, so vissuliga er er tørvur á títtlinginum í glantrileiki stórfuglanna. Vissuliga er tørvur á umboðum í løgtingi, sum kunnu halda lív í og eggja størru flokkunum til at fremja fólksgagnligan politikk.

Vit meta, at úr náttúruni, umhvørvinum, tilfeinginum og fólkinum í hesum smáu, fjarskotnu oyggjum spretta alstórir møguleikar, sum enn hava ikki havt gróðrarlíkindi og tí ikki eru troyttir.

Í góðum treysti leggur Verkamannafylkingin fram valskrá og stevnu sína fyri føroyska veljaran at taka støðu til. ? Her verður brotið upp úr nýggjum!


Valfundir

Tá ið valfundur er lokin, er ikki óvanligt, at fólk spyrja seg sjálvi: ?Hvat varð sagt? ? Var nakað nýtt borið fram? ? Høvdu vit ikki hoyrt alt hatta meylið áður? ? Upp undir seinasta val; ja, og upp undir næstseinasta val?? ? Og so framvegis.

Og við fullum rætti spyr veljarin seg sjálvan: ?Varð nakað ítøkiligt borið fram? ? Nakað, sum veruliga vísti á gongdar leiðir burtur úr politiska hurlivasanum??

Tíverri er svarið oftast ?Ja? til fyrru spurningarnar; ?Nei? til teir seinnu.

Tí sjáldan verður stórvegis sagt; sjáldan verður nakað nýtt borið fram. Tað mesta, kanska alt, hava vit hoyrt áður. ? Og sjáldan, um nakrantíð, verður nakað ítøkiligt borið fram, sum kann flyta okkum fram á leið.

Mangan verður sagt, at á veljarafundum er tað mesta tóm orð og lyfti, ið verða gloymd, tá ið tingið er valt.

Nøgdin er mangan ómetalig ? dygdin tíverri syndarlig. Og úrslitini eingi. ? Ið hvussu er ikki so, sum væntast kundi av gabbinum.


Grundarlag

Verkamannafylkingin hevur lagt sær nær at kanna uppruna og innihald tjóðskaparrørslunnar í Føroyum, og hvussu hendan rørsla hevur ment seg, ja, og vikast ymiskar vegir. Men eisini, hvussu hendan rørsla fyri føroyskum máli, føroyskum samleika, føroyskum siðaarvi hevur verið nýtt ? og stundum misnýtt ? í flokspolitiska spælinum.

Somuleiðis hevur Fylkingin lagt sær í geyma framtøk og kor føroysku verkamannarørslunnar, síðan Føroya Fiskimannafelag varð stovnað í 1911, Føroya Arbeiðarafelag í 1925. Og eisini, hvussu henda rørsla hevur verið nýtt og misnýtt flokspolitiskt.

Fylkingin roynir eftir førimuni at byggja á tað besta í hesum báðum rørslum, tí einans á hendan hátt kann slóðast fyri munagóðum politiskum starvi her á landi.

Sjálvsagt byrgja vit okkum ikki inni, men líta eisini út um landoddarnar eftir íblástri, so hugmyndafrøðin byggir á tað haldbesta grundarlagið í alheimshøpi.


Ólag

Aðrir politiskir flokkar eru afturlítandi og hava læst seg fastar í eina skipan og eitt ólag, sum forða fyri teimum broytingum, ið eru neyðugar, skal ferð koma á eina rættvorðna menning í búskapi, vinnulívi, mentan, skúlaskapi, trygd og vælferð samfelagsins.

Fylkingin leggur dent á at bróta niður hesar forðingar og hetta ólag. Vit líta frameftir, so tjóðini verður tryggjað haldgott og bæriligt grundarlag, nú farið verður inn í næstu øld.

Endamálið er at slóða fyri einum frælsum, óheftum Føroyum, har fólkið sjálvt leggur kósina og mennist í veruligum og virknum fólkaræði, og har øll fáa rættvísan part av samfelagsliga ágóðanum.

Men til tess krevst at bróta upp úr nýggjum. Til tess krevst broyttur hugburður. Til tess krevjast vilji, evni og áræði. Til tess krevjast eitt virkið fólk og virknir politikarar.

Hesi eru verkevni Fylkingarinnar; og á valfundum kring landið heita vit á fólk um stuðul.

Umhugsið at velja verkamannafylkingina, lista I!

Tórður Jóansson

valevni

í Suðurstreymoy