Hví velja sjálvstýrisflokkin?

Politikkur tykist vera eitt mótafyribrigdi, hann er eftir øllum at døma undirhald. Veljarin fær undirhald, so tað forslær, men hann noyðist at gjalda fyri tað í dýrum dómum.

Fyri skattaborgarans pening skipa politisku flokkarnir fyri undirhaldi um alt landið. Fyri skattaborgarans pening bjóða vit okkum fram til at umsita virði borgaranna næsta valskeiðið. Hetta er ikki smávegis avbjóðing, men kortini eru tilboðini viðhvørt bæði stór og dýr.

Valið hesa ferð tykist vera farið at líkjast einum amerkonskum vali: Her snýr tað seg meira um persónar enn hugsjónir. Og kanska skal tað eisini vera so. Tíðir broytast, og vit broytast við.

Annað og meira veruleikafjart tykjast vera polit-isku avbjóðingarnar. Hetta minnir ikki sørt um grindaherferðina móti føroyingum fyri nøkrum árum síðan. Tað var skipað soleiðis, at fyrst varð leitað eftir einum fígginda. Fanst hann kki, varð hann skaptur: »Føroyingar eru villmenn, sum drepa hesi elskuligu havsins flogvit. Vit leggja eftir eftir føroyingum«. Tíbetur eru vit komin undan fyrstu umhvørvisálopunum við lívinum.

Politikkur hevur verið førdur eftir somu uppskrift: Fyrst varð leitað eftir einum fígginda ella mótstøðumanni. Fanst hann ikki, varð hann skaptur. Úrslitið er, at vit í dag hava fingið fleiri politiskar mótsetningar: Vit hava høgra/vinstra, vit hava samband/ tjóðveldi, onkur sigur seg hava einarætt uppá Várharra, meðan onnur lata hann passa sítt osfr. Á skíggjanum sita vit og hyggja at einun undirhaldandi politisku dysti og gloyma, at eftir valið sita vit við teimum bestu »entertainarunum«, men hvønn politikki fara teir at føra? Vita vit tað?

Soleiðis eydnaðist tað umhvørvisbólkunum at seta fólk upp móti føroyingum, og soleiðis verða føroyingar settir upp hvør móti øðrum. Ikki er neyðugt at nevna dømi um hetta fyribrigdið. Vit síggja og hoyra tey í fjølmiðlunum dag og dagliga. Skipað klandur og stríð hevur ført við sær, at vit eru onga leið komin. Og tað sær út til at fara at halda fram, hóast vit ongantíð fyrr hava havt so fyri neyðini at standa saman sum nú.

Ólíka lættari hevði verið at farið undir valorrustuna móti einum fígginda, men stevnuskrá sjálvstýrisfloksins eigur ? tíverri? ? ikki hasi eyðkennini. Sjálvstýrisflokkurin liggur á miðjuni, og sum tann ábyrgdarflokkur, hann er, hevur hann sett sær fyri at hjálpa øllum landsins borgarum. Flokkurin fer at taka tey tøk, sum neyðug eru til frama fyri land og fólk, tað veri seg, um meiriluti ella minniluti kemur við skilagóðum uppskotum.

Vitan er vald. Lesið stevnuskráir flokkanna. Tá er lætt at taka avgerðir.


Hans J. Hermansen,

valevni Sjálvstýris-

floksins í Suðurstreymoy