skilti á læknanum, at tey vóru ikki nøgd við svarini, tey høvdu fingið. Jú, lymfurnar vóru hovnar. Tað bæði sást og føldist, men spurningurin var, hví lymfurnar vóru so hovnar. Jonna vísir á, at tá maðurin [...] ikki vera úti, og inni á Sjúklingahotellinum varð ansað væl eftir, at smitta ikki kom í húsið. So, her vóru vit fyri tað mesta á kamarinum. Tað fór tískil at gerast nokso trupult at vera í Danmark, meðan [...] hvørt um annað. - Við ongum hoyritóli hoyrdi hann so at siga einki, og hann orkaði illa at vera millum fólk, sigur hon. Tankarnir vóru nógvir Eftir at hava verið heima í Føroyum í nakrar dagar, har tey
um fleiri steinar vóru væntandi. Leygarmorgunin var greitt, at annar steinur eisini stóð at leypa. Hann var um trý tons til støddar, og tí vórðu boð send eftir Landsverkfrøðinginum at meta um, hvat gerast [...] Landsverkfrøðinginum at kanna steinin. ? Steinurin er nú tjóðraður, so nú fer hann ongan veg, sigur Annfinn Brekkstein. Hann sigur, at tey nú ætla at fáa fólk frá Jarðfrøðissavninum at kanna alla skorina [...] sera fegin um, at smáu kommunurnar hava eina stovn sum Landsverkfrøðingin at venda sær til í slíkum føri. ? Vit í teimum smáu kommununum hava ikki so nógvar møguleikar, tí er tað sera gott, at vit altíð kunnu
n og kravdi, at flaggið á Neptun varð strikað í stundini. Sýslumaðurin var so illa kroystur, at hann kendi seg noyddan at fara niðan í Skálar. Hann heitti á Óla Jákup um at fara umborð at taka flaggið [...] hendan dag. Tað var á hendan hátt, at eg kom at skilja, at pápi var burtur med alla! Eg havi so seinni roynt at fáa meira at vita um tað sum hendi. Eg kendi Andreas á Marknagili, búsitandi í Klaksvík. Hann var [...] Skælingi. So hendi tað, at tey mistu mammuna í 1897. Tá sat abbi eftir við átta børnum. Onkur av teimum vóru tó tilkomin. Elias fór so til Sandavágs at vaksa upp hjá fastur síni. Pápi okkara fór oman at vera
ar mínir vóru ikki so glaðir fyri, at eg gavst, tí var tað nakað, sum hjarta teirra brendi fyri, so var tað horntónleikur. Eg minnist enntá, hvussu mangan tárini runnu niður eftir kinnunum á abba, tá hann [...] kemur aftur á klettarnar og gevur okkum vónir sum vár, lýðku, sól og summar. Stóra takk fyri, at tit geva mær henda heiður, at røða til tykkum her í dag. - - - Nú tað enn einaferð unnist okkum at halda gr [...] gera væl í at varðveita og goyma í hjørtum okkara, so vit sjálvi ikki gloyma at vera góð við okkara móðurland og eisini læra uppvaksandi ættarliðini hetta sama. - - - Hvørt ár kennist tað so forkunnugt
hava vit roynt at hildið fast og kneykrað arvin eftir gitna franska barónin. Ivaleyst fer onkur at mæla sær fyri munni, at populisma hevur drivið greinskrivaran til at festa hesi orðini á blað, men tað [...] politisku flokkarnar so dánt. Finnbogi Ísakson, sáli og táverandi tingformaður, royndi at menna tærið á tingi við at geva tingmonnum eina sámuliga hýru. Nevndarsamsýningar vóru at kalla avtiknar og mánaðarliga [...] bygnaðarliga stigið á hesi leið er skipanin av Føroyum sum eitt valdømi. Vit vóru nógv sum hildu, at nú fór parlamentariska skipanin rættiliga at taka seg upp á eitt hægri flog. At flyta seg upp í eina
varaleiðarin í sløkkiliðnum á vitjan. Hann segði, at farið varð at søkja eftir fólki til sløkkiliðið og mælti honum til at søkja. Annfinn Reinert so gjørdi, og nakað eftir varð hann saman við fýra øðrum [...] men dekkið var so kolandi heitt, at vit ikki fingu gingið á tí. Vit royndu so at pumpa sjógv umborð og høvdu nóg mikið bara við at pumpa dekkið. Fýra menn vóru saknaðir umborð, men ikki slapst niður í [...] góður tryggleiki, tí hendi okkurt, vistu vit, at vit kundu bjarga fólki. Tá í tíðini vóru ofta boð eftir sløkkiliðnum at pumpa skip, tí træskipini vóru í so vánaligum standi. Nú er lítið av slíkum uppgávum
og hon kom at tosa tað so perfekt, at fólk har á leiðuni hildu hana vera skotska, um tey ikki vistu betur. Stjóri á mjólkavirki Í London fór Stan at arbeiða á einum øðrum øki. Hann fór fyrst á landbúnaðarskúla [...] undan, at onkur av teimum fall fyri einum av teimum mongu bretunum. Men Stan sigur, at hann varð væl móttikin í húsinum. Tað vóru tó ikki allir dreingirnir í Vágum, sum vóru so glaðir fyri, at bretar fóru [...] árini, men eisini hetta datt niðurfyri eftir nøkur ár. Tað var ikki so lætt hjá føroysku konunum at koma til Føroyar at ferðast beint eftir kríggið. Leiðin var at fara til Aberdeen ella Grimsby og sleppa
átta leygarmorgunin var aftur boð eftir løgregluni. Úr vesturbýnum í høvuðsstaðnum vóru fólk vaknaði við kaldan dreym, tá ein hvøllur brestur brádliga var at hoyra. Fólk fóru at hyggja hvat hetta mundi vera [...] minuttir eftir at vit høvdu fingið fráboðanina, hingu fløggini aftur har tey skuldu. Okkara menn vóru úti, og sóu dreingirnar við fløggunum í býnum. Fløggini vóru sett upp á pláss aftur, og so verður ikki [...] tí oman at reka á dyr, sigur løgreglan, sum leggur aftrat, at hetta er við at vera ein afturvendandi trupulleiki. Sunnudagin fekk løgreglan eisini fráboðan um herverk á tveir bilar, har speglið á tí eina
uppgávuna. Nøgdur við avrikið – Tá eg fekk boð um, at eg skuldi byrja á vinstra bakki, so mátti eg eisini ganga út frá, at tað var Símun Samuelsen, eg skuldi taka mær, greiðir Bárður Jógvansson Hansen frá. Hetta [...] hoyrt um mannin og kenna til hansara dygdir. Tíverri fyri tey, sum vóru komin fyri undirhald og fagurt fótbóltsspæl, so var ógvuliga lítið at síggja til skjóta suðuroyingin í Sarpugerði mikukvøldið. Hesum [...] slapp hann at royna seg frá byrjan á vinstra bakki. Ein uppgáva, hann átók sær óimponeraður og uttan stórvegis hóvasták. Eitt sannførandi avrik frá unga manninum, sum sjálvur var sera spentur upp á uppgávuna
av okkum, at vit multitaska og altíð eru til at fáa fatur á, og tað er ógvuliga vandamikið, tá tú ferðast í ferðslu. Dømi um hetta er, at bilførarar senda sms-boð, tosa í fartelefon, lurta eftir útvarpi [...] vit seinastu tíðina lagt okkum eftir at gjørt Gallup-kanningar áleið átta vikur áðrenn eitt átak, og so aftur eina kanning einar tvær vikur eftir, at átakið er liðugt. Á tann hátt kunnu vit fáa eina ábending [...] vísir á, at tað ikki altíð er heilt lætt, at samskipa átøk, sum skulu broyta ferðsluvanarnar hjá føroyingum. - Tíverri hava vit ógvuliga fá hagtøl at styðja okkum til, og tá kann vera trupult at siga nakað