Góðu tit øll, sum eru komin saman her í dag.
Og eg fái hug til eisini at siga:
Góðu fuglavinir, sum eru komnir saman her í dag – tí eg fari neyvan skeivur, um eg meti, at flest øll av okkum her eisini eru tað, nú vit hátíðarhalda og fegnast um, at tjóðarfuglur okkara, tjaldrið, kemur aftur á klettarnar og gevur okkum vónir sum vár, lýðku, sól og summar.
Stóra takk fyri, at tit geva mær henda heiður, at røða til tykkum her í dag.
- - -
Nú tað enn einaferð unnist okkum at halda grækarismessu, so vekjast fram mong góð, gomul grækarismessuminnir.
Eitt av mínum serligu minnum frá einum grækarismessuhaldi, er, tá ið eg sum ein lítil drongur sleppa at venja við Klaksvíkar Hornorkestri. Eg spældi á cornet, og fyrstu ferð, eg slapp at spæla alment saman við teimum, var á einum grækarismessuhaldi í skúlagarðinum í 1960 ella 61.
Ein av sangunum, vit spældu, var. “Um eg vítt um verøld fór ....” Hesin vakri føðilandssangurin, sum Jóannes Patursson yrkti um aldamótið 1900, tá hann var burturstaddur heimanífrá.
Vit eiga so nógvar ómetaliga vakrar og sigandi fosturlandssangir, sum vit gera væl í at syngja og sitera, tí sum land, sum fólk og sum tjóð hava vit brúk fyri at kenna okkara røtur, okkara uppruna og okkara fedra stríð og stremban at byggja upp hetta fantastiska, frælsa og fríða fosturland okkara Føroyar.
Staddur í útlegd yrkir Jóannes bóndi soleiðis í fyrsta ørindi:
Um eg vítt um verøld fór,
norð og suður, um eg svór
aldri heim at leingjast,
alt mítt insta hugafar
vildi tá í barmi mær
fyri spølum spreingjast.
Og hann endar sangin við hesum ørindinum:
Ei eg kendi hjartafrið
mær í brósti ella lið,
fyrr enn heim eg vendi.
Her kann vera bjart og balt,
fyri mær er heimið alt,
har eg fegnast lendi!
Hesin sangur er ein av mongum perlum í ríka sangskatti okkara, ið vit gera væl í at varðveita og goyma í hjørtum okkara, so vit sjálvi ikki gloyma at vera góð við okkara móðurland og eisini læra uppvaksandi ættarliðini hetta sama.
- - -
Hvørt ár kennist tað so forkunnugt og fjálgt at vera við til løtur sum hesa, og ein serlig orsøk til tað eru tit í Klaksvíkar Hornorkestri.
Eingin av okkum kann ímynda sær grækarismessu, flaggdagin, Norðoyastevnuna ella jólini uttan at hoyra tykkara vøkru og lívgandi tónar. Í gjár var aftur ein stór løta í lokalsamfelag okkara, tá ið nýggjasta flaggskipið í føroyska fiskiflotanum kom til Klaksvíkar á fyrsta sinni – og aftur har vóru tit fús at møta upp og geva løtuni í Norðhavnini tann heilt serliga dámin, sum horntónleikur tykkara altíð gevur.
Tað er sum um, at kenslan av vári og summarið veruliga kveikist, tá ið eg hoyri tykkum. Sum býur, lokalsamfelag og sum kommuna skylda vit tykkum í hornorkestrinum eina hjartans tøkk fyri tykkara stóra trúfesti í tænastu fyri bý og lokalsamfelag okkara.
- - -
Sum sagt, so byrjaði eg sum heilt ungur í Klaksvíkar Hornorkestri, sum enn tann dag í dag er mær ómetaliga kært.
Men sum so mong onnur, fekk eg onnur áhugamál, men tað vóru mong í míni familju ikki fegin um. Abbi mín, Sámal úr Leirvík, og mammubeiggjar mínir vóru ikki so glaðir fyri, at eg gavst, tí var tað nakað, sum hjarta teirra brendi fyri, so var tað horntónleikur.
Eg minnist enntá, hvussu mangan tárini runnu niður eftir kinnunum á abba, tá hann hoyrdi horntónleik, og nú eg sjálvur eri blivin eitt sindur eldri, nú ikki er tað frítt at hesin tónleikur kann væta míni eygu.
- - -
Grækarismessa hevur altíð fyri mær verið dagurin, tá ið várið veruliga byrjar. Tað er í dag, at vit fagna várinum, sum tjaldrið er vorðið ein ímynd av. Fram um aðrar flytifuglar minnir tað okkum um, at nú er brátt summar í hondum.
Mikkjal á Ryggi lýsir hetta so væl, tá hann tekur soleiðis til í einum av mongu yrkingum sínum:
Trútnar bróst og duratræ, dryppar gjøgnum nævir. Trekt og tungt gert sinnalag, veðursjúkur maður, missir bæði hug og megn, regn, regn og meiri regn.
Er tað nakað, vit eru merkt og troytt av hesar seinastu góðar tveir mánaðirnar, so er tað stormur, kavarok og regn, ja, áarføri og áarlop. Hetta er tungt og slítandi fyri likam og sál, og okkum leingist tráliga eftir betri veðri. Gott at fáa ein góðveðursdag í dag.
Og hóast vit framvegis kunnu rokna við, at veturin fer at berjast við várið eina løtu aftur, so er dagurin í dag nakað serligt, tí í dag er grækarismessudagur – tjøldrini koma, og við teimum birtast várvónir í brósti – eisini um veðrið kann vera vánaligt eina løtu enn.
Nú byrja vit at slota í svørtu moldina, um vit síggja eitt lítið vet av vøkstri spreingja sær veg upp í ljósi, og knappliga so er vøkstur at síggja, kanska ein slokkur av páskaliljum, sum hava serliga styrki móti ringum veðri.
Hesa tíðina hyggja vit okkum væl um, og jú, mín sann sá eg eitt tjaldur nú ein dagin, og eg gjørdist so glaður. Tað var ikki so málmikið enn – ivaleyst tí tað var troytt av longu ferðini úr sunnari londum norðuraftur til klettar okkara, higar tað so trúfast kemur á hvørjum ári.
Og um nakrar dagar, so fara tey ferðatroyttu tjøldrini at byrja sínar fyrireikingar til summarið. Tá verða tey meira mælsk, og vit fara hoyra víðahvar hetta eyðkenda ljóðið, sum ber okkum boð um, at vár og summar eru í hondum.
- - -
Samstundis sum vit fegnast um várið, so umgongst tað ikki, at tankar okkara leita til medmenniskju okkara í Ukraina, hvørs land verður krígsherjað, so tey mugu flýggja, og mong túsund hava mist alt, sum var teimum kært.
Tað ber illa til at ímynda sær, hvussu ringt og svárt hesi menniskju munnu hava tað, og hvussu djúp sorg teirra er. Latið okkum ikki gloyma teirra neyð, men rætta teimum eina hond og rópa til Gud um at veita hjálp til teirra stóru neyð.
Samstundis minnir hetta okkum staðiliga á, hvussu stórliga vit eru signað. Sanniliga hava vit nógv at takka fyri, at okkum varð givið at veksa upp og búgva í hesum friðarliga og signaða landi okkara.
- - -
Skapari okkara hevur ikki bert skapt og myndað okkum sum menniskju, men Hann hevur eisini innrættað og skipað náttúruna til okkum at liva í her á jørðini.
Tí eru árstíðirnar eisini ein týðandi partur av skapanarverkinum, har Skaparin við várinum gevur okkum ein vón um summar, sól, ljós og lýðku, tí sjálvandi veit Hann, sum skapti okkum, meir enn nakar, hvussu týðandi vónin er fyri okkara lívsmót og trivnað sum menniskju.
Soleiðis eru vit menniskju skapt, og tí er tað ikki so løgið, at grækarismessudagur hevur eitt kært pláss í hjørtum okkara.
Eg vil við hesum fáu orðum heilsa tjaldrinum og várinum vælkomnum – nú vit veruliga byrja at gleða okkum til summar og sól.
HARRIN signi tykkum øll
HARRIN signi land og fólk okkara
Takk fyri.
Steinbjørn O. Jacobsen