Steinur á rull í Kirkjubø

Um níggjutíðina í fríggjakvøldið fór ein eitt tons tungur steinur á rull úr skorini oman fyri Kirkjubø. Steinurin steðgaði góðan metur frá einum sethúsum

Tey vóru heppin í Kirkjubø fríggjakvøldið, tá ein steinur fór á rull úr skorini oman í bygdina. Steinurin rullaði oman gjøgnum bøin, tvørtur um vegin, og steðgaði í túninum góðan metur við síðuna av einum sethúsum. Á veg oman í túnið rakti steinurin eina trækrúnu, sum hevur tikið ferðina av steininum, sum annars hevði beina kós oman í stóra vakstrarhúsið í Kirkjubø.

Fólkini í húsinum boðaðu løgregluni frá tilburðinum. Løgreglan bað fólkini fara úr húsinum, tí óvist var, um fleiri steinar vóru væntandi.

Leygarmorgunin var greitt, at annar steinur eisini stóð at leypa. Hann var um trý tons til støddar, og tí vórðu boð send eftir Landsverkfrøðinginum at meta um, hvat gerast skuldi.

Kl 10 leygarmorgunin fóru Annfinn Brekkstein, borgarstjóri og Eyðfinnur í Búðini, næstformaður, saman við tveimum staðkendum monnum frá Landsverkfrøðinginum at kanna steinin.

? Steinurin er nú tjóðraður, so nú fer hann ongan veg, sigur Annfinn Brekkstein.
Hann sigur, at tey nú ætla at fáa fólk frá Jarðfrøðissavninum at kanna alla skorina, tí menninir frá Landsverkførðinginum varnaðust, at alt ikki var, sum tað plagdi.

? Tá skoran er kannað, verður gjørt av, hvat gerast skal fyri at tryggja viðurskiftini, sigur Annfinn Brekkstein.
Borgarstjórin í Kirkjubøar kommunu er sera fegin um, at smáu kommunurnar hava eina stovn sum Landsverkfrøðingin at venda sær til í slíkum føri.

? Vit í teimum smáu kommununum hava ikki so nógvar møguleikar, tí er tað sera gott, at vit altíð kunnu heita á Landsverkfrøðingsstovnin í slíkum førum, sigur Annfinn Brekkstein, sum leggur afturat, at arbeiðið í Kirkjubø varð greitt skjótt og fyrimyndarligt leygardagin.