Stan hersetti Føroyar og fann konu

Stan Suggate var ein av hermonnunum, sum varð sendur til Føroya undir krígnum. Stan fann sær konu í Føroyum, og herfyri vitjaði tann 88 ára gamli bretin aftur í Føroyum. Hann minnist enn drápuligu sjónina, tá ið teir sigldu inn á eina blóðdálkaða Miðvág

Tá ið Týskland hersetti Danmark 9. apríl 1940, vóru bretar skjótir at herseta Føroyar. Tað vóru kanska ymsar meiningar um hetta tá, men tá týsku illgerðirnar rættuliga komu fram, gjørdust føroyingar meira enn takksamir fyri, at bretar bjargaðu okkum undan tí, sum var nógv verri.

Tað er nógv skrivað um hesa tíðina, serliga av Niels Juul Arge. Men tað eru framvegis nógvar livandi ”søgubøkur”, sum eisini kunnu greiða frá hesi tíðini.

Her er serliga talan um teir bretsku hermenninar, sum fingu sær føroyska konu, og so eisini konurnar sjálvar.

Nakrir búsettust í Føroyum, men teir flestu fluttu við konunum til Bretlands. Tað er vanliga fatanin, at hesar konur yvirhøvur komu væl fyri.

Talið av hesum hjúnum eru sjálvsagt við at fækkast. Men í summar hava vit hitt tvær av hesum søgunum. Í juni høvdu vit eitt prát við Jóhonnu f. Apol, sum giftist við Harry Wilson. Teirra søga kemur seinni í heyst í Miðvikuna.

Nú um dagarnar hittu vit 88 ára gamla Stan Suggate, sum giftist við Kristionnu Petersen á Steig í Sandavági. Hon doyði fyri nøkrum árum síðani, 84 ára gomul. Men nú var Stan komin higar saman við sínum trimum synum og teirra konum at vitja.

Vit hittu Stan og fingu hansara søgu, sum eisini er eitt áhugavert íkast til søguna um hesa tíðini.

 

Var við í krígnum frá byrjan av

 

Bert ein mánaða eftir at Ongland fór í kríggj móti Týsklandi, varð Stan 20 ára gamal innkallaður í herin í oktober 1939. Hann bleiv settur í tænastu í eini sjúkrahúseind, nevnd Ninth Field Hospital, sum skuldi virka sum sjúkrahús á hermótunum. Fyrsta tíðin gekk við venjingum í Onglandi. Á sumri 1940 varð eindin hjá Stan knýtt at Royal Marines, og vóru teir sendir við skipi í kríggj. Stan var umborð á herskipinum í einar tríggjar mánaðir. Ætlanir vóru um, at tann partur av flotanum, har hann var við, skuldi gera innrás í Vestur Afrika, men henda ætlan var av eini orsøk ella aðrari slept, og skipið fór tá til Glasgow í Skotlandi við hermonnunum. Hermenninir fingu tá frí í tríggjar vikur, og Stan setti kós heim til foreldrini í London, men har væntaði honum ein skelkandi sjón.

 

 

Pápin var bumbaður

 

Heima í London høvdu tey veruliga merkt meira til kríggið, enn Stan hevði merkt umborð á troppaskipinum.

Foreldrini búðu í einum dupulthúsum í útkantinum av London, har tvær familjur búðu. Hesi húsini vórðu bumbað í sor av týskarum, tá hesir byrjaðu sín ”blitz” bumbing ímóti Bretlandi og eisini London.

Tvey fólk í hinum partinum av húsunum vórðu dripin. Mamman slapp heilt óskalað, tí hon var í einum bumbuskýli. Verri kundi tað havt verið við pápanum. Hann var farin í skýlið, men var forvitin eftir at frætta tíðindini í útvarpinum og fer inn at lurta. Beint tá kemur ein bumba, sum rakar húsið, men her var pápin so heppin, at eitt billiardborð stóð millum hann og bumbuna, og tað bjargaði honum.

Tá ið Stan kemur aftur út flotanum, fer hann til hús, men hann finnur einki hús. So at leita eftir foreldrunum, men eingin kundi svara, hvar tey vóru. Hann fer inn í ráðhúsið at spyrja, men har vita tey heldur ikki. Men júst sum hann stendur uttanfyri ráðhúsið og hugsar um, hvat ið er at gera, sær hann pápan. Tá eru tey bráfengis flutt inn í eini hús har nærindis.

Húsini vórðu bygd upp aftur, og tað er her Stan og Kristianna hava búð meginpartin av tíðini. Tað er bert hálvur tími við toki inn í miðbýin í London.

 

Sigldu seg inn í blóð!

 

Tá ið Stan fer aftur í herin eftir hesar tríggjar frívikurnar, fekk hann støð í Skotlandi, har hann skuldi bíða eftir nærri boðum. Hesa tíðina búðu og vandu teir ymsastaðni í Skotlandi. Ein dagin fáa teir boð um at fara umborð á eina av teimum skjóttgangandi fergunum, sum annars sigldu rutu til Isle of Man, sum liggur í írska havinum. Tá er tað, at teir koma til Føroyar, sum teir lítið og einki vistu um frammanundan.

Stan kom higar í apríl 1942, og komu teir inn á Miðvág. Hansara fyrsta minni var rættuliga drápuligt. Tá ið teir komu inn móti bryggjuni er sjógvurin reyður sum blóð og hermenninir ógvast við. Tá hevði júst verið grindadráp!

 

Gjørdist laborantur í Sandavági

 

Stan kom higar saman við teirri manning, sum skuldi byggja flogvøllin í Vágum. Hetta var ikki smávegis tal av monnum. Teir vóru upp til 2.600 mans til hesa uppgávu.

Men uppgávan hjá Stan var at arbeiða á bretska sjúkrahúsinum í Vágum. Tey eru kanska ikki øll sum vita, at bretar høvdu sjúkrahús. Teir høvdu veruliga tvey, tí eitt var eisini í Havn, uppi hjá nonnunum.

Tað hoyrir við til at fara í kríggj at kunna viðgera teir hermenn, sum verða særdir ella sum gerast sjúkir, og við í hesum er so eisini at hava sjúkrahús á staðnum.

Bretar høvdu tískil innrættað sjúkrahús í teimum frálíku húsunum hjá losjuni Vakhús í Sandavági. Beint við stóðu sethúsini, sum Jóan Jakku Simonsen nýliga hevði bygt sær. Her komu læknarnir at búgva. Bygt varð afturat losjuni, sum fekk skurðstovu, sjúkrastovur og røntgen. Sjúkrahúsið hevði 50 sengur, og manningin var eisini 50, alt mannfólk.

Farmaceutar og laborantar búðu í húsinum hjá Dáva Magnussen. Við Giljarætt varð bygdur ein campur við barakkum, og har búði alt hitt starvsfólkið á sjúkrahúsinum.

Arbeiði hjá Stan var at vera laborantur, og hevði hann eina útbúgving til tess. Vildi illa til kundi sjálvsagt veruliga verðið brúk fyri hesum sjúkrahúsi. Vágar var jú høvuðsstøðin hjá bretum, og her vóru kanska upp til 6-7.000 hermenn í senn. Oyggin kundið verið eitt álopsmál hjá týskarum, men tað hendi tíbetur tó ikki.

Tað var sín sak at finna innivist til allar hesar hermenninar, sum komu í Vágar. Men her mátti hvørt skot fyllast. Skúlar vóru tiknir og tað sama við øðrum bygningum, sum vóru tøkir. Nógvir hermenn komu eisini at búgva privat hjá fólki.

 

Tíbetur gjørdist ongantíð rættuliga brúk fyri sjúkrahúsinum til annað enn til hendilig óhapp, og tá ið onkur umfarssjúka gekk. Stan tekur til, at so heppin kundi lagnan vera. Hann kundi eins væl verðið sendur til okkurt annað hermót, har tað ikki spældi so friðarliga av, sum til dømis til hermót í frumskógini í Asia.

 

Ambulansa var brúðarbilur

 

Men hepni hjá Stan gjørdist eisini tað, at í Sandavági hitti hann Kristionnu, dóttir Onnu og Óla Jákup Petersen á Steig. Hetta var eitt stórt hús, har tað høvdu verið seks brøður og sjey systrar. Við so nógvum gentum kundi neyvan sleppast undan, at onkur av teimum fall fyri einum av teimum mongu bretunum. Men Stan sigur, at hann varð væl móttikin í húsinum. Tað vóru tó ikki allir dreingirnir í Vágum, sum vóru so glaðir fyri, at bretar fóru avstað við so nógvum av gentunum í oynni!

Ein beiggi var tann seinni vælkendi skiparin og vinnulívsmaðurin Petur á Steig, sum hevði verið skipari á skonnartini ”Sólarris”, sum varð minusprongd undir Íslandi stutt frammanundan, í august 1941. Fimm menn doyðu, ein av teimum var John, beiggi Petur. Petur og tveir aðrir høvdu rikið á einum flaka í 78 tímar, áðrenn teir vóru bjargaðir, so Petur var beint tá við at koma fyri seg aftur. Hann var tá eitt slag av politimanni í Sandavági.

Sjúkrahúsið varð niðurlagt i 1944. Tá ið bretar fyrireikaðu D-dagin, innrásina í Frankaríki, varð brúk fyri øllum kreftum til hesa uppgávu, og manningin á sjúkrahúsinum í Sandavági varð send aftur til Bretlands.

Men tá vóru Stan og Kristianna gift. Tískil slapp hann at verða verandi í Føroyum. Hann varð fáa vikur eftir brúdleypið fluttur til Havnar, har hann arbeiddi á bretska sjúkrahúsinum í Havn.

Tey bæði blivu gift 4. mars 1944 í prestagarðinum í Miðvági. Hendan dagin var so nógvur kavi, at tað var ómøguligt hjá bilunum at koyra. Tí máttu tey nýta sjúkrabilin hjá hospitalinum sum brúðarbil. Brúdleyp var seinni hildið í Sandavági inni hjá bróðrinum Petur á Steig.

 

Búðu hjá Poul Effersøe

 

Í Havn komu tey at búgva í húsunum hjá Siggu Rasmussen, sum var úr Sørvági, systur Løvu-Jógvan. Hetta gevur okkum høvi til at koma við einum í skoyti til røðina ”Hendur ið Sleptu.” Hetta er í samband við Poul Effersøe, beiggi Rasmus, sum var sakførari og doyði ungur. Sigga helt hús hjá honum, og hon arvaði húsini, tá ið hann doyði. Tey fóru so víðari til Siggu hjá Rósing Rasmussen, sum er gift við Árna Winther, og tað er í hesum húsum, at Árni hevur sítt arkitekavirki.

 

Flogvøllurin skuldi verja Bretland

 

Flogvøllurin, sum var beinleiðis orsøkin til, at Stan kom til Føroya, varð bygdur, men hann kom ikki at hava tann stóra hernaðarliga týdningin, tí týskarar vóru við at verða niðurbardir, tá ið vøllurin var liðugur.

Stan ivast ikki í endamálinum við flogvøllinum. Hann var ein týdningarmikil partur av verjustrategiini hjá bretum. Churchill hevði boðað frá, at berjast skuldi móti týskarum til seinasta mann. Um tað hendi, at Týskland gjørdi innrás í Bretlandi, skuldi millum annað flogvøllurin í Føroyum nýtast sum støð til at berjast móti týskarum í Bretlandi. Til alla lukku kom tað ikki so langt. Men vøllurin kom so sanniliga at gera sína nyttu fyri føroyingar!

 

Heim til London

 

Stan var í Havn til krígslok, tá fluttu tey heim til London. Viðurskiftini við fólkið í Vágunum var gott. Áðrenn tey fluttu, bjóðaðu bretarnir so nógvum av øllum fólkinum í Sandavági sum til bar til ein døgurða á sjúkrahúsinum.

Tað var sjálvsagt ein stór broyting hjá Kristionnu at koma til London. Tey fóru við skipi til Aberdeen og so við toki til London. Her kundi hon síggja eitt heilt annað landslag enn í Føroyum. Men Krisianna fall væl til. Hon dugdu nakað væl av enskum frammanundan, og hon kom at tosa tað so perfekt, at fólk har á leiðuni hildu hana vera skotska, um tey ikki vistu betur.

 

Stjóri á mjólkavirki

 

Í London fór Stan at arbeiða á einum øðrum øki. Hann fór fyrst á landbúnaðarskúla og fekk eina 2 ára umskúling til at gerast meiaríteknikari. Hann gjørdist seinni stjóri á einum stórum samtaki av mjólkavirkjum – London Cooperative Dairy - nakað líknandi sum MBM í Føroyum. At hetta var ein stór fyritøka sæst av, at umsetningurin var yvir 50 mill pund, ella meira enn ein hálv milliard krónur, og hetta eru longu nógv ár síðan. Á virkinum starvaðust tilsamans umleið 3000 fólk.

 

Tey bæði fingu tríggjar synir. Tann elsti sonurin, John, er føddur í 1947, og kona hansara eitur Zena. Hann er verkfrøðingur og býr í Newcastle, har hann hevur egið virkið, ið framleiðir plastlutir til bilar. John eigur tvey børn. Næstelsti sonurin, Charles, er føddur í 1949. Kona hansara er Josie. Charles er búsitandi beint uttanfyri Birmingham, og hevur eisini egið virkið, sum veitir ráðgeving og líknandi innan starvsfólkamenning. Hann eigur trý børn. Yngsti sonurin, Graham, er føddur í 1953, og konan er Catherine. Tey eiga eisini trý børn. Graham er kemiverkfrøðingur og býr í Oxford. Hann hevur áður starvast í Suður-Afrika í nøkur ár.

 

Veteranfelag fyri bretskar hermenn í Føroyum

 

Heimvendu hermenninir skipaðu ein felagsskap eftir kríggið, har endamálið var at teir skuldu hittast. Tað gjørdu teir eisini í mong ár. Hesin felagsskapur kundi bert minka í tali, og tí er hann eisini givin at virka.

 

Eisini føroysku konurnar, sum giftust bretskum hermonnum, savnaðust javnan tey fyrstu árini, men eisini hetta datt niðurfyri eftir nøkur ár.

 

Tað var ikki so lætt hjá føroysku konunum at koma til Føroyar at ferðast beint eftir kríggið. Leiðin var at fara til Aberdeen ella Grimsby og sleppa heim við einum fiskiskipi, sum hevði verið niðri og landa. Hetta hevur ikki altíð verið stuttligt. Ikki minst, tí konurnar ofta høvdu smá børn við sær.

Hetta er sera nógv broytt. Stan og Kristianna hava javnan verið í Føroyum, og hetta hevur verið lættari hvørja ferð. Synirnir vóru við, tá ið teir vóru smádreingir, men tað eru eini 30 ár síðan, teir seinast vóru her, nú teir komu aftur saman við pápanum.

 

Eiga 35 føroysk systkinabørn

 

Tað er ein sera stórur munur hjá synunum hjá Stan, tá hugsað verður um støddina á teirra ætt í Føroyum og Bretlandi. Stan átti bert tveir beiggjar. Annar doyði ungur. Hin fekk fýra børn. Tískil eiga teir fýra systkinabørnum í Bretlandi.

Kristianna átti tólv systkin, og tey eiga 35 systkinabørn í Føroyum, Danmark og Noregi, og afturat tí eitt ótal av triði/øðrum og aðrari ætt. Ættin eftir verforeldrini hjá Stan, Óla Jákup og Anna Petersen, skipaði fyri eini samkomu nætseinasta sunnudag við teirra nærmastu ætt, og her vóru fleiri enn 200 til staðar úr fimm ættarliðum.

 

Vit takka Stan fyri samrøðuna, sum er eitt áhugavert íkast til hendan partin av okkara søgu.