hetta tilfarið er so stórt, at her er ikki nógmikið við tjúkkum vikubløðum, her má tann gula pressan ella gølupressan hjálpa til fyri at metta tey svongu dag um dag. Paperazzi kallast her tað serliga slagið [...] Hvat er verðin? Tað er tað lítla, sum er beint uttan um teg, og sum tú sjálvur kanst nerta við og tosa við. Og so er tað tað stóra inni í heysinum, orðini og myndirnar, sum floyma inn yvir teg uttanífrá [...] eisini á framsíðirnar her. Tá er ørskapurin øðrvísi týðandi. Tí har eru vit í parti. Tíðindi, tá ið saman um kemur, er tað, sum hevur áhuga hjá lesarum, lurtarum og síggjarum. Tað er ein vøra, og tað man
Hóast hann ikki er meira enn 50 ára gamal, so er hann av teimum handilsmonnunum í býnum, sum hava virkað longst í vinnuni - í hvussu so er hevur hann verið partur av handilslívinum í Havn í 35 ár. Vit [...] og oljuklæði ikki er heilt tað sama, sum millum klædningar og slips uppi á »Glade Hjørne«. Tað nyttar einki at koma til mín nú, skalt tú hava klædning, hvíta skjúrtu og slips. Her er tað sjómaðurin og [...] men at hann verður, sum hann altíð hevur verið - og her er hugnaligt niðri á Bryggjubakka, leggur Jákup afturat, meðan hann skimast út á vágna. Her kann eg eygleiða umhvørvið, eg eri uppvaksin í: Vestaru
møguleiki er, at hon er gift onkrar aðrar staðir, og ein annar møguleiki er, at hon, sum fleiri ungar gentur tá í tíðini, er farin til Danmarkar. Og so er tað sjálvandi tann møguleikin, at hon er deyð. Tað [...] tillukku til skyldmannin. Fólkaslagið er familjukært, og tá systkinabarnið í hesari greinini av familjuni, sum hevur rokkið longst í elsta ættarliðnum, fer um tey níti, er høvi at líta eitt sindur aftur um [...] um bak. Í sambandi við runda dagin, snaraðu hugsanirnar sær um ættgreinina, sum er felags hjá okkum. Talan er um ognarleys fólk, sum bara høvdu hendurnar at fáa sær og sínum føðina í munnin. Um tey, sum
Her í blaðnum havi eg ofta víst á, hvussu lítið samsvar er millum orð og gerðir hjá fólkaflokkinum, og sum eitt dømi havi eg mint á, hvussu fólkaflokstingmenninir, Óli Breckmann og Jørgin Niclasen, fyri [...] nærri viðgjørt seinni. Men av tí at samgongan beint eftir hetta varð umskipað varð tað av ongum. Her er sostatt talan um, at landsstýrismaðurin hjá fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri [...] hann setur føroyska skattgjaldaran undir almenna skattliga umsiting, so er hetta bert enn eitt prógv um, hvussu stór fjarstøðan er millum orð og gerðir hjá fólkaflokkinum. 1. januar í ár fingu vit eina
Men hóast evangeliið hevur havt stóra framgongd, so er tað nú vorðið sera trupult at arbeiða har vegna harðan ágang frá muslimunum. T.d. var tað her, at hin danski trúboðarin Janne Petersen varð myrd í [...] Føroyum. Seinast var í vár, tá ið hann vitjaði missiónshúsini á Toftum, í Rituvík og á Glyvrum. Hann er útbúgvin lærari og teologur. Helgi hevur virkað sum trúboðari í uml. 25 ár. Fyrst í Etiopia, síðani [...] eftir ætlan aftur skal sendast út í jan. 1998. Eitt skifti var hann sóknarprestur í Íslandi. Í Etiopia er Helgi knýttur at Mekane Yesu Kirkjuni. Har virkaði hann, seinast hann var har, sum leiðari fyri einum
var ungdangongubygdin, var lokomotivið í tí føroyska samfelagnum. Her í Vági vóru 9 fiskavirkir, her var gjørd kei, bygdur sparikassi og her varð bygt el-verk, meðan allar Føroyar lógu í svartasta myrkri [...] vera, so hevði tú beinanvegin kunnað sæð, at tað er tann reini ørskapur, at nakað fiskaarbeiði í heila tikið skal vera í høvuðsstaðnum, tá ið tilfeingið er so lítið, at bert 3 ella 4 flakavirki tilsamans [...] av krónum floyma inn í kommunukassan, so hvat er meira náttúrligt enn at alt fiskaarbeiðið verður lagt aðra staðni úti um landið; men sum politikkurin er nú, so oyða tit bygdirnar. Tá ið einki fiskaarbeiði
góðskingarmøguleikar kring landið. Tað hevði tí verið av týdningi, at vit fingu tilvirkað allan fiskin her á landi, sum føroysk skip veiða. Á henda hátt kundu vit skapt møguleikar fyri at latið upp øll flakavirkini [...] øll hesi virki í hóskandi stand, so tey kunnu lúka ES-krøvini. Men hvør skal so fíggja hesi arbeiði? Her haldi eg, at tað kundi verið bankar, sparikassar, grunnar og fíggingarstovnar annars. Einstaklingar [...] skal Føroyar verða ein framkomin og nútímans fiskivinnutjóð. Ein trupulleiki hjá føroysku virkjunum er, at tey hava trupult við at kappast við virkini í eitt nú Danmark og í Bretlandi um ráfiskin. Men syrgja
søguni hjá skipinum. Sagt verður í sølusáttmálanum, at skipið er ?afloat³ ella flótandi skoðað, uttan tó at latið er upp nakrastaðni. Tað er óvanligt. Tá eitt so gamalt skip verður selt, vilja keypararnir [...] a. Møguleiki er fyri at skipið fær so lága deyðvekt, at tað skerjir møguleikarnar at brúka Nólsoyar Páll til vaktar- og bjargingarskip. Hin spurningurin er stabiliteturin í skipinum. Her eigur beinanvegin [...] Føroya, her tað eftir ætlanini skuldi umvælast víðari á skipasmiðjuni á Skála. Tað var tó skjótt greitt, at hetta málið ikki ruggaði rætt. Á Vaktar&Bjargingartænastuni vóru teir varugir við, at her vóru nógvir
eildina hjá FSF um skeið til íblástur. Venjaraútbúgvingin í Føroyum er eftir donskum leisti, og hon er góð. Vit halda tó, at tað er gott við íblástri aðra staðni frá eisini. Noreg hevur staðið seg sera [...] limagjaldi er nakað, sum felagið fer at taka upp. Skulu vit arbeiða, so er neyðugt við eitt sindur av pengum at arbeiða við. Felagið hevur søkt FSF um stuðul, men formaðurin heldur, at tað eisini er rímuligt [...] á ovasta bredda: ? Málið hjá felagnum er at røkja áhugamálini hjá venjarunum og at virka føroyskum fótbólti at frama. Hetta fevnir um so nógv. Eitt av málunum er at koma við uppskotum til útbúgvingardeildina
væntar hann, at tað fer at bera til. Tað, sum vit frætta frá japanska fiskiskapinum undir Føroyum, er, at her verður allur fiskurin frystur. Og tað skal vera niður á 60°. Slíka frystiorku hevur Túgvusteinur [...] føroyingar, meðan restin er haðani, skipið fiskar. Gunnbjørn Joensen sigur, at suðurafrikanarar eru í ferð við at avmarka stóru, japansku tunfiskaveiðuna har suðuri. Grundin er, sigur hann, at suðurafrikanarar [...] Línubáturin Túgvusteinur úr Hósvík er í Suðuratlantshavi og fiskar millum annað tunfisk, sum seldur verður á amerikanska marknaðin. Meðan menn koma hinumegin Jørðina at fiska tunfisk undir Føroyum, eru