Somuleiðis hevur nógv verið kjakast um allan tann fisk, sum fer ótilvirkaður av landinum og um, at føroyingar skapa fleiri hundrað arbeiðspláss í donskum og enskum fiskivinnuhavnum. Tað hevur eisini verið tosað um virkis- og góðskingarmøguleikar kring landið. Tað hevði tí verið av týdningi, at vit fingu tilvirkað allan fiskin her á landi, sum føroysk skip veiða. Á henda hátt kundu vit skapt møguleikar fyri at latið upp øll flakavirkini kring landið. Tað vildi eisini givið nógv arbeiði við at seta øll hesi virki í hóskandi stand, so tey kunnu lúka ES-krøvini.
Men hvør skal so fíggja hesi arbeiði? Her haldi eg, at tað kundi verið bankar, sparikassar, grunnar og fíggingarstovnar annars. Einstaklingar og feløg kundu eisini tikið seg saman um at skipað smápartafeløg, ið kundu rikið flakavirkini. Eitt umboðsráð kundi verið knýtt at hvørjum virki, sum síðan valdi sær eina trýmannanevnd, sum aftur setti stjóra og virkisleiðara.
Hesi flakavirkini kring landið kundu so verið umboðan innan uppboðssølurnar og fiskasøluna og kundu síðan gjøgnum fiskasøluna selt sínar góðskaðu fiskavørur til marknaðin uttanlands. Annars skuldu virkini verið frítt stillaði at selt sína framleiðslu, har mest fekst fyri hana, og hetta skuldi eisini verið galdandi fyri virkini hjá Føroya Fiskavirking.
Økta virksemi innan fiskavirking hevði eisini økt um virksemi hjá teimum, sum flyta fiskin - óvirkaðan og virkaðan, millum skipini, uppboðssølurnar, virkini og millum einstøku virkini og skipini, sum at enda flyta fiskin av landinum.
Slík framleiðsla, har dentur verður lagdur á góðsking og flutningsvirksemi, sum verður hareftir, má samskipast væl, skal Føroyar verða ein framkomin og nútímans fiskivinnutjóð.
Ein trupulleiki hjá føroysku virkjunum er, at tey hava trupult við at kappast við virkini í eitt nú Danmark og í Bretlandi um ráfiskin. Men syrgja vit fyri, at føroysku virkini fáa meiri fisk til virkingar - við denti á góðsking, so skuldi tað gjørt, at tey verða betri før fyri at standa seg í kappingini um ráfiskin, tí tá verða tey eisini størri og sterkari.
Tað hevði eisini verið upp á sítt pláss, at flakavirkini samstarvaðu um fiskasløg og arbeiðsfólk umframt onnur viðurskifti í sambandi við framleiðsluna.
Eg haldi eisini, at virkini eiga at leggja seg meiri eftir at framleiða vørur til heimamarknaðin, tí tað kann ikki vera rætt, at tú sum føroyingur ikki kanst fara í handlarnar og keypa tær eitt kók av feskum fiski ella fiskavørum, sum eru liðugt viðgjørdar og klárar at koyra í grýtuna.