skeivleikar - ið er við til at bøta um, so vit fáa eina vinnu, ið vit kunnu vera errin av. Hetta er ein partur av menningini. LEYGARDAGIN fingu 19 føroyingar prógv sum ferðaleiðarar. Vit ynskja teimum [...] kann mennast til at vera eitt av teimum beinunum, sum samfelagsbúskapurin kann standa á umframt fiskivinnuna er bara at fegnast um. Latið okkum ikki vera bangin fyri at læra av hvørjum øðrum, og latið okkum [...] ferðavinnuni, har tú jú hevur við fremmandafólk at gera. Men tað, sum er umráðandi, er, at vit læra av mistøkunum, og hetta gera vit bert við at umrøða tey. Tí er tað rætt, at mál sum hatta við kunning
fleiri av málunum vóru væl gjøgnumspæld. Hjá GÍ skoraði Heini Heinason tvær ferðir, og harvið er hann ovast á máltindinum, men har verður hann neyvan leingi afturat, tí ætlanin hjá honum er at fara av landinum [...] stig. Hjá HB er tað vorðið betri á tann hátt, at nú eru tað frá vikuskifti og til vikuskifti fleiri av teimum somu nøvnunum, ið ganga aftur. Hesa ferð vunnu teir fyri fyrstu ferð á árinum ein hálvleik, [...] Tað eru tvær uppgávur eftir, og mett út frá støðutalvuni verður tað torført, bæði tá teir fáa vitjan av B68, og tá teir skulu suður til Sands. Vesturi í Vágum hava teir havt eina turbulenta viku, har teir
botninum eru sumbingar, sum í Runavík stóran part av 2. hálvleiki bara vóru tíggju og fram móti endanum níggju spælarar, framvegis stigaleysir. Tvey av hinum báðu liðunum, sum royna at renna undan niðu [...] annaðkvøld á Svangaskarði. Gøtumenn eru ivaleyst troyttir av longu ferðini niður til Bosnia, men tað er lagt upp til eina spennandi løtu á Toftum. Higartil í landskappingini hava flestu úrslitini verið akkurát [...] fáa øll trý stigini frá sandoyingum. Komandi sunnudag skal VB til Sumbiar, og tað er ikki við síðuna av at rokna við, at uppgávan ta ferðina sær øgiligari út, enn hon undan vikuskiftinum sá út, tá vágbingar
meðan Fróði Benjaminsen var beint aftanfyri. Tað riggaði bara heilt væl, og tað var eisini liðið av Toftum, sum fekk mál fyrst. B68 breyt eitt HB-álop og spældi seg upp eftir miðásini. Bólturin endaði frammi [...] leikbannum. Av teimum fyrstu ellivu, sum gjørdu liðið til føroyameistara í fjør, vantaðu Hans Fróði Hansen og Allan Mørkøre, og harafturat var Jóhannis Joensen ikki heilt fit for fight. Av tí sama lá nógv [...] trý stigini, hóast bæði liðini vildu vinna og eisini høvdu kjansirnar til tað. Serliga í seinnu helvt av seinna hálvleiki, tá støðan var 1-1, var HB nærgangandi, og eingin hevði verið kløkkur, um tað hevði
Villy Magnussen. Møguleikin stóðst av, tá sandoyingar spældu tvørtur um í verjupartinum. Elian Hansen umsetti eitt brotsspark til mál, meðan eitt annað fór við síðuna av stólpanum hjá Ernst Løkjá, ið noyddist [...] gini. Bárður á Lakjuni økti til hálvleiksstøðuna, tá fimm minuttir restaðu av fyrra umfarinum. Málið kom eftir eitt sindur av aftur og fram, og í 2. hálvleiki var ikki nógv skil á spælinum. Rúni Joensen [...] kunnu ráðini vera, at tey hyggja at 3. deildardystunum. Í flestu dystunum er spælið einki at reypa av, spælararnir á liðunum, hvørs feløg eisini hava lið í 1. og 2. deild, venja millum lítið og einki,
Sunnuvá var allatíðina millum tær fremstu, uttan at hon nakrantíð var fremst. Hon helt seg aftanfyri eina av Guernsey, ið æt Val Phillips, og sum sostatt tók størsta takið, tí tað er altíð lættari at renna beint [...] endanum, tá tað bleiv ein kapping millum Sunnuvá, Uiloq Slettemark úr Grønlandi og Penny Buckingham av Guernsey. Í endaspurtinum dragnaði Buckingham, men Sunnuvá megnaði ikki at taka grønlendska rennaran [...] Buckingham við tíðini 40.31,62. Nógvur hiti og lág ferð Rigmor Napoleonsdóttir Joensen rann ein stóran part av teininum fyri seg sjálva, og tað er tyngri enn tá runnið verður í bólki saman við øðrum. Rigmor endaði
gjørdi nógv um seg. Hann skoraði ikki færri enn seks mál, og fýra av teimum gjørdi hann við høvdinum. Málverjin hjá FS Vágum varð vístur av vøllinum, tá hann á hálva tímanum gjørdi brotsspark, sum Jón Hardley [...] Síðsta umfarið undan summarsteðginum varð avgreitt um vikuskiftið. Á Toftum og á Tvøroyri varð spælt longu fríggjakvøldið, meðan dystirnir í Fuglafirði og í Gundadali vóru sunnudagin. Tað eydnaðist hjá [...] seðlarnir koma á rætta staðið. Vit hava ikki so nógv at siga um teir einstøku dystirnar hesa ferð. Á Toftum var merkisvert, at Jóhannes Petersen skoraði tvey mál fyri B68 móti GÍ. Hann hevur altíð spælt í
Endaspurturin bleiv sera spennandi, men tíverri eydnaðist tað manninum av Saaremaa at fara um strikuna beint áðrenn Rógva. Eitt flott silvurmerki til vágbingin, men so stutt frá gullinum, og hóast menn vóru [...] sunnudagin var Rógvi Johansen, sum tá var besta boðið upp á eitt føroyskt heiðursmerki, rættiliga vónbrotin av at enda á fjórða plássi, tí hann hevði ætlað sær meira. Týsdagin var landavegskoyringin upp á 126 [...] føroysku vónirnar settar til Boga Kristiansen. Men tað varð Rógvi Johansen, sum í staðin vann eitt flott silvurmerki, eftir eitt framúrskarandi liðavrik frá føroysku súkklarunum. Rutan, súkklað varð eftir
slapp á flot. Og allir tímarnir, Ditlev hevur flotið her rundan um oyggjarnar, gjørdu eisini, at hann tóktist líka kendur undir vatninum, sum omaná. Tó hann eisini kendi landið. Varð farið á flot, varð vanligt [...] snørið. Ringdi telefonin, plagdi hann at siga: »So. Nú var ein á.« Og ikki var hann meira enn farin av vaktini, so fór Vága Heini glíðandi út um molan. Var tað seint á kvøldi, ella veðurlíkindi bilaðu, [...] so heppin nøkur ár her fyri at fáa miðabókina, hann hevði fingið eftir verfaðirin í Havn, at skriva av. Tá hon var løgd á teldu, fekk Ditlev eitt eintak aftur, og tað var hann ógvuliga glaður fyri. Hægri
er størri enn Norrøna. Væl størri. Nærum tvær ferðir so stórt, men kortini tekur tað bert helmingin av ferðamannatalinum, sum okkara ferðamannaskip ger. Well, nú skuldi hetta ikki gerast ein frágreiðing [...] verið vanur at ferðast við slíkum skipum, so tað er kanska orsøkin til samanlíkningina. Líkamikið. Flott var tað, og ótrúliga tiltalandi. Skiparin beyð okkum sess og vit fingu góða sjampanju og pinnamat [...] bíligt. Meir um tað seinni ... At standa á pallinum og hyggja niðuryvir stólarøðirnar gav einum kensluna av at verða langt afturi í eini tíð, sum ikki er til longur. Stóra ljósakrúnan undir loftinum hongur sum