Besta fótbóltsdeildin gongur framvegis í tveimum bólkum. Í botninum eru sumbingar, sum í Runavík stóran part av 2. hálvleiki bara vóru tíggju og fram móti endanum níggju spælarar, framvegis stigaleysir. Tvey av hinum báðu liðunum, sum royna at renna undan niðurflytingarspøkilsinum, hittust á Vágseiði, og har mundi tað kennast sum steinur oman á stsóru byrðuna, sum vágbingar hava lagt á seg sjálvar, at teir ikki megnaðu at fáa øll trý stigini frá sandoyingum.
Komandi sunnudag skal VB til Sumbiar, og tað er ikki við síðuna av at rokna við, at uppgávan ta ferðina sær øgiligari út, enn hon undan vikuskiftinum sá út, tá vágbingar bíðaðu eftir sandoyingum.
Klaksvíkingar fremstir
Eftir at tað í fleiri umfør hevur staðið stavn um stavn í fremstu røð, eydnaðist tað hesa ferðina KÍ at slíta seg leyst frá hinum liðunum. Klaksvíkingar syrgdu sjálvir fyri sínum parti av uppgávuni, tá teir fyri fyrstu ferð í átta ár á heimavølli vunnu landskappingardyst móti B36.
Fótbóltsspælið hjá klaksvíkinum er framvegis ikki tað, sum teir spælararnir, ið manna liðið í ár, áður hava víst, at teir megna, men tað eru nógvar fyritreytir, sum skulu ganga upp í eina hægri eind, um tað skal eydnast at vinna fótbóltsdystir og stig og harvið oddasessin, og í løtuni tykist tað sum um KÍ er tonna frammanfyri nógv av mótstøðuliðunum, tá tað ræður um treysti, skjótleika og kropsliga styrki, og tá hetta ber sigrar og stig við sær, ger tað eisini, at sjálvsálitið, sum er so týdningarmikið, er í topp.
Hin orsøkin, til at KÍ slapp frá hinum liðunum, var, at B68 fór úr Gundadali og inn aftur á Toftir við javnleiki móti HB í viðførinum. Í fyrsta umfarinum í landskappingini taptu toftamenn 5-0 í Klaksvík. Síðani tá hevur gingið støðugt framá, og hjá B68 viðhaldsfólkunum var tað ikki púra óvæntað, at tað eydnaðist at fáa stig við úr Gundadali, har B68 áður hevur fingið so nógv stig.
Toftamenn samanspældir
HB og B68 hittust tíðliga í ár í einum venjingardysti í Gundadali. Ta ferðina vann HB 7-0, og tað mundi vera við avrikinum hjá toftamonnum í tí dystinum í huga, at útvarpið undan fyrsta umfarinum í landskappingini metti styrkina hjá B68 at vera so mikið jánkasliga, at liðið var upplagt evni til niðurflyting.
Nú eru toftamenn, sum hava megnað at samanspælt brasiliumenn, havnarmenn og toftamenn til eina góða eind, millum evnini til heiðursmerki. Tað eru gøtumenn eisini, og hesi bæði liðini hittast longu í annaðkvøld á Svangaskarði. Gøtumenn eru ivaleyst troyttir av longu ferðini niður til Bosnia, men tað er lagt upp til eina spennandi løtu á Toftum.
Higartil í landskappingini hava flestu úrslitini verið akkurát sum roknað hevur verið við. Úrslitið í Gundadali sunnudagin minnir okkum á, at bólturin framvegis er rundur, og at tað framvegis ber til hjá teimum smáu at taka stig frá teimum stóru.
Sunnudagin skal HB til Sands, og KÍ skal til Fuglafirðar. Við allari virðing fyri bæði B71 og ÍF kunnu vit ikki annað enn rokna HB og KÍ sum greiðar favorittar. Botndystin í Sumba ber illa til at meta um, og so er spurningurin, hvussu tað fer at gangast, tá NSÍ skal í Gundadal móti B36 at endurtaka sigurin, sum teir fyrr í ár vunnu móti HB.










