Aftan á einkultstartin í súkklingini sunnudagin var Rógvi Johansen, sum tá var besta boðið upp á eitt føroyskt heiðursmerki, rættiliga vónbrotin av at enda á fjórða plássi, tí hann hevði ætlað sær meira.
Týsdagin var landavegskoyringin upp á 126 kilometrar, og her vórðu størstu føroysku vónirnar settar til Boga Kristiansen. Men tað varð Rógvi Johansen, sum í staðin vann eitt flott silvurmerki, eftir eitt framúrskarandi liðavrik frá føroysku súkklarunum.
Rutan, súkklað varð eftir, var ógvuliga sløtt, og tí vóru ikki stór sannlíkindi fyri, at nakar veruliga fór at skilja seg burturúr. Tá teir vóru komnir nøkulunda í helvt, sleit ein súkklari frá Saaremaa seg leysan og fór næstan tveir minuttir fram um allar hinar. Men hann varð skjótt tikin aftur, og nakað áðrenn málið slitu fimm seg aftur leysar frá hinum. Millum hesar vóru tríggir føroyingar: Rógvi Johansen, Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl-Olsen. Teir tríggir føroysku súkklararnir arbeiddu væl saman, og tað var greitt ein fyrimunur, at teir vóru »tríggir móti tveimum«, um tað kann sigast soleiðis.
Tá slakir átta kilometrar vóru eftir, fóru Rógvi Johansen og Andres Laug frá restini, og teir súkklaðu so einsamallir fram móti málinum, tað ið eftir var. Endaspurturin bleiv sera spennandi, men tíverri eydnaðist tað manninum av Saaremaa at fara um strikuna beint áðrenn Rógva. Eitt flott silvurmerki til vágbingin, men so stutt frá gullinum, og hóast menn vóru væl nøgdir sum heild, bar til at síggja, serliga hjá venjaranum Jens Glerup, at hann iðraði seg eitt sindur um, at tað ikki bleiv til gull, nú tað var so nær við.