Marnar á Skúr fyri, at harur aftur vórðu settar út. Ta fyrstu haruna kom Jógvan á Argjaboða við, og tey fylgjandi árini vórðu 11 aðrar harur, frá ymsastaðni í Suðurstreymoy, settar út. 20. februar í ár [...] hvør luttakari skuldi gjalda 200 krónur, men tá var íroknað bæði matur og drekka, sum stóð á borðinum fyri harumonnunum, tá teir komu heim aftur. 25 mans Í 2003 ár var so tann árligi harudagurin í Nólsoy settur [...] tvinnar bólkar: Teir eldru og veiku fingu í lut at fara Norður á Boga og Suður í Dalar. Har sótu teir so fyri, tá bólkurin við teimum yngru monnunum kom heimaftur, heilt sunnan av Borðuni, eftir fyrst av at hava
Muntra, og klokkan 20 verður fernisering. Tá fara Elisabeth D. Eldevig og Helgi Fossádal at siga nøkur orð, og tónleikinum fara Andrea Heindriksdóttir og Jógvan Zachariasen at syrgja fyri. Øssur Mohr er giftur [...] Fuglafirði. Hann er arbeiðssamur og miðvísur og gongur ikki og bíðar eftir íblástrinum. Tá ið hann fyri sjey árum síðani einsamallur sýndi fram í høvuðsstaðnum vóru atfinningarnar nógvar frá elituni, og [...] framsýning letur upp, so havi eg kensluna av at vera til próvtøku, segði Øssur Mohr í samrøðu við Sosialin fyri nøkrum árum síðani. Týdningarmiklastu próvdómararnir eru tey, sum møta upp og eru áhugað í at skoða
AB-málverjanum og í málið til 2-0, og samstundis var hetta mál nummar 501 hjá Rannvá í bestu kvinnudeildini. Ein minutt seinni eydnaðist Elsu Splidt Jacobsen at minka um munin fyri AB, tá hon smekkaði til [...] AB silvurið, eftir at KÍ í síðsta innanhýsis dystinum teirra millum vann 2-1 og er 11 stig framman fyri argjakvinnur, nú bara hesi síðstu seks stigini eru eftir at spæla um. Greitt var undan kvinnudystinum [...] fingið til høldar. Tað sá tó einki út hjá KÍ fyrstu trý korterini, tí spælið hekk illa saman, men beint fyri hálvleik fekk Eyðvør Klakstein úr eitt sindur spískum sent bóltin upp í nettakið. Seinna málið hjá
seinastu 20 árini lagt stóra orku í at greina hesi viðurskifti, og hóast nógv er enn at fáa greiðu á í strembanini at skilja vistskipanina til fulnar, tori eg at siga, at vit eru heilt væl fyri samanborið [...] Mikudagin 16. august samtykti Føroya Løgting við teprum meiriluta eina mundandi skerjing í fiskidøgunum fyri komandi fiskiár. Ikki óvæntað, hevur stór orrusta verið, bæði á tingsins røðarapalli og í fjølmiðlum [...] búskaparliga. Í somu lóg er álagt Havstovuni at lata landsstýrismanninum stovnsmetingar og tilmæli fyri komani fiskiár, ..ið best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt. - Føroyar hava
til Marjuna Syderbø Kjelnæs fyri ungdómsbókina Skriva í sandin, sum varð givin út av Bókadeild Føroya Lærarafelags í fjør. Skriva í sandin er ein sokallaður stuttsøguringur fyri ung. Har eru 10 stuttsøgur [...] longslum og kenslum, sum tey hava. Teir tíggju høvuðspersónarnir, 5 dreingir og 5 gentur, eru millum 16 og 20-21 ár. Stuttsøgurnar greiða hvør sær frá, hvussu hesi ungu fyrireika seg til eitt ávíst vikuskifti [...] Thorvald Poulsens av Steinum 2008 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs 2008 Virðisløn í stuttsøgukapping fyri ungdóm Hinar bøkurnar, sum vóru innstillaðar til Norðurlendsku barnabókavirðislønina 2011 vóru: úr
Skomm renna samgonguumboðini nú ørindi fyri fasistin Putin? So kom uttanlandsnevndin við sínum áliti viðv. løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina. Tað var við spenningi, [...] uttanlandsnevnd, sum gav landsstýrismanninum heimildina, hann bað um. Men nei, álitið er ein skomm fyri samgonguflokkarnar í nevndini. Eingi nýggj heimild Sambært álitinum, fær landsstýrismaðurin onga heimild [...] fjaldari dagsskrá? Verður meirilutaálitið samtykt í Løgtinginum, er tað tí ikki annað enn at renna ørindi fyri fasistin Putin og hansara einaræði. Men kanska sampakkar tað við fatanina hjá summum? Niðurstøðurnar
til tosið var liðugt, fyri síðan at venda aftur til skemtunar. Hann elskaði at undirhalda familjuni, og tað dugdi hann eisini sera væl. Hann kom heim at vitja síðst í juli mánaða fyri seinastu ferð. Týðiliga [...] november 2013 andaðist bróðir okkara, Jóan Karl Høgnesen, bert 59 ára gamal. Jóan Karl búði tey seinastu 20 árini í suður Onglandi, Newport, saman við konu síni Mariu, sum hann var giftur við í 18 ár. Av og [...] mangan sótu vit í skellilátri, tá hann greiddi frá onkrari stuttligari hending, ið honum hevði verið fyri. Hann var ein snillingur til at fáa eina keðiliga søgu stuttliga, samstundis kundi hann sita leingi
klára seg við, og tí er nú neyðugt at tala at. Hetta gongur ikki, tí kommunurnar hava ikki møguleika fyri at fáa aðrar inntøkur. Tí ber heldur ikki til, at kommunurnar enn eina ferð skulu taka um endan. Tað [...] Tað hava vit gjørt í ólukkumát, tí landsstýri og løgting ikki hava megnað tað, ið skal til fyri at halda samfelagnum gangandi. Hetta kostar og drenar kommunukassarnar, ið altso ikki standa til at bresta [...] himmalhøg og dýrkandi krøv til byggingina. Tað er rætt, at kommunalu inntøkurnar og útreiðslurnar farnu 20 árini eru vaksnar, men tað skyldast uppgávur og skyldur, landið hevur álagt kommununum í sambandi við
skal takast fyri givið. Tá ið EB/Streymur var komið framum við tveimum málum, og B71 hevði mist ein mann, tóktist spurningurin vera, hvussu stórur útisigurin fór at verða. Men B71 eigur rós fyri sítt avrik [...] tvey mál. Vinstri vongverjin er skrásettur fyri tey bæði! Einasti sigurin, sum var størri enn eitt mál í hesum umfarinum, var tá ið NSÍ leygardagin vann 2-0 á Toftum. Tað kundi boðað frá, at tað aftur [...] Frágreiðingin varð søgd at vera, at spælararnir vóru ikki nóg svangir. Teir arbeiddu ikki nóg nógv fyri søkini, og so taptu teir fleiri ferðir, tá ið tað varð roknað við, at HB var upplagdur favorittur
verður gjørd at sparka í málið. Í so máta mundi skjóta HB-leiðslan eisini órógva B71, sum við hesum fyri tað nógva misti møguleikan at spæla kvika kontra-spælið, sum hevur eyðkent liðið. Og tað gjørdi tað [...] dupult-kekkaðu Clayton Soares, mest sum hvørja ferð hesin fekk nakað at arbeiða við. Reytt til teir gulu Fyri undirhaldisvirðið í dystinum gjørist fyrri hálvleikur tí ein størri oyðimarkargongd, men spenningurin [...] sandoyingarnir at kalla alt á gólvið. Eirikur Poulsen var sjónliga ónøgdur um tað, sum var gingið fyri seg millum seg og HB-málverjan, og tá hann gjørdi Petur Reinert vart við hetta undir næsta HB-álopinum