Nólsoy: Í 1925 settu Niels á Botni og Jens Reinert sum teir fyrstu út haru í Nólsoy. Men tað gekk hvørki verri ella betri enn so, enn at tær allar doyðu út veturin 1978-79.
Í 1994 syrgdu Hergeir og Marnar á Skúr fyri, at harur aftur vórðu settar út. Ta fyrstu haruna kom Jógvan á Argjaboða við, og tey fylgjandi árini vórðu 11 aðrar harur, frá ymsastaðni í Suðurstreymoy, settar út.
20. februar í ár kom Meinhard Hansen, Funningsbotnur út til Nólsoyar við einari ungari kvennharu. Henda varð somuleiðis sett út í hagan, til tess at fyribyrgja innannøring millum harurnar.
Ein fastur dagur var ásettur, har tað var loyvt at skjóta haru í Nólsoy. Longu í 1998 vóru 14 harur skotnar. Tað var ásett, at hvør luttakari skuldi gjalda 200 krónur, men tá var íroknað bæði matur og drekka, sum stóð á borðinum fyri harumonnunum, tá teir komu heim aftur.
25 mans
Í 2003 ár var so tann árligi harudagurin í Nólsoy settur at verða tann 15. november, skrivar kendi “fuglamaðurin”, Jens-Kjeld Jensen um henda túrin.
Tilsamans 25 mans, teir flestu staðbundnir nólsoyingar, høvdu meldað seg til, og kl. 8.30 fóru teir frá Brandstøðini.
Menninir býttu seg í tvinnar bólkar: Teir eldru og veiku fingu í lut at fara Norður á Boga og Suður í Dalar. Har sótu teir so fyri, tá bólkurin við teimum yngru monnunum kom heimaftur, heilt sunnan av Borðuni, eftir fyrst av at hava gingið niður á Breiðurók og so vórðu endaðir á Oksadalsrygginum. Allir mans vóru heima aftur við Brandstøðina kl. 15.30, og tá lógu 98 harur á "lit de parade".
Fýra tær størstu vigaðu 3,5 kg, meðan tær flestu lógu um eini 3 kg. Miðalvektin á harunum var 2,765 kg. Hvør maður fekk fýra harur við til húsar, og tann síðsta haran var lutað kokkunum, ið borðreiddu fyri harumonnunum.
- Ein góður dagur var farin at halla, skrivar altso Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy.
98 harur
Á heimasíðu síni hevur Jens-Kjeld Jensen gjørt eitt yvirlit yvir skotnar harur í oynni síðani 1998:
1998 - 14 harur
1999 - 24 harur
2000 - 60 harur
2001 - 57 harur
2002 - 79 harur
2003 - 98 harur. Miðalvektin var 2,765 kg.
2004 - 67 harur, 24 honir og 43 hannar. Miðalvektin var 2,637 kg.
2005 - 93 harur, 49 honir og 44 hannar. Miðalvektin var 2,729 kg.
2006 - 54 harur, 36 honir og 18 hannar. Miðalvektin var 2,710 kg.
2007 - 69 harur, 21 honir, 1 av ivasomum kyni og 47 hannar. Miðalvektin var 2,758 kg.
2008 - 73 harur, 64 honir, 1 av ivasomum kyni og 8 hannar. Miðalvektin var 2,632 kg.
2009 - 50 harur skotnar, 14 honir og 36 hannar. Miðalvektin var 2,639 kg. (millum 1,450 og 3,350 kg).
2009 - Millum jól og nýggjár hildu nakrir fáir menn ein óalmennan harudag og fóru út í Junkarshagan og Borðuna, tað er sunnara helvt, og skutu 10 harur, 5 honir og 5 hannar. Miðalvektin var 2,585 kg. (millum 1950 og 3,450 kg).
(Kelda: www.jenskjeld.info)