Fótbóltur
Eftir trý umfør er tað bara HB, sum hevur vunnið fulla úrtøku. Eftir trý umfør eru tað tvey lið, sum einki stig hava fingið – B68 og KÍ.
Í fjør varð HB roknað at vera størri favorittur at vinna FM, enn HB var í fyrraárið, tá ið tað endaði við meistaraskapi. Í fjør endaði HB uttanfyri medaljuliðini. Frágreiðingin varð søgd at vera, at spælararnir vóru ikki nóg svangir. Teir arbeiddu ikki nóg nógv fyri søkini, og so taptu teir fleiri ferðir, tá ið tað varð roknað við, at HB var upplagdur favorittur.
At Rúni Nolsøe hevur megnað at fáa vinnaraviljan aftur í væl mannaða HB liðið sást væl í Klaksvík. Tað gekk einki serligt við spælinum, men favorittarnir arbeiddu og stríddu seg til sigurin. Tað ber boð um, at moralurin er góður.
Drúgvir sandoyingar
Saman við HB hevur EB/Streymur verið roknað sum besta FM boðið. Undan 3. umfari hevði B71 einki stig fingið, og samansetta liðið hevði fingið fulla úrtøku. Uppgerðin á Sandi vísti, at einki skal takast fyri givið. Tá ið EB/Streymur var komið framum við tveimum málum, og B71 hevði mist ein mann, tóktist spurningurin vera, hvussu stórur útisigurin fór at verða. Men B71 eigur rós fyri sítt avrik, sum bar við sær, at sandoyingar fingu um endan, og nú hevur EB/Streymur ikki fulla úrtøku. Kanska var hugburðurin hjá teimum líkur honum, sum teir í HB kenna aftur frá sær sjálvum í fjør.
Saman við EB/Streymi hava B36 og NSÍ sjey stig. B36 tykist hava fingið betri tak á tí, enn tað undan kappingarbyrjan varð roknað við, at árstalsfelagið við nógvum nýggjum fólki skuldi fáa. Merkisvert var tað, at miðvøllurin hesa ferð var spildurnýggjur. Tað boðar frá ávísari breidd.
NSÍ hevur higartil ikki víst meistaraspæl. Men meistararnir hava vunnið pliktsigrar á B71 og B68, og hetta saman við javnleiki í Gundadali ímóti B36 boðar frá, at NSÍ ætlar sær at kappast, har tað er hugaligt at vera við.
ÍF-lagið er gott
Hugaligastu vikuna av øllum hava fuglfirðingar havt. Fyrst vunnu teir í Gøtu, og nú fingu teir fult á heimavølli ímóti Skála. Nú fer ÍF at fáa vitjan av KÍ. Um tað eydnast ÍF at fáa fulla úrtøku, so fara uppflytararnir longu at hava hálvbjargað sær undan niðurflyting.
B71 vísti framúr hugburð ímóti EB/Streymi, og hóast talan var um fyrsta B71 stigið, so bendi avrikið ikki á, at tað fer at verða langt millum B71 stigini. Serliga á Toftum og í Klaksvík myrkir tað í havsbrúnni. Eftir trý umfør hevur hvørki liðið fingið stig. Klaksvíkingar hava trupulleikar í álopinum. Higartil hava teir skotið tvey mál. Vinstri vongverjin er skrásettur fyri tey bæði!
Einasti sigurin, sum var størri enn eitt mál í hesum umfarinum, var tá ið NSÍ leygardagin vann 2-0 á Toftum. Tað kundi boðað frá, at tað aftur næsta vikuskifti verður tætt og spennandi. Tá sær skráin soleiðis út: fríggjadagin 25. apríl Víkingur-NSÍ, sunnudagin 27. apríl ÍF-KÍ, B36-EB/Streymur, B68-HB og B71-Skála.