Tólvta FM-heitið á rað

Enn er landskappingin hjá kvinnunum ikki liðug, men longu er greitt, at tað aftur í ár verða kvinnurnar hjá KÍ, sum vinna tað heila. Fýra av spælarunum, sum eru á liðnum nú, hava verið við til at vunnið øll hesi 12 føroyameistaraheitini!

Tvey umfør eru eftir í 1. deild hjá kvinnum, men sunnudagin gjørd­ist greitt, at KÍ fær gullið og AB silvurið, eftir at KÍ í síðsta innan­hýsis dystinum teirra millum vann 2-1 og er 11 stig framman fyri argja­kvinnur, nú bara hesi síðstu seks stigini eru eftir at spæla um.
Greitt var undan kvinnu­dyst­inum við Djúpumýri í Klaksvík mill­um tey bæði fremstu liðini, at alt kundi verða avgjørt, og í veru­leikanum var tað nóg mikið hjá KÍ at fáa eitt stig, so var føroya­meistara­heitið fingið til høldar. Tað sá tó einki út hjá KÍ fyrstu trý korterini, tí spælið hekk illa saman, men beint fyri hálvleik fekk Eyðvør Klakstein úr eitt sindur spískum sent bóltin upp í nettakið.
Seinna málið hjá KÍ kom ikki, fyrr enn bara tveir minuttir vóru eftir, men so mikið meira avgerandi var tað, tí við hesum lukkaði KÍ dystin. Rannvá B. Andreasen sendi við hælinum bóltin fram við AB-mál­verjanum og í málið til 2-0, og samstundis var hetta mál nummar 501 hjá Rannvá í bestu kvinnu­deildini.
Ein minutt seinni eydnaðist Elsu Splidt Jacobsen at minka um mun­in fyri AB, tá hon smekkaði til, og bólturin umvegis ein KÍ-ara fór í einum boga upp um málverjan og í málið. Harvið kundi verða staðfest, at KÍ hevur vunnið gull í bæði lands- og steypakappingini í ár, og í báðum førum er tað AB, ið hevur fingið silvurið.

Fýra við øll árini
Samstundis er talan um søguligt gull til KÍ, tí hetta er tólvta árið á rað, at klaksvíkskvinnur eru føroya­meistarar, og ta sigursrøðina er eingin í føroyskum fótbólti í nánd av at bróta tey næstu mongu árini. Bara tað er í sjálvum sær eitt iva­leysa stórt roysni, men eisini í al­tjóða høpi er tað sera sjáldsamt, at eitt lið megnar at vinna meistara­heitið so ofta á rað.
– Tað er vónleyst at taka dagar ímillum, hvør av hesum 12 ár­gang­unum hevur verið tann besti, tí tað hevur verið eitt sindur upp og niður. Okkurt árið hava vit verið øgiliga góðar, men okkurt annað árið hevur tað verið meira spennandi, sigur Rannvá B. Andreasen, ið saman við Malenu Josephsen, Elsu Mariu Simonsen og Paulu Mikkelsen hev­ur verið við til at vunnið øll 12 meistara­heitini.
– Fyri okkum kann tað allíkavæl gera tað sama, um vit eru nógv fremst ella ikki, so leingi sum vit bara eru fremst, tá avtornar. Í ár hava vit havt nógvar spælarar, sum hava verið øgiliga góðir, so vit hava í øll­um førum eina ljósa framtíð. Tær, sum eru yngri, hava sæð okkum vunnið øll hesi árini, so tað smittar niður ígjøgnum rekkjurnar. Henda vinnaramentalitetin, vit hava fingið á kvinnusíðuni í Klaksvík, mugu vit halda fast við.
Enn hava KÍ-kvinnurnar tveir dystir eftir av kappingini, og Rannvá B. Andreasen væntar, at tá kanska tær fáa kjansin, sum hava sitið nógv á bonkinum, men fram­vegis verður málið at vinna eisini teir báðar síðstu dystirnar.
Síðani í mars hava kvinnurnar hjá KÍ vant tríggjar ferðir hvørja viku, men nú kappingin endar, halda tær frí frá fótbólti, til kappingin byrjar aftur í mars næsta ár.