Latið nú kommunurnar fáa frið!

Ferð eftir ferð hava kommunurnar verið noyddar at tikið um endan, so samfelagið ikki steðgaði upp, men tað verður ikki við góða viljanum hjá kommununum, at landsstýrið enn eina ferð sleppur at loysa sínar sjálvskaptu fíggjartrupulleikar við kommunalum pengum, men lat meg sláa fast, at tað slettis ikki verður úr kassanum hjá Tórshavnar kommunu

Ár undan ári hava vit upplivað, at landsstýri og løgting hava álagt kommunum eykauppgávur ella tikið landsstudning til felags rakstrarmál burtur – og ofta hevur hetta verið aftaná, at kommunurnar longu hava samtykt sínar fíggjarætlanir og ásett lógarkravda skattaprosentið.

 

Hetta er blivið meira reglan enn undantakið, og tí er tað enntá komið so langt, at kommunurnar hava biðið landsstýrismannin í kommunumálum um verju ímóti hesum óskipaðu og serstakliga óhepnu inntrivum í kommunukassarnar!

 

Nú er so aftur upp á tal at gera fleiri inntriv í tann rakstrarpening, sum kommunurnar skulu klára seg við, og tí er nú neyðugt at tala at. Hetta gongur ikki, tí kommunurnar hava ikki møguleika fyri at fáa aðrar inntøkur. Tí ber heldur ikki til, at kommunurnar enn eina ferð skulu taka um endan.

 

Tað hava vit gjørt í ólukkumát, tí landsstýri og løgting ikki hava megnað tað, ið skal til fyri at halda samfelagnum gangandi. Hetta kostar og drenar kommunukassarnar, ið altso ikki standa til at bresta í hesum døgum, men eru minst líka sperdir sum landskassin – vísa tølini frá Fíggjarmálaráðnum…

 

Besta dømið um, at kommunurnar hava bjargað landinum úr neyðstøðu, var tá vinnan noyddist at rópa neyðarróp til land og kommunur um at loysa barnaansingartrupulleikan, so arbeiðsfør fólk kundu sleppa í vinnu, kommunurnar tóku áheitanina í fullum álvara og loystu barnaansingartrupulleikarnar til fulnar.

 

Hinvegin megnaði landið ikki at gera sín part, sum var at skula loysa eldraansingartrupulleikan. Nú kemur so rokningin, og kommunurnar noyðast at byggja ellis- og røktarheim við avmarkaðum stuðli frá landinum, ið samstundis setir órímilig, himmalhøg og dýrkandi krøv til byggingina.

 

Tað er rætt, at kommunalu inntøkurnar og útreiðslurnar farnu 20 árini eru vaksnar, men tað skyldast uppgávur og skyldur, landið hevur álagt kommununum í sambandi við eitt nú barnaansing, barnavernd, eldrarøkt, skúla, heilsu- og umhvørviskrøv til drykkjuvatn, kloakkir, burturkast o.a.

 

At kommunurnar hava tikið ein alsamt størri part av persónsskattinum, sigur seg tí sjálvt, tí har eru ikki aðrir inntøkumøguleikar enn skatturin, bæði frá persónum og feløgum. Men um landið nú tekur partafelagsskatt frá kommununum heldur enn at hækka tann partin hjá kommunum frá 38% til 55%, sum er meira í samsvari við verandi uppgávubýti, tekur landið grundarlagið undan fólkastýrinum!

 

Heldur enn at finna nýggjar slangur fram at stinga niður í kommmunukassarnar, eiga bæði land og kommunur at koma ásamt um, hvussu framburður og trivnaður kunnu skapast, uttan at fólk og fyritøkur verða køvd í skatti, so allur arbeiðs- og virkishugur endaliga verður fyribeindur.

 

Fyri tað um landið tveitir uppgávur yvir á kommunurnar, uttan at fíggingin fylgir við, hjálpir tað einki, tí fíggingartrupulleikin hvørvur ikki av teirri orsøk. Tað hevði verið nógv erligari og sømuligari, um landsstýri og løgting valdu at samstarva við kommunurnar, heldur enn bara at dyrgja eftir nøkrum kommunalum krónum her og nøkrum har!

 

Heðin Mortensen

borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

 

E.S. Landsstýrismanninum í fíggjarmálum kann eg eisini heilsa, at kunnandi fundurin um sokallaða kreppupakkan ikki kom eftir innbjóðing frá landsstýrismanninum, men var fingin í lag eftir kravi frá kommununum. Endamálið var, at kommunurnar skuldu takast við upp í arbeiðið, men enn røkist einki fyri tí.