við 56%. Í sama tíðarskeiði eru rakstrar- og flytingarútreiðslurnar vaksnar áleið 60%; í 2015 vóru kommunalu rakstrar- og flytingarútreiðslurnar nærum 2 mia. kr. og í 2024 vóru tær góðar 3,1 mia. kr., sí [...] sæst, at kommunurnar hava havt rakstraravlop seinastu 10 árini. Rakstraravlopini hava verið lutfalsliga støðug samanborið við samlaðu inntøkurnar og hava ligið millum 18-20%. Bruttoinntøkurnar hjá kommununum [...] sí myndina niðanfyri. Netto løgurnar hava tó síðan 2018 verið størri enn rakstraravlopini, og hetta hevur ført til undirskot. Í 2024 var samlaða undirskotið hjá kommununum góðar 350 mió. kr. At kommunurnar
annað vóru teir á odda 10-5, tá ið átta minuttir vóru eftir av hálvleikinum, men so vaknaði StíF úr dvala. Heimaliðið kom nú meira og meira inn í dystin og kom upp á 8-10. Kyndla-venjarin, Jacob Jónsson [...] fyrimun. Summir av leikarunum hildu ikki høvdið nóg kalt og gjørdu persónlig mistøk í álopinum, og í hinum endanum fingu teir alt ov nógvar býttar og óneyðugar útvísingar. Haraftrat stóð málverjin, Petur [...] serliga Johan og Arthur, sum stóðu seg væl, men eisini ein leikari sum Elias Hansen kom væl frá uppgávuni, bæði í álopi og verju. Um miðjan seinna hálvleik kom Janus Trúgvason inn á vinstra vongi, og hann fekk
løgdu eitt tungt trýst á Ungarn. Men ungverjar stóðu ímóti. Og so við og við, kom Ungarn alsamt betur inn í dystin. Teir løgdu seg eisini á odda 1-0 tá 63 minuttir vóru leiktir við máli frá Adam Szalai. Lítla [...] dystirnir í bólki F hava í dag verið spældir. Undan dystunum vóru Portugal og Eysturríki mett at vera favorittar í bólkinum, meðan Ísland og Ungarn vóru mett at hava ein minni møguleika at koma víðari. Men heldur [...] manni í undirtali. Og Ungarn gagnnýtti yvirtalið. Tríggjar minuttir fyri leiklok skoraði Zoltan Stieber til 2-0, sum eisini varð endaliga úrslitið av dystinum. Í løtuni spæla Portugal og Ísland hin dystin
– Eitt nýtt og spennandi fótbóltsár stendur fyri framman, og B36 byrjar fótbóltsárið við at bjóða børnum, ungum og vaksnum til stóra innandura kapping í Høllini á Argjahamri leygardagin 13. januar 2018 [...] kappast verður m.a. í U17, U15, U13 og U11. Nýggi aldursbólkarnir vera brúktir í innandura kappingini og verður spælt í fylgjandi aldursbólkum: U 7 (f. 2011-12)
U 9 (f. 2009-10)
U 11 (f. 2007-08)
U 13 (f. [...] Eru trý ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum. Les meira um kappingina og tilmelding á b36.fo . Síðsta freist at melda til allar kappingarnar er hóskvøldið 11. januar 2018.
flogbólti. Settmunurin var 25-20, 14-25, 15-25 og 23-25. - Vit gera ov nógvar s¤¤¤býttar feilir, staðfestir ein argur Rói Hentze, sum eisini er sera harmur um, at hann og liðfelagarnir í Fleyr a ikki tóku fjórða [...] í blokkinum, og ásannar: Teir eiga okkum í blokkinum, men vit megna ikki hatta trýsti, greiðir Rói frá í samrøðuni. Hann heldur eisini, at tíðum samskiftu spælararnir hjá Fleyr ov illa, og stóðu ov illa [...] suðuri í Trongisvági. Settmunurin var 25-19, 12-25, 23-25 og 18-25. Komandi hóskvøld klokkan 21 spælir SÍb ímóti Fleyr a í Havn. Sunnudagin 10. desember tekur TB ímóti Fleyr a í Trongisvági.
sangirnar á ?Hørpuspælaranum? og annað gott úr hansara tónlistarligu skjáttu,og onkrum heilt nýggjum eisini. Í februar fer hann nevniliga á konsertferð kring oyggjarnar. Hóskvøldið 10. februar framførir Hanus [...] vóru tað mong, sum ivaðust í, hvussu skilagott tað var. Útgávan ?Gaman og álvara? frá 1988 er ein varði í føroysku tónleikasøguni, og nógv væntaðu, at tað fór at vera trupult hjá Hanusi G. Johansen at gera [...] gera eina nýggja útgávu við Poul F-yrkingum, ið livdi upp til ?Gaman og álvara?. Hesi fólk høvdu einki at stúra fyri, tí tá ?Hørpuspælarin - Hanus syngur Poul F kom út í desember, vóru ummælarar vóru samdir
koyrdur. FC Barcelona er í fíggjarligari og ítróttarligari kreppu. Fíggjarliga kreppan stendur við, og millum annað er Ronald Koeman í øðini um at verða koyrdur, og vil hava hvørja krónu av fráfaringaravtaluni [...] Fyrst spældi FC Barcelona javnleik 1-1 á heimavølli móti Alaves, og í dag bleiv tað til 3-3 móti Celta Vigo, eftir at hava vunnið 1-0 á Dynamo Kiev í Champions League í miðvikuni. FC Barcelona var annars [...] 3-0 í hálvleikinum í dag við málum frá Ansu Fati, Sergio Busquets og Memphis Depay. Í seinna hálvleiki fór Ansu Fati aftur út við skaða, og síðani rapaði korthúsið. Celta Vigo endaði við at javna í 95. minuttir
hálvleik. Danska verjan sovnaði móti endanum av dystinum, og hetta hóvaði ikki venjaranum Ulrik Wilbek, sum kallaði time-out stutt fyri leiklok, og gav leikarum sínum nøkur borgarlig orð. Danmark hevur tó [...] miðumfarið. Teir møta sunnudagin Russlandi, og vinna teir her, eru teir víðari. Vinna teir ikki, kunnu teir bara rúka úr, um Montenegro vinnur á Noregi, og sannlíkindini fyri hesum eru sjálvsagt sera lítil [...] Pólland ? Slovenia 33-27 (23-14) Bólkur B: Noreg ? Russland 32-21 (15-10) Danmark ? Montenegro 32-24 (18-9) - Liðini í bólki C og D leika í morgin.
bítir, men kenslan er óbehagilig og kann saktans føra við sær, at tú verður lagdur inn á sjúkrahús, skrivar Dagblaðið. Svarta einkjan er av og á eisini funnin í Danmark og Noregi. [...] eiturið í eini klappislangu. Eiturkoppurin er torførur at síggja, og tí halda sviar, at talið í Svøríki saktans kann vera væl størri enn teir 10, sum higartil eru funnir. Sviar halda, at hesir eitrandi eiturkoppar [...] eiturkoppar serliga koma til landið við innflutningi av bilum og eykalutum. - Svørtu einkjurnar tola væl svenska veðurlagið, sigur John Nontalas, savnvørður á Skansanum við svenska Dagblaðið. Savnvørðurin
in millum yngru og eldru tónleikarar á Ovastevnu endaði við, at teir yngru so dyggiliga fingu revansju Tað var lagt upp til tað heilt stóra brakið, tá fótbóltsdysturin millum yngru og eldru tónleikararnar [...] kunstgrasvøllurin í Nólsoy liggur. Eftir ein rættiliga spennandi og javnan fyrra hálvleik var støðan 3-2 til teir yngru. Teir komu á odda 1-0, men tað eydnaðist teimum eldru at javna. Síðani kom yngra liðið [...] sum hvør fekk sítt steyp til ognar. Hjá teimum yngru varð Flóðin Viderø valdur og hjá teimum eldru Jens Marni Hansen. Og so er bert at vóna, at ringa úrslitið hjá teimum eldru ikki fer at ganga út yvir