Sagt verður, at eiturið í svørtu einkju, sum hesin svarti eiturkoppur verður nevndur, er 15 ferðir sterkari enn eiturið í eini klappislangu.
Eiturkoppurin er torførur at síggja, og tí halda sviar, at talið í Svøríki saktans kann vera væl størri enn teir 10, sum higartil eru funnir.
Sviar halda, at hesir eitrandi eiturkoppar serliga koma til landið við innflutningi av bilum og eykalutum.
- Svørtu einkjurnar tola væl svenska veðurlagið, sigur John Nontalas, savnvørður á Skansanum við svenska Dagblaðið.
Savnvørðurin sigur, at fólk eiga at vera ansin, men at hetta ikki er ein eiturkoppur, sum plagar at leypa á. Sum oftast leypur hann sín veg, tá fólk nærkast honum.
Svørtu einkjurnar teljast millum heimsins mest eitrandi eiturkoppar, men sum skilst er nøgdin av eituri sera lítil, og tí verður eiturkoppurin ikki mettur at vera serliga vandamikil fyri fólk við góðari heilsu.
- Tað er ógvuliga sjáldan, at fólk doyggja av svørtu einkju, tá hon bítir, men kenslan er óbehagilig og kann saktans føra við sær, at tú verður lagdur inn á sjúkrahús, skrivar Dagblaðið.
Svarta einkjan er av og á eisini funnin í Danmark og Noregi.