B36: Innandura kapping leygardagin

– Eitt nýtt og spennandi fótbóltsár stendur fyri framman, og B36 byrjar fótbóltsárið við at bjóða børnum, ungum og vaksnum til stóra innandura kapping í Høllini á Argjahamri leygardagin 13. januar 2018.

 

Soleiðis skrivar B36 í tíðinaskrivi í dag.

 

FSF hevur til komandi kappingarár broytt aldursbólkarnir, so at kappast verður m.a. í U17, U15, U13 og U11. Nýggi aldursbólkarnir vera brúktir í innandura kappingini og verður spælt í fylgjandi aldursbólkum:

 

U 7 (f. 2011-12)


U 9 (f. 2009-10)


U 11 (f. 2007-08)


U 13 (f. 2005-06)


U 15 (f. 2003-04)


U 17 (f. 2001-02)


 

Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1.deild 2017 á hvørjum liði)

 

– Um undirtøka ikki er fyri ein sjálvstøðugan gentubólk í einum aldursbólki, so fáa gentulið fáa møguleikan at spæla saman við dreingjunum, men í einum aldursbólki lægri enn tær hava aldur til.

 

– Eru trý ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum.

 

Les meira um kappingina og tilmelding á b36.fo.

 

Síðsta freist at melda til allar kappingarnar er hóskvøldið 11. januar 2018.