Rói: Vit gera ov nógvar býttar feilir

(Rás2) Rói Hentze iðrar seg um, at hann og liðfelagarnir á Fleyr a liðnum ikki tóku fjórða settið ímóti Mjølnir í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við Róa Hentze hjá Fleyr, sum saman við liðfeløgunum tapti 1-3 ímóti Mjølnir í Gundadalshøllini í Havn fyrr í dag. Talan var um ein dyst í bólki 1 í steypakappingini hjá monnum í flogbólti. 

 

 

Settmunurin var 25-20, 14-25, 15-25 og 23-25.

 

 

- Vit gera ov nógvar s¤¤¤býttar feilir, staðfestir ein argur Rói Hentze, sum eisini er sera harmur um, at hann og liðfelagarnir í Fleyr a ikki tóku fjórða settið, har teir vóru á odda.

 

Rói Hentze krediterar Mjølnir fyri gott spæl í blokkinum, og ásannar: Teir eiga okkum í blokkinum, men vit megna ikki hatta trýsti, greiðir Rói frá í samrøðuni. Hann heldur eisini, at tíðum samskiftu spælararnir hjá Fleyr ov illa, og stóðu ov illa á vøllinum. 

 

Í sama bólki vann SÍb ígjár ein góðan 3-1 sigur á TB suðuri í Trongisvági. Settmunurin var 25-19, 12-25, 23-25 og 18-25.

 

 

Komandi hóskvøld klokkan 21 spælir SÍb ímóti Fleyr a í Havn. Sunnudagin 10. desember tekur TB ímóti Fleyr a í Trongisvági.