Fyrstu dystirnir í bólki F hava í dag verið spældir. Undan dystunum vóru Portugal og Eysturríki mett at vera favorittar í bólkinum, meðan Ísland og Ungarn vóru mett at hava ein minni møguleika at koma víðari.
Men heldur óvæntað vann Ungarn fyrsta dystin í bólkinum í dag, tá teir vunnu 2-0 móti Eysturríki.
Tað var annars Eysturríki ið byrjaði dystin betri, har teir løgdu eitt tungt trýst á Ungarn. Men ungverjar stóðu ímóti.
Og so við og við, kom Ungarn alsamt betur inn í dystin.
Teir løgdu seg eisini á odda 1-0 tá 63 minuttir vóru leiktir við máli frá Adam Szalai.
Lítla løtu aftaná hildu eysturríkarar at teir høvdu javna. Teir fingu bóltin í málið, men málið varð kolldømt. Støðan endaði við at eysturríki leikarin, Alexander Dragovic fekk sítt seinna gula kort, soleiðis at Eysturríki mátti spæla teir seinastu 25 minuttirnar við einum manni í undirtali.
Og Ungarn gagnnýtti yvirtalið. Tríggjar minuttir fyri leiklok skoraði Zoltan Stieber til 2-0, sum eisini varð endaliga úrslitið av dystinum.
Í løtuni spæla Portugal og Ísland hin dystin í bólki F.
Eysturríki – Ungarn 0-2 (0-0)
0-1 Adam Szalai, 63.
0-2 Zoltan Stieber, 87.