FC Barcelona hevur í dag kunngjørt Xavi Hernandez sum nýggjan venjara í felagnum, eftir at Ronald Koeman bleiv koyrdur. Hann stóð ikki við róðrið, tá FC Barcelona í dag spældi 3-3 móti Celta Vigo, eftir at hava verið á odda 3-0.
Tað skuldi verið ein nýggjan byrjan, eftir at Ronald Koeman bleiv koyrdur. FC Barcelona er í fíggjarligari og ítróttarligari kreppu. Fíggjarliga kreppan stendur við, og millum annað er Ronald Koeman í øðini um at verða koyrdur, og vil hava hvørja krónu av fráfaringaravtaluni.
Ítróttarliga kreppan stendur eisini við. Fyrst spældi FC Barcelona javnleik 1-1 á heimavølli móti Alaves, og í dag bleiv tað til 3-3 móti Celta Vigo, eftir at hava vunnið 1-0 á Dynamo Kiev í Champions League í miðvikuni.
FC Barcelona var annars á odda 3-0 í hálvleikinum í dag við málum frá Ansu Fati, Sergio Busquets og Memphis Depay. Í seinna hálvleiki fór Ansu Fati aftur út við skaða, og síðani rapaði korthúsið. Celta Vigo endaði við at javna í 95. minuttir, tá Iago Aspas skoraði fyri aðru ferð.
Jú, Xavi Hernandez hevur úr at gera!











