Eli Dam og Hans Hansen. Mánadagin kl. 17: Smáskótar. Mánakvøldið kl. 19: Skótar. Týsdagin kl. 17: Club 7 up. Kvívík Missiónsvikan heldur fram. Í kvøld kl. 20 tala og syngja Niels Juul Olsen og Birgit Hansen [...] Regin Høgnesen talar og Magni Christiansen syngur. Annelis Danielsen endar Skálafjørður Missiónsvikan heldur fram. Í kvøld kl. 20 talar Petur Magnusson, Hans Pauli og Atli syngja og spæla. Leygarkvøldið [...] tilkomin og eldri til hugna. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir verða í kvøld kl. 20 og kl. 22
búði Lars í Vági. 7 ára gamal flutti hann við foreldrunum, sum eita Martin og Elinborg til Grønlands. Martin og Elinborg búsettu seg í 1980, í vesturgrønlendska býnum, Manitsok. Lars og tey eru 4 systkin [...] sum eita Jákup Eli og Erhard, og eina yngri systur, sum eitur Amy. Sum onnur føroysk børn, ið hava búð í Grønlandi treivst Lars ikki optimalt í kuldanum. Honum longdist illa til Vágs. Og var hann ofta langar [...] deildunum, og í kvinnudeildini. Undir dómaraverkfallinum seinast í 1990-unum dømdi hann ein dyst í bestu mansdeildini millum B71 og FS Vágar heiman á Sandi. Í 2006 valdi hann at satsa uppá dømingina, og tað bar
august 1867. Fýra tey seinastu børnini doyðu sum smá. Mikael og Valdemar vuksu upp í Grenå og gingu í skúla har. Tað gekk væl hjá teimum í skúlanum, og teir vóru millum teir bestu næmingarnar. Mikael fekk serligan [...] realskúlanum og hevur verið starvsfelagi hjá Michael. Skaalum var kendur sum sambandsmaður og blaðstjóri á Dimmalætting, so tað er væl hugsandi, at vinkapur hevur verið millum Skaalum og Michelsen. Annars [...] Keypmannahavn. Hon giftist ikki og doyði í 1993. Thyge doyði longu í 1918 av sponsku sjúku, bert 7 ára gamal. Charles Brussels heldur, at abbabeiggin var ein góður maður og skuldi ikki verið gloymdur. Tað
týsdag, mikudag og hósdag. Frá kl. 15.00 18,00 Tilhaldið fer í summarfrí og byrjar aftur í september. Lýst verður nærri. Vit hava hvønn dag ein góðan drekkamunn, eins og vit hava nógv spøl, og annað ítriv [...] opið hvønn týsdag og hósdag frá 15-18. Dagtilhaldið í Luffustovu, Fuglafjørður Opið er týs-, miku- og hósdag frá kl. 15.00-18.00 Týsdag Kort og onnur spøl. Mikudag Ítriv: silvurarbeiði og annað Hósdag Fimleikur [...] Bíbliugransking og barnabíbliutími. Kl. 11.00 Gudstænasta, J. V. Danielsen. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 verður morgunmøti og samstundis barnaansing. Á møtinum luttaka trúboðararnir Ivor og Guðrun Tutty
Hvat heldur tú, tað kostaði Honum, at blíva menniskja og vera undir somu náttúrulógum sum vit. Og til endan verða vrakaður av øllum og píndur og dripin. Nøkur vers um Jesus: »Ja, hugsið um Hann, sum tolin [...] so tit verða ikki troytt og mótleys í sálum tykkara!« (Hebr. 12,3). »Hann hevur á døgum hold Sins við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og neyðarróp til Hansara?« (Hebr. 5,7). ?»við tað at Hann sjálvur [...] 16-18 ávarar Paulus Timoteus, og biður hann halda seg burtur frá vanheiløgum tómum tosi! Tí tey fara altíð longur í gudloysi, og orð teirra koma at eta um seg sum kreft? og bróta niður trúnna hjá summum
víðka og og endurbygt í 1984 av arkitektinum Cesar Pelli, og er nú ein sera snotiligur karmur um list av hesum slag. Uttan er bygningurin sloktur á at líta við stórum flatum í glasi og metal, og eisini [...] bilin. Síðan fóru vit á matstovu á 7. Avenue, at fáa okkum okkurt at eta. Fóru síðani til AVIS at bíleggja bilin og her gekk alt sum tað skuldi, og vit blivu væl og virðiliga avgreidd, so vit kundu koma [...] MoMA og shoppingtúrur The Museum of Modern Art bleiv stovnað í 1929, og er museum fyri nútímans list, og eisini er designlutir framsýnaðir á savninum. Íalt eru umleið 150.000 lutir á savninum, og er tað
rúgvusmikil og spenna víða, alt frá Føroysku Republikkini til okkurt hissini ríkislógartilmæli. Tað skal arbeiðast skjótt og væl, um øll álit eru skrivað og málini endaliga avgreidd frá Løgtinginum 7. maj, sum [...] Jóannes Eidesgaard landstýrismanni í fíggjarmálum og Rósu Samuelsen landstýriskvinnu í almannamálum eru, at eldra- og almannaøkið kostar alt ov nógv og at enn fleiri stór sparitiltøk fara at síggja dagsins [...] nevndini. Enn einafer hendi tað, stjórnarflokkarnir góvust at tosa saman og fóru í staðin yvir til at senda sms og skriva brøv. Eins og tað eru mangir leikir í longum talvi, so endaði eisini hesin tvídrátturin
frammi í Føroyum áður. Hetta er ein rættiliga fitt og hugnalig søga sum lýsir, hvussu føroyingar á ein øðrvísi hátt og við góðum úrsliti kunnu veita hjálp og stuðla uppundir, har ein fløvandi hond er kærkomin [...] umboða og selja lidnar aliringar og tað einasta, sum ikki er við, er sjálv nótin, sigur hann. Sólskinssøgan er, at Kári Johannesen var ein av teimum, sum plagdi at koyra klæðir niður til Rumenia, og eina [...] felagið hevur við tíðini eisini fingið aðrar smærri uppgávur í Føroyum, og eitt nú gera rumenar knagar og knagarøðir til Idé Møblar og rustfríar sliskur til línuspøl fyri Oilwind. Karl Staotz eigur einsamallur
ikki til at fáa greiði á, og tað greiðasta og mest sømiliga og harafturat umsitingarliga sæð bíligasta er at taka av allan tann fløkta prísbygnaðin hjá Strandfaraskipum Landsins og gera eina samhalddsfasta [...] við partapolitiskum spæli. - Tað snýr seg ikki um samband og fullveldi, og ringt er eisini at síggja nakað hugmyndaligt stríð millum vinstra og høgra í hesum máli. - Málið snýr seg um at viðurkenna allar [...] m.a. í sambandi við sjúkrahúsverkið og ymiskar almennar tænastur, eitt nú av mentanarligum slag. - Í roynd og veru eru gjøldini, sum eru løgd á Oyggjaleiðirnar og undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund
stovnað hin 4. oktober í 2004, og á virkinum hava teir gjørt lemmar, rulluvektir, alidregg og ymiskt annað. Uppgávurnar aftrat høvuðsframleiðsluni hava verið ymiskar, og eitt nú hava teir eisini klætt [...] vaksin nakað á hvørjum ári, og nú um ársskiftið var samlaða skuldin niðan fyri hálva miljón krónur. - Rock Trawldoors eigur stóran vinnubygning, og vit eiga eisini lutfalsliga nýggj og stásilig skrivstovuhøli [...] á landleiðini, hava lemmar úr Vági og onnur størri skip, sum eisini eru kundar hjá felagnum og keypa botntrol, eru eitt nú Gadus, Akraberg, Enniberg, Arctic Viking og djúpvatnstrolarin, Steintór. - Men