Rock Trawldoors í Vági varð stovnað hin 4. oktober í 2004, og á virkinum hava teir gjørt lemmar, rulluvektir, alidregg og ymiskt annað. Uppgávurnar aftrat høvuðsframleiðsluni hava verið ymiskar, og eitt nú hava teir eisini klætt lastir á lastbilum við hardox-stáli.
Felagið aftan fyri Rock Trawldoors verður stýrt av einari trímannanevnd og stjóra.
- Vit eru ikki eitt av teimum størstu feløgunum í Føroyum, men tað hevur eydnast okkum at hava eitt avlop í rakstrinum á hvørjum ári, undantikið í 2011, tá vit høvdu eitt lítið hall.
Tað sigur Hans í Líðini, stjóri í felagnum, sum vísir á, at eginpeningurin í Rock Trawldoors er vaksin nakað á hvørjum ári, og nú um ársskiftið var samlaða skuldin niðan fyri hálva miljón krónur.
- Rock Trawldoors eigur stóran vinnubygning, og vit eiga eisini lutfalsliga nýggj og stásilig skrivstovuhøli við høvuðsvegin mitt í býnum í Vági, sigur hann.
Stjórin vísir á, at upp í 21 fólk hava verið knýtt at virkseminum øll árini, og teir hava í løtuni fimm lærlingar. - So, hetta er hóast alt eitt hampiliga stórt arbeiðspláss í útjaðaranum í Føroyum, sum Hans í Líðini tekur til.
Á Rock Trawldoors gera teir trollemmar til trolarar kring meginpartin av knøttinum.
- Vit hava soleiðis gjørt lemmar til trolarar í Kamchatka, Vladivostok, Walvis Bay, Cape Town, Marokko, Russlandi, Noregi, Íslandi, Grønlandi, Kanada, Týsklandi, Spania og til skip í øðrum londum við.
Hans í Líðini vísir á, at Grønland hevur fingið nógvar nýggjar trolarar seinastu árini, og flestu teirra eru kundar hjá Rock Trawldoors. - Onkrir av trolarunum hava bara rulluvektir frá okkum, og aðrir hava bæði lemmar og rulluvektir.
Síðan Rock Trawldoors byrjaði sítt virksemi í 2004, hava russar keypt nógv í Vági, men seinastu tíðina er mest farið til Íslands.
Allir teir smáu trolbátarnir í Føroyum, sum plaga at fiska á landleiðini, hava lemmar úr Vági og onnur størri skip, sum eisini eru kundar hjá felagnum og keypa botntrol, eru eitt nú Gadus, Akraberg, Enniberg, Arctic Viking og djúpvatnstrolarin, Steintór.
- Men, vit fáast ikki bara við lemmar til botntrol. Tað eru eisini russar og aðrir, sum brúka lemmar til flótitrol, sum Rock Trawldoors sjálvsagt eisini framleiðir, leggur hann aftrat.
Stjórin á Rock Trawldoors vísir á, at fyri hálvum triðja ári síðan koyrdi Rock Trawldoors eitt spildurnýtt modell av lemmum til flótitrol - nevndir Sea-Eagle - umborð á uppsjóvarskipið Finn Fríða, og har hevur gingist sera væl.
- Hetta hevði við sær, at eitt nú grønlendsku skipini, Svend C og Tuugaliq, fingu sær lemmar av hesum slag, og eisini hjá teimum hava lemmarnir roynst sera væl.
##med2##
Hans í Líðini vísir á, at í heyst fór so eisini eitt sett av hesum Sea-Eagle lemmunum umborð á Norðborg, og higartil hava teir bara fingið góðar afturmeldingar frá teimum.
Saman við maskinmonnunum umborð á Finni Fríða arbeiða Rock Trawldoors nú eisini við einari sera áhugaverdari verkætlan, har skiparin skal kunna stýra lemmunum av brúnni.
- Henda verkætlan er komin nakað ávegis, og tað er hetta, vit fingu nøkur tons av menningarkvotu til, sigur stjórin, sum leggur dent á, at uttan stuðul av einum ella øðrum slag ber illa til at fara undir slíkar umfatandi og nýmennandi verkætlanir og royndir.
Nú so nógv verður gjørt burtur úr Co2-útláti, og hvussu trupult tað er at minka um útlátið í skipaflotanum, hava teir hjá Rock Trawldoors ikki sovið í tímanum.
- Vit hava nevniliga í tøttum samstarvi við skiparar og útgerðarmann í reiðarínum, Faroe Origin í Saltangará, funnið út av, at um partrolarar hava ein minni trollemm í part, so kunnu teir minka um frástøðuna millum skipini við einari helvt – og síðan spíla lemmarnir restina.
- Eftir einar 6-7 túrar við hesum lemmum kann tað prógvast, at skipini í minsta lagi spara 20 prosent av oljuni, sum tey annars vildu havt brúkt, samstundis sum nógv minni stendur á róðurmaskinuni og róðurbúsningum, sigur stjórin.
Hans í Líðini vísir á, at um allir partrolarar í Føroyum fóru yvir til hesa skipan, kundi partrolaraflotin spart somu nøgd av olju, sum fimm bygdir á stødd við Sumba brúka um árið, og hetta hevði givið eina munandi minking í útláti av Co2.
- Sum nú er, verður bara snakkað um sparing av olju uppi á landi, og tað eru tey, sum siga, at einki kann sparast í trolaraflotanum. Men, hetta er ikki rætt, og tað er nú prógvað, at her kann í veruleikanum nógv olja sparast.
Stjórin í Rock Trawldoors ásannar, at tað kostar nakað at leggja um frá ketuvektum til lemmar fyri at spara olju.
- Men, fáa partrolarar nú lut í makrel-kvotunum, so kunnu teir fáa ráð at keypa sær smáar lemmar í staðin fyri ketuvektirnar.
Hans í Líðini heldur eisini, at tað hevði skumpað undir hesa tilgongd, um skipini fingu ein ávísan stuðul til hesa orkusparandi umlegging.
Á Rock Trawldoors hyggja teir eisini framvegis út í heim, har teir longu hava nógv og góð samstørv.
- Í løtuni eru vit eisini í holt við at reisa á føtur eitt samstarv við Marokko. Har hava teir ein stóran fiskiflota, sum als ikki er nútímansgjørdur, og tískil hava teir eisini hjálp fyri neyðini á tøkniliga økinum.
Stjórin í Rock Trawldoors vísir í hesum sambandi á, at trolarar úr Marokko framvegis brúka lemmar úr træi.
Hans í Líðini sigur, at teir hava nógv at takast við á Rock Trawldoors í løtuni, men hann vónar, at samstarvið millum virkið í Vági og maskinmenninar umborð á Finni Fríða fer at koma undir land um nakrar mánaðir.
- Vit vóna soleiðis, at skiparin umborð á Finni Fríða fer at kunna stýra lemmunum av brúnni, tá summarið fer at nærkast. Sjálvandi er hetta ein dýr íløga, men hetta er samstundis ein íløga, sum kann vinnast inn aftur eftir nøkrum døgum á makrelveiði, sum stjórin tekur til.
Nú vit eru vit eina ársbyrjan vil stjórin á Rock Trawldoors, Hans í Líðini, eisini ynskja øllum viðskiftafólki og vinum eitt av Harranum signað nýggjár – við tøkk fyri samstarv í farna ári.
##med3##