Eg ivist í, um tað yvirhøvur er rætt út frá Bíbliuni at svara tær, tí so leingi vit svara, skrivar tú bara meira dárskap í bløðini. Tað er ikki míni orð, men Bíblian sigur tað. Tú kanst elva til, at menniskir fara fortapt. Tað hevði verið betri, um tú bað fólk skriva til tín, so kundi tú sjálvur gjørt av, um tú tímdi at svara ella ikki. Tað kundi verið somu fólk, sum annars skriva í bløðini, so tað kundi gjørt tað sama. Í 2. Tim. 2, 16-18 ávarar Paulus Timoteus, og biður hann halda seg burtur frá vanheiløgum tómum tosi! Tí tey fara altíð longur í gudloysi, og orð teirra koma at eta um seg sum kreft? og bróta niður trúnna hjá summum. Hetta er álvarsamt. So um tey trúgvandi gevast at skriva, so er tað millum annað tí. Hetta er ikki besti háttur at boða evangeliið. Men hinvegin, tað kundi verið, at tú komst at kenna Jesus, og eftir øllum at døma, hevði tú verið ein góður Kristi stríðsmaður. Vit eru mong, sum høvdu verið glað um tað.
The Blame game
Men hóast alt, so skal eg skriva nakrar viðmerkingar her, og eg kann tað sama eisini spyrja teg ymiskt, tí tú ferð óivað at svara mær aftur. Hinir, sum hava skrivað, hava sagt so nógv gott, men tú missir »pointið« hvørja ferð. Guds kærleika.
Tú spælir eitt vælkent spæl, sum m.a. Charles Stanley kallar »The blame game«. Tú gevur Gudi skyldina fyri at menniskjan fall, og at tú, um tú ikki tekur ímóti frelsu Hansara, fert fortaptur. Tú sigur, at Gud skuldi ikki havt latið træið við »kunnskapi um gott og ilt« staðið í Edens hava. Hevði Gud ikki rætt til at krevja lýdni. Tú sigur, at Hann leyg fyri teimum, men hvat fær teg at halda, at Hann ikki segði teimum, hvat tað var fyri træ. Træið kallaðist: Træið til kunnskap um gott og ilt. Hevði Hann ikki rætt til at verja menniskjuni ímóti tí ónda, og siga at tey máttu ikki eta av tí? Men tey gjørdu ímóti Hansara boðum, sum tó altíð eru til okkara besta. Hvussu skjótt høvdu vit ikki oyðilagt Himmalin á sama hátt, sum vit hava oyðilagt jørðina. Um træið ikki stóð har, so høvdu tey óivað verið ólýðin í onkrum øðrum. Eg skilji ikki, hví tú ikki skilir hetta. Tað stendur eisini í Kor. 10,13 at Gud skal ikki lata okkum verða freistað (av Satan), um um tað vit eru ment. Hann skal gera útgongdina úr freistingini, og vit finna hana, um vit vilja halda okkum til Hann.
Krossurin
Tað er eisini eitt annað, eg sakni í tínum skrivum, og tað er Jesus. Hvat hevur Hann at týða fyri menniskjuni? Hvat heldur tú, tað kostaði Honum, at blíva menniskja og vera undir somu náttúrulógum sum vit. Og til endan verða vrakaður av øllum og píndur og dripin. Nøkur vers um Jesus: »Ja, hugsið um Hann, sum tolin hevur borið, at syndarar hava sagt Honum so nógv ímóti - so tit verða ikki troytt og mótleys í sálum tykkara!« (Hebr. 12,3). »Hann hevur á døgum hold Sins við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og neyðarróp til Hansara?« (Hebr. 5,7). ?»við tað at Hann sjálvur hevur liðið, kann Hann - sum tann, ið sjálvur er freistaður - koma teimum til hjálpar, sum freistað verða«. (Hebr. 2,18). Eg vóni at øll, sum lesa hetta kunnu síggja hvat hesi vers siga. Grunda á tey.
Í 3. Mós 25 stendur, atum onkur skal loysast, skal næsti skyldmaður hansara loysa hann, ella tað hann hevur selt/mist. Jesus mátti á sama hátt blíva menniskja fyri at kunna loysa okkum, og tað gjørdi Hann so. Hann mátti gjalda prísin við blóði Sínum. Tað er okkara størsta prógv um Guds kærleika. Tað er eisini tí, at vit, sum skriva til tín, altíð koma við hesum. Hetta er lykilin. Hetta er grundarlagið. (1. Kor. 3,11) Og tá vit ikki taka ímóti hesum. Hetta er lykilin. Hetta er grundarlagið. (1 Kor. 3,11). Og tá vit ikki taka ímóti hesum, heldur Gud at tað er rættvíst at vit fortapast, tí Hann kann ikki hava slík í Sínum ríki. Hebr. 2,3: »Hvussu skulu vit tá sleppa undan, um vit skoyta ikki um so stóra frelsu«. Behr. 10,29: »Hvussu mangan verri revsing halda tit tá ikki, tann skal roknast verður, sum traðkar Son Guds undir fótum, vanvirðir blóð sáttmálans?« Her síggja vit, hvussu álvarsamt tað er, at vanvirða tað Jesus gjørdi. Tað er revsingarvert. Tú heldur, at einki er so galið at nakað menniskja hevur uppiborið at fara í eldsjógvin. Men ta er tí, at tú sært ikki tað álvarsama í at synda (uppreistur ímóti Gud). Vit hava revsireglar í Føroyum. Hvussu hørð straffin er, veldst um hvussu álvarsamt lógarbrotið er. So straffin avspeglar lógarbrotið.
»Gud vísir kærleika Sín til okkum við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar« (Róm 5,8), »Lønin, ið syndin gevur er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara« (Róm. 6,23). »Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum« (Róm. 8,32).
Er Hann ikki góður! Tey, sum fáa frelsuna, eru øll, sum vilja. Paulus sigur: »Hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur« (Róm. 10,13) Og víðari stendur at fyri at kunna kalla, mugu tey fyrst trúgva, at Hann er, og fyri at kunna trúgva at Hann er, má onkur siga teimum tað. v.17: So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður? orði Kristusar.
Alt, sum tú vilt hava svar uppá, finnur tú í Bíbliuni. Og tað er bara ein, sum kann opna eyguni, so vit skilja tað, vit lesa, tað er Heilagi Andin. Hann tekur bústað í teimum, ið trúgva, og knýtir tey øll saman í eitt likam, Kristi likam. Tað er Andin, ið ger likamið livandi.
Tú spyrt eisini, hví øll ikki fáa eina opinbering. Tú kanst biðja Gud geva tær eina, men tú kanst ikki freista hann.
Nær kemur Jesus?
Tú sigur eisini, at Jesus segði ósatt, tá hann segði, at Hann kom skjótt aftur. 2 Pæt. 3,3, sigur: »?á síðstu døgum skulu koma spottarar?siga: Hvat verður av lyftinum um komu Hansara!« Vit vita, at tað, sum stendur í m.a. Opinberingini, Dánjal, Ezekiel og Zakarias illa kundi verið gingið út fyri 100 árum síðani. Enn minni fyri 1000 árum síðani, men hvat forðar fyri, at alt gongur út nú! Jesus kann rykkja Síni burtur, nær tað skal vera og aftaná trongdartíðina kemur Hann so og stovnar Sítt 1000 ára ríki.
Eitt er merkisvert. Frá Ádam til Jesus var uml. 4.000 ár. Frá Jesus til nú 2.000 ár = 6.000 ár tilsamans. Friðarríkið hjá Messias 1.000 ár = 7.000 ár tilsamans (ein vika). 2. Pæt. 3,8 sigur: »at ein dagur er Harranum sum túsund ár, og túsund ár sum ein dagur«. Gud skapti heimin í seks dagar, og sjeynda dagin hvíldi Hann. er 1.000 ára ríkið møguliga líkt hvílidegnum?
Arbeiðsmenninir í víngarðinum
Viðvíkjandi tí, sum tú sigur, um at Gud er óndur, tí Hann letur børnini, ið doyggja, kom atil Sín, ímeðan vit, sum blíva vaksin, fáa høvi at venda okkum ímóti Honum: Eingin nýtist at venda sær ímóti Gudi sum vaksin, og eingin noyðist at fara fortaptur. Tað er bara at taka ímóti frelsu. Er tað stoltleiki, sum ger at tú ikki vilt viðganga, at tú hevur brúk fyri, at Gud frelsir teg. Ják. 4,6: »Gud stendur hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði«. Hvørki tú ella nakað annað menniskja, kann nakrantíð gera nakað sjálvi, fyri at koma til eina æviga gleði, frið, kærleika og fullkomiligt nøgdsemi. Men hinvegin - ynskir tú at koma har, sum Gud er? Um tú ikki vilt tað, so er bara eitt annað stað, og tað er eldsjógvurin. Einki menniskja doyr, og er so ikki til meir. Øll koma at verða í allar ævir, men spurningurin er hvar!
Hví ert tú óður inn á Gud, fyri tað at Hann er góður ímóti børnunum og gevur teimum atgongd til Sín? Eg kann taka eitt dømi úr Matteus 20, ið lýsir hetta: Ein maður hevði ein víngarð. Hann fór út tíðliga um morgunin og fekk sær nakrar arbeiðsmenn, og teir avtalaðu, hvat fyri løn teir skuldu fáa. Seini fór hann aftur út, og sá menn standa fyri einki. Hann bað teir koma og arbeiða í víngarði hansara. Tríggjar ferðir afturat fór hann út og gjørdi tað sama. Seinastu ferð, bert ein tíma fyri dagslok. Tá dagurin var liðugur, og teir skuldu fáa sína løn, fingu fyrst teir, ið høvdu arbeitt stytst. Teir fingu somu løn, sum hann hevði avtalað tíðliga um morgunin við teir fyrstu. Eisini teir næstu, triðju og fjórðu fingu tað sama. Tá hann eitt allan dagin, vóru teir rættiliga ónøgdir við at fáa tað sama sum hinir, háost teirra løn var avtalað frammanundan. Tá segði víngarðsmaðurin: Er eyga títt ilt, fyri tað at eg eri góður?
Vit hava ikki rætt at vera óð, tá Gud er góður ímóti øðrum. (Men til tað kann eg nevna, at tey, ið doyggja sum fostur ella børn, fingu ikki sama møguleika sum vit at æra og liva fyri Gud her á jørðini og av tí fáa løn. Í Jóh. 12,26 stendur: »Um nakar tænir Mær - hann skal Faðirin æra«) Eingin av okkum hevur uppiborið tað, sum Gud gevur okkum, tí sigur m.a. Róm. 9,16: »So stendur tað ikki til tann, ið vil, ei heldur til tann, ið rennur, men til Gud, sum miskunnar«. Gud er tí ikki órættvísur, tá Hann er miskunnsamur. Róm. 9,20: »Hvør ert tú menniskja, ið svarar Gudi aftur! Skal tað, sum gjørt er, siga við Hann, ið gjørdi tað: Hví gjørdu Tú meg so?«
Hvat er tað tú vilt, hvat er títt endamál John? Ert tú farin í bardaga við Gud!
Minst til at Hann er:
HARRI (Jahve): Absolute in faithfulness
Gud (Elohim): Able, infinite in power
Harri (Adonai): Ruler over all.
Hann er fullkomin í trúfesti, almáttúgur og góður, men eisini oyðandi eldur. Tú vinnur ikki ein bardaga við Hann. Einaferð kemur tú óansæð at síggja hvør Hann rættiliga er, og boyggja teg fyri Honum. Paulus sigur í Fil. 2,10 nakað soleiðis: Í navni Jesusar skal hvørt knæ boyggja seg? og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd.
Hann er tann fullkomni Harrin. Veitst tú hvussu góður Hann er við teg? Um tú vart einasta menniskja, ið Hann kundi frelsa við at doyggja á krossinum, so hevði Hann gjørt tað. Og tað stendur eisini í Bíbliuni, at allur Himmalin hevði gleðst, um tú vendi tær til Jesus. Hann sigur: Tá tú kemur til Mín, skal eg als ikki koyra teg burtur. Tann, ið leitar eftir Mær, skal finna meg. Tá tit rópa til Mín, skal eg svara. Hóast vit menniskir ikki til fulnar megna at lýsa Hann, sum Hann rættiliga er, so er Hann ikki minni fullkomin fyri tað.
P. S. Til tey, sum halda, at Bíblian ikki er fullkomna orð Guds: Tað eru fundnar nógvar kodir bæði í tí hebraisku og grisku Bíbliuni, sum ikki finnast í nakrari aðrari bók í heiminum, heldur ikki religiøsum bókum. Søgugranskarar, vísindamenn, matematikarir og professarir siga, at tað kann ikki vera komið av tilvild. Sannlíkindi fyri tí er astronom. Kodirnar bæði staðfesta Jesus sum Messias, siga frá hendingum, sum koma fyri nú á døgum og vísa kompleks matematisk mynstur.
M. a. Grant R. Jeffrey hevur granska hetta í nøkur ár og hevur skrivað fleiri bøkur um Bíbliukoduna á enskum. Ein er týdd til norskt, sum eitur: Guds signatur. Ein annar, sum eisini hevur funnið fleiri kodir (m.a. Yeshua - kodirnar) og skrivað bøkur er Yacov Rambsel. Hesir eru báðir trúgvandi menn.
So til tey, sum ikki áður hava tikið Bíbliuna í álvara: Ger teg til reiðar at møta Gudi tínum (Amos 4,12). Tí: Skrivtin vikast ikki (Jóh. 10,35).
Anja Hansen










