Michael Michelsen: Fólk komu úr USA at síggja hansara grøv

Vit høvdu herfyri eina frásøgn um danska læraran við realskúlan í Havn Michael Michelsen, sum var deyður í ungum árum í 1911. Greitt varð eisini frá, at fólk úr Amerika høvdu vitjað grøvina á sumri 2007, men at tað ikki eydnaðist at hitta tey. Men hetta gevur høvi til eina grein afturat um hesa grøvina

Aftaná fyrru greini fekst samband við Poul Sumberg Olsen og Gøran Wenner­strøm í Havn. Teir hava fyri fleiri árum síðani funnið fram ymiskt tilfar um Michael Michelsen. Hetta var gjørt eftir áheitan av abbasoni beiggja Michel­sen, sum var við at kanna ættina og søguna hjá honum. Hes­in kallast Charles B. Bruss­els og er búsitandi í Texas í USA. Til hjálpar hevur hann havt ein vin, Cinda Kennedy.

Fyrsta slóð var ein áhugaverd upprunamynd av grøvini hjá Michelsen, sum vísir, at tað hevur verið ein girðing um grøvina, og sum einki sæst til í dag. Her sæst eisini, hvussu nógv kirkju­garðurin er broyttur hesa tíðina.

 

Um ættina

Hetta hevur so skaffað sam­band við skyldmannin í Texas. Hann hevur eisini fing­­­ið fyrru greinina um abba­­beiggjan, og er hann sera fegin um hana. Við hes­um keldum er fingið okkurt íkast. Tilsamans gev­ur hetta grundarlag fyri enn eini frásøgn um hendan sjáld­sama danan, sum kom at enda í Føroyum, og sum enn “livir” í gamla kirkju­garði.

Pápi Michael kallaðist Anders, sum var gartnari. Hann var føddur 4. februar 1834 í Orting við Århus. Hann giftist 23 ára gamal við Ane Sophie Rasmussen, fødd 11. oktober 1839 í Randers.

Tey fingu 10 børn. Mikael var nummar fýra í røðini. Tann fimti í røðini æt Valdemar, f. 20. august 1867. Fýra tey seinastu børnini doyðu sum smá.

Mikael og Valdemar vuksu upp í Grenå og gingu í skúla har. Tað gekk væl hjá teimum í skúlanum, og teir vóru millum teir bestu næmingarnar. Mikael fekk serligan lestrarstuðul, legat, at lesa víðari. Valdemar hevði førleika at fáa sama legat, men tey vórðu ikki latin til fleiri í sama húski.

 

Leiðin til Føroya

Realskúlin í Hals við Ålborg hevði fingið trupul­leikar. Her hevði verið svik­að við próvtøkum, og skúlin hevði mist rættin til at hava próvtøku.

Tí mátti finnast ein nýggjur fyristøðumaður, sum kundi bjarga umdøm­inum hjá skúlanum. Hetta gjørdist Mikael Mikkelsen. Hann fekk skúlan rættaðan upp, men tað kom framvegis at knípa við næmingum. Skúlin fekk eisini kapping frá øðrum skúlum í økinum. Tískil gav Mikkelsen upp í 1904.

Tá er tað, at hann fer til Føroyar. Spurningurin er so, hvør orsøkin er fyri hes­um. Tað kann vera, at tað var tí hann kendi fyrsta­læraran á realskúlanum Lauritsen.

Michael skrivaðist upp­runaliga Mikael Ferdinand Mikkelsen. Hetta varð broytt til “ch” í staðin fyri “kk.” Orsøkin fyri hesum navnaskifti kann hava verið fyri ikki at koma í bland við aðrar Mikkelsen, sum tað tá vóru fleiri av í Havn.

 

Beiggin endaði í Amerika

Beiggin Valdemar fór tískil í læru á eini blaðskrivstovu í Grenå. Hann fór síðan út at sigla við skipi, sum førdi timbur frá Russlandi til Skotland, áðrenn hann tók avgerð um at fara til USA. Hagar fór hann í 1892 til við skipinum State of Nevada. Hann doyði í 1949. Hann er abbi Charles Brussels, sum var í Føroym í 2007.

Valdemar møtti konu síni í Texas eftir at hava ferðast um í Amerika. Tey fingu tríggjar døtur og búsettust í Houston í Texas. Charles er einasta barn hjá mittastu dótrini. Sambandið við Dan­mark helt uppat. Mamma Charles vaks upp uttan at vita nakað serligt um pápabeiggjan í Før­oyum, uttan at hann fór hagar at vera lærari. Hetta vakti áhugan hjá Charles, sum sjálvur hevur verið lærari.

 

Funnu postkort við grøvini

Men so funnu tey eitt jóla­kort við grøvini hjá Mic­hael. Hetta hevur einkjan hjá honum sent ver­mammuni Ane. Ane má so hava sent kortið til Valdemar í Amerika, so hann kundi síggja grøvina hjá beiggja sínum. Á kortinum stendur, at “vi har det alle 4 rigtig godt.” Hetta undraði eitt sind­­ur, tí tey vistu ikki betur, at tey bert vóru trý. So spurningurin var so, hvør ið tann fjórði per­sónurin mundi vera. Kundi hon hava fingið ein nýggjan mann?

Kona Michael kallaðist Kirstine, f. 23-10-1884. Hon var tískil 18 ár yngri enn hann. Døturnar itu Esther og Agnete.

Ábendinger eru um, at tey eftir, at Michelsen er deyður, hava búð hjá Jacob Lützen, sum var granni hjá realskúlanum. Tað sær eisini út til, at dóttirin Agneta hevur búð hjá Oluf Skaalum. Hann var annar av teimum føroysku lærar­unum i realskúlanum og hevur verið starvsfelagi hjá Michael. Skaalum var kendur sum sambands­maður og blaðstjóri á Dimma­lætting, so tað er væl hugsandi, at vinkapur hevur verið millum Skaal­um og Michelsen. Annars gevur William Heinesen eitt sera gott ummæli av Skaalum sum lærari og menniskja. Hin føroyski lærarin var Jacob Dahl, sum seinni gjørdist próstur.

Frágreiðingin til fjórða persónin á postkortinum var, at Kirstine var júst blivin við barn, tá ið Mic­hael doyði. Sonurin Thyge var nevniliga føddur 14. september 1911 í Hals. Tískil eru Kirstine og døt­urnar farnar úr Føroyum nokk so skjótt. Men fyrst hevur Kirstine givið mann­inum eina vakra grøv, sum tað sæst á jólakortinum. Blómurnar á grøvini benda á, at tey eru farin niður um summarið.

Tey komu at búgva hjá foreldrum hennara í Hals nærindis Ålborg. Mamman Ane er helst deyð í 1916, tí tá er pápin Jørgen Jørgensen einsamallur í húsi við teimum.

Kirstine arbeiddi í nógv ár sum jarðarmóður í Hals og doyði í 1952. Hon giftist ikki aftur.

Esther, fødd 10. januar 1907, giftist við einum lær­ara í Hals í 1926. Hon doyði í 1961. Tað er við henni, at ættin er førd víðari.

Agnete, fødd 29. januar 1908, gjørdist sjúkrasystir við Sundby nú Amager Hospital í Keypmannahavn. Hon giftist ikki og doyði í 1993.

Thyge doyði longu í 1918 av sponsku sjúku, bert 7 ára gamal.

Charles Brussels heldur, at abbabeiggin var ein góður maður og skuldi ikki verið gloymdur. Tað verður hann tískil heldur ikki við hesum greinum.

 

 

 

Næsti partur

Komandi partur verður um Eyvind hjá Onnu Sofíu og Johan Hendrik Egholm. Hann doyði ungur. Tað sama gjørdi bróðursonur hansara, sum var uppkallaður eftir honum