ein dreymur. Hann liggur púra rættur í sjónum, eisini tá vit settu ferð á, staðfesti hann aftaná royndartúrin og jomfrútúrin við Koltursbátinum. Báturini varð sjósettur í Kvívík, har hann hevur fingið [...] Hví ikki nýta hesa, tá vit skuldu hava ein bát til okkara tørv?, sigur Bjørn. Ikki sørt errin kundi hann á fyrsta sinni seta teir báðar 60 HK stóru páhangsmotornarnar í gongd, og fara á fyrsta stimitúrin [...] bæði motorar og nautisku útgerðini frá p/f Stubbanum í Kvívík. Síðani ber leiðin til Kolturs, har hann fer at verða ein umráðandi táttur í røktini av oynni.
Hoydal, er ímóti hesi innstilling, tí hann heldur, at kravið til leiðaran er, at hann skal hava listfrøðisliga útbúgving, og tað hevur Helgi Fossádal ikki, hóast hann hevur verið virkin í føroyskum listaumhvørvi [...] verið fyribils leiðari fyri Listasavnið. Fyrst legði Gunnar Hoydal málið fyri Mentamálaráðið, sum hann umboðar í stýrinum, men Mentamálaráðið hevur ikki viljað blandað seg upp í stríðið. Meta um krøvini [...] verða listfrøðingur. Triði fundurin í fundarrøðini hjá stýrinum fyri Listasavnið var sunnudagin, men hann endaði ikki við nakrari niðurstøðu, uttan at nýggjur fundur skuldi verða mánakvøldið. Fólkini í stýrinum
ein týðuliga vónbrotin Jákup Mikkelsen eftir dystin. Hann hevði hondina á fimm av bóltunum, sum fóru í málið, og hevði hann verið hepnari, kundi hann ivaleyst havt forðað fyri onkrum av málunum. - Mítt [...] vera langt síðani, at landsliðið hevur fingið tvær slíkar avhølvingar á rað, segði Jákup Mikkelsen. Hann legði dent á, at fyri landsliðið ræður tað bara um at koma víðari og gera tað betur næstu ferð. - [...] Málmunurin nýtast vit ikki at hugsa so nógv um, men vit skulu bara royna at fáa nøkur góð úrslit, segði hann. - Fólkið á landsliðnum er framvegis nóg gott til, at vit kundu fingið okkurt gott úrslit. Vit eiga
skips í 1953. Hann sigldi nógv við norskum línubátum, men størsta partin av tíðini hevur hann verið útróðrarmaður, og tað er hann framvegis. Tað ið hevur sermerkt Emil er trúfesti. Hann er ein álitismaður [...] abbabørnini vitja dúgliga. Vit eru mong sum ynskja Emil hjartaliga tillukku við føðingardegnum, sum hann heldur saman við børnunum. Ó.
so er Rógvi ikki nakar ókunnugur maður í HB. Hann var ein sera týðandi partur av liðnum, sum vissaði sær trý gullmerki á rað. Hann er fullari venjing, og hann hevur royndirnar, sum kundu verið við til at [...] at ein somikið týðandi spælari, sum Rógvi Jacobsen er, varð settur á beinkin frá dystarbyrjan, tá hann sunnudagin gjørdi come-back á HB-liðnum eftir íslendsku útlegd sína. Sjálvsagt kann tað vera ein ávísur [...] vøllinum varð valdur sum dagsins spælari, sigur helst eisini nakað um, at áskoðararnir vóru fegnir at fáa hann aftur. HB-venjarin valdi tó at halda fast um prinsippini sunnudagin, men tað líktist fyri tað nógva
tunnilisætalnin, ið er ein yvirskotshandil, og hví skal hann latast privatum, meðan landskassin skavar pening saman til restina?, spyr John Johannessen. Hann vísir á, at tað er hópur av fíggingarmynstrum, ið [...] javnaðarflokkin, Gerhard Lognberg, hevur harmast um uppritið, sum hann metir bert kemur at útseta ein møguligan tunnil til Sandoynna, og hann hevur heldur hvassorðaður funnist at Landsverkið. - Eg má siga [...] siga, at eg skilji ikki floksfelagan Gerhard Lognberg. Eg harmist um viðferðina, ið hann gevur landsins embætisfólkum, sigur John Johannessen. - Tað eru nógvir tunnlar, ið kunnu bíða, og eg haldi sjálvur,
poppsangum, sum Martin trívur í, tá ið hann fer á pallin saman við sínum bólki. Og sambært Martini Joensen sleppa sangirnir veruliga at standa sína roynd, tá ið hann hevur framførslur. - Tá eg standi á pallinum [...] Vestmonnum í 80 unum vóru tiltiknar, og har hevði Martin ein týðandi fingur við í spælinum. Seinni hevur hann givið tónleik út á solofløgum, og har hevur eyðkendi stílurin hjá Martini livað víðari. Samband við [...] eg havi gjørt, veruliga heldur ella ei, sigur Martin Joensen og leggur afturat, at tær ferðirnar, hann merkir, at bólkur og áhoyrarar eru eitt undir framførsluni, er uppgávan røkt til fulnar. - Og tað
eftir teimum. Tí fór Petur Karl einsamallur av stað. Hann svav í einum lítlum húsum í Toftaskorum, ið eru gjørd til fleyingarmenn. Hósdagin gjørdi hann eina rætt úr stiki og pelum og fekk 59 seyðir inn í [...] í rættina. Petur Karl byrjaði at binda seyðin niður, men tá hann hevði bundið 7 seyðir, brast ein peli úr vegginum, og allir hinir 52 seyðirnir sluppu. - Har vóru 7 veðrar. Teir leikaðu so í, at pelin [...] har er einki telefonsignal er, so Petur Karl fekk eingi boð um, at tyrlan ikki kom eftir sær, so hann fór aftur í húsið í Toftaskorum. Fríggjadagin um tvey tíðina kom tyrlan aftur: - Tað var næstan sum
miðvøllinum. Kankava fær fatur á bóltinum, og tá eingin bakkar upp, setir hann beina kós móti málinum. Og úr 17 metrum høggur hann eitt fantastiskt skot móti málinum. 0-2: Alexander Iashvili, 18. Bólturin [...] Georgia beina í málið úr stuttari fjarstøðu. 0-4: Levan Kobiashvili (pen), 49. Júst innkomin sendir Hans Pauli Samuelsen eitt ikki serliga gott fríspark innfyri. Georgia fer í skjótt kontra, og tað endar [...] Kobiashvili mitt í málið til 4-0. 0-5: Shota Arveladze, 59. Eitt tekniskt sera vakurt mál av Arveladze, tá hann við uttarsíðuni heilflutkar innlegg frá Demetradze upp undir nettakið. 0-6: Shota Arveladze, 80. Pauli
í USA í hesum døgum. Khatami fekk fyrr í vikuni innferðarloyvi til USA, men hann er á privatari vitjan, tí í dag hevur hann einki leiðandi politiskt starv í Iran. -Carter hevur alla orsøk til at harmast [...] forsetarnir hittast. -Her í USA hevur Khatami frælsi til at siga tað, sum honum lystir, og hann kann tosa við tey, sum hann vil tosa við, sigur ein av talsmonnunum hjá Hvíotu Húsunum við bretska blaðið. Sambært [...] Khatami ongantíð hevur sagt seg vera ímóti tí, sum ayatollah Khomeini gjørdi, vil Carter fegin tosa við hann, sigur ein talsmaður hjá Carter við The Independent. Hvítu Húsini í Washington siga seg ikki hava